mánadagur 3. februar 2014síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Á flog
Ingolf S. Olsen
"Vit fegnast um at skjøtil
nú er settur á einskiljingina
av Atlantsflog. Vit meta, at
nýggju partaeigararnir fara
at fáa eina jaliga ávirkan á
felagið og fegnast um, at so
nógv
av
starvsfólkunum
ynsktu at gerast partaeigar
ar."
Soleiðis
segði
Bjarni
Djurholm, táverandi lands
stýrismaður í vinnumálum,
eftir at ein triðingur av parta
brøvunum í Atlantic Airways
vóru seld í tíðarskeiðnum 19.
– 27. november 2007.
Men tað bleiv ongantíð
drigið nakað av nýsetta
skjøtlinum. Til tess vísti
politiska hoyggið seg vera
ov tungt at draga.
Sambært lógini um ein
skiljing av Atlantic Airways,
sum varð einmælt samtykt
í Løgtinginum 28. apríl í
2006, skuldu tveir triðingar
av partabrøvunum í flog
felagnum einskiljast – fyrst
ein triðingur, og beinanvegin
tað var gjørt, skuldi lands
stýrismaðurin
sambært
lógini biðja Løgtingið um
loyvi at einskilja seinna trið
ingin.
Men tað hendi ikki tá, og
tað er ikki hent enn. Løg
tingsval var tíðliga í 2008
beint eftir, at fyrsti trið
ingurin
varð
einskildur.
Bjarni Djurholm fall á vali
num og fór frá sum vinnu
málaráðharri. Hann var tó
varamaður og kom aftur
á ting í september 2008, tá
CHE-samgongan legði frá
sær. Bjarni Djurholm var
valdur aftur á ting á valinum
í 2011, men hevur ikki verið
landsstýrismaður
síðani
2008.
Hildu ikki orð
Eitt stutt tíðarskeið, undir
CHE-samgonguni, ið stjórn
aði frá 4. februar til 26. sep
tember 2008, var Bjørt Sam
uelsen
landsstýriskvinna
í vinnumálum, men síðani
hevur Johan Dahl rátt fyri
borgum har.
Ongi stig eru tikin til at
fremja lógarásetingina um at
einskilja ein triðing afturat.
– Eg kann bara konstatera,
at politiski myndugleikin ikki
hevur hildið orð, nakað sum
neyvan er til rós. Tað var spell,
tí eitt samt Løgting samtykti
annars, at einskilja tveir
triðingar av felagnum, sum
var grundað á eina drúgva,
neyva, kostnaðarmikla og
dygga
gjøgnumgongd
og
meting um framtíðarútlitini
fyri Atlantic Airways. Kann
ingar,
metingar
og
ein
skiljingaruppskotið
vóru
fyrireikað og gjørd av før
oyskari og útlendskari ser
frøði. Øll tilgongdin, sum
hon var, var tí burturav væl
fyrreikað og bygdi á dygga
parlamentariska
undir
tøku og fulla semju í lands
stýrinum, sigur Bjarni Djur
holm.
– Eg hugsi, at um eg
var vitandi um gongdina
sum bleiv, so hevði ein
skiljingargongdin
kanska
ikki verið sett í gongd, ella
hevði verið heilt øðrvísi.
– Øllum kunnugt er verandi
eigarastøða ikki í samljóði við
einskiljingarætlanina, sum
tað var breið semja um í Løg
tinginum - ein eigarastøða,
har landið framvegis er
høvuðspartaeigari Tað var
ikki ætlanin og forðar fyri
teimum møguleikum fyri fe
lagið, sum tað ætlandi hevði
fingið við einum breiðari
eigaraskara.
– Og so leingi Atlantic Air
ways reelt er eitt monopol,
so kann felagið næstan gera
akkurát, sum tað vil, stað
festir
fyrrverandi
lands
stýrismaðurin.
Politiski mynd
leikin helt ikk
Bjarni Djurholm setti gongd á einskiljingina fyri meira enn seks árum síðani, men so steðgaði alt upp.
Hann hevði neyvan sett prosessina í gongd, um hann visti, at gongdin bleiv, sum hon bleiv, sigur hann.