mánadagur 3. februar 2014síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Niels Uni Dam
Ein av mínum javnaldrum
segði tað so væl, tá vit eftir
konsertina við Mark Solborg
Trio vóru á veg inn í myrkrið
til Kára Sverrisson og Bendar
Spónir:
– Sum tað er gott, at jazzur
aftur er í Norðurlandahúsi
num.
Tað var ikki sørt, at leygar
dagurin á Vetrarjazzinum
fekk tankarnar at leita aftur
til tíðina, tá Tórshavnar Jazz-,
Fólka-, og Bluesfestivalur var
í velmaktini, og konsertirnar
í Norðurlandahúsinum vóru
eitt av ársins tónlistarligu
hæddarpunktum í Føroyum.
Tí tað er nakað heilt
serligt at vera á einari jazz
festivalkonsert, um talan er
um jazz ella okkurt annað, er
ikki avgerandi, men premiss
urnar eru eitt sindur øðrvísið
enn annars.
Tað er t.d. loyvt at reypa,
t.d,
klappaðu
vit
eftir
tangentsoloirnar hjá Mattias
Kapnas í Bendum Spónum,
tá hann í sangunum “Fjøllini
standa úti” og “Mánlýsi” vísti
okkum síni kynstur.
Sjálvandi er talan um
nostalgi fyri gamlar rottur,
men tað kemst ikki uttanum,
at Tórshavnar-, Jazz-, Fólka-,
og Bluesfestivalur við síni
yvirflóð av góðum tónleiki
heima-
og
uttanífrá
og
Norðurlandahúsið við sín
um nógvu hølum passaðu
sera væl saman. Soleiðis var
eisini leygardagin á Vetr
arjazzinum, har Run legði
fyri í kaféini, áðrenn Sunna
Gullaugsdóttir Trio spældi
í Klingruni, síðan var Mark
Solborg Trio í kaféini aftur,
áðrenn konsertin endaði við
at Kári Sverrisson og Bendar
Spónir fóru á pall í salinum.
Hugnaliga Run
Run við Unn Patursson legði
fyri á leygardegnum, ið má
metast sum klimaksið á ár
sins Vetrarjazzi.
Run er samstarv millum
Unn og Rógva á Rógvi, eitt
samstarv, ið gongur nógv ár
aftur, longu á fyrstu útgávuni
hjá Unn, "Gloymska við
Grape" arbeiddu tey saman.
Men tað gongur enn longur
aftur, tí á til dags størsta
hittinum hjá Unn "Fjart í
Ringrás" við Haldurs Café
var Rógvi framleiðari.
Á
hesari
konsertinin
høvdu tey frálíku Magnus
Johannesen á tangentum
og Anders Jormin á kontra
bassi.
Skráin var eitt bland av
føroyskum løgum, í teirri
merking, at antin lag ella
tekstur vóru skrivaði av
føroyingum. Rói Patursson
mundi eiga bróðurpartin av
tekstunum, og hetta er slett
ikki ein vansi, tí Rói er frálík
ur yrkjari.
Konsertin var serstakliga
hugnalig, har hæddarpunktið
var tann vakri "Havnin", ið
var ein av teimum, ið Rói, pápi
Unn, hevði skrivað orðini til.
Men eisini "Álvagentan" av
fløguni "Run" vísti, at Unn
er sera sterk, tá tað kemur til
tað vakra og inniliga.
Unn er ein framúr song
kvinna, ið ofta hevur staðið
í skugganum av sínum sam
tíðar songsystrum. Hetta er
í mínari verð fyrst og fremst
innan val av genru, har Unn
hevur lagt seg innanfyri
heldur smælri tónleikagrein
ar enn t.d. Lena Anderssen,
Eivør og Guðrið Hansdóttir.
Kendu ikki sína
vitjunartíð
Mark Solborg Trio vísti
hvussu fjølbroyttur Vetrar
jazzur er, tí teirra jazzur var
munandi sverari tilgongiligur,
3 sera dugnaligir tónleikarar,
Mark Solborg á gittar hevði
Anders Banke við á sakso
fon, og Bjørn Heebøl á
trummum.
