mánadagur 3. februar 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BankNordik – rættið mistakið!
Magnus Rasmussen
borgarstjóri
Runavíkar kommuna
Fráboðanin í gjár um ætlan
ina hjá BankNordik at stongja