Men tað var nokk ikki
eitt yvirdrívilsi, at nógv av
teimum, ið vóru komin til
konsertina við Kára Sverris
syni og Bendum Spónum
gleddu seg til, at framførslan
endaði, tí trioin kendi ikki
sína vitjunartíð, og spældi
ein hálvan tíma longur, enn
teir vóru settir til á skránni.
At skráin, ið var kunn
gjørd á Facebook sambært
móttøkuni í Norðurlanda
húsinum var skeiv, og bólk
urin í veruleikanum bert
spældi eitt korter ov leingi,
deildi kanska ábyrgdina eitt
sindur.
Bergtikin av heildini
Ljóð, ljós, roykmaskinan og
ikki minst tónleikarar og
sangarar vóru øll saman um
at skapa eina heilt serliga
løtu í stóra salinum leygar
kvøldið. Tá Kári Sverrisson
og Bendar Spónir endaðu
leygarkvøldið.
Salurin var myrkur og
fyltur við roykinum frá royk
maskinum í so stóran mun, at
tað kendist sum at koma inn
í einum náttklubba, tá vit um
hálvgum sekstíðina komu
Kári Sverrisson og Bendar
Spónir eru eitt heilt serligt
og væleydna bland, tað vístu
tey á útgávuni “Nøkur fá fet
afturat”, ið var millum ársins
útgávur í fjør, og tað vístu tey
sanniliga eisini á konsertini.
Tey spældu allan tónleikin
av útgávuni í nærum somu
raðfylgju, sum á útgávuni,
einans løgini “Sig altíð farvæl
við opnari hurð” og “Stóra
lívmóðurin” høvdu býtt um
pláss, og so var eitt nýtt lag
komið við á skránna, eins og
hini løgini var lagið “Kanna”
skrivað til yrking hjá Jóan
nesi Nielsen.
Tað var deiligt at hoyra, at
teir arbeiða við nýggjum tón
leiki, tí hetta riggar ótrúliga
væl, Yrkingin: “Tapet millum
øldir” er ein sera sterk yrking,
og hóast lagið ikki var tað
sterkasta á kvøldinum, so
berur skaldsskapurin hjá
Jóannesi langt, og tú sleppur
ikki undan at lurta, tá tú
hoyrir tað.
Kári Sverrisson hevur við
útgávuni saman við Bendum
Spónum givið yrkingunum
hjá Jóannesi Nielsen nýtt lív,
í besta Hanus Johansen stíl,
sum tá Hanus gav Poul F.
eina endurreisn, við Gaman
og álvara.
Umframt Bendar Spónir
og Kára Sverrisson var Unn
Patursson við, eins og hon er
á plátuni. Røddirnar hjá teim
um hóska sera væl saman,
tað upplivdu vit longu fyri
nógvum árum síðan í Enekk,
og aftur her bleiv nostalgiin
pleygað.
Tá tey endaðu og vóru
klappaði innaftur, var tað
ikki sørt, at eg var eitt sindur
spentur, um tey fóru at geva
okkum eitt lag sum “Rakya”
hjá Enekk, har Unn fyri fyrs
tu ferð veruliga gjørdi vart
við seg.
Tað bleiv tað, tíanverri
ikki, ístaðin spældi Kári lagið
“Eg má vera meira” einsamall
ur.
Tekstur og løg eru framúr.
Framførslan var sera góð, og
við bergtakandi ljósarbeiði
num, ið arbeiddi líka nógv
við royki og myrkri, sum við
sjálvum ljósinum skapti ein
inniligan stemning. At ljóðið
eisini var meistarliga væl
blanda, gjørdi, at eg var heilt
seldur.
nud@sosialurin.fo
Akkurát sum í gomlum
døgum í Norðurlandahúsinum
UMRØÐA Tað luktaði av Tórshavnar-, Jazz-
, Fólka- og Bluesfestivali, tá Vetrarjazzur
flutti inn í Norðurlandahúsið leygardagin. Tað
eru 11 ár síðan eg síðst var á jazzfestivali í
Norðurlandahúsinum, men kenslan var tann sama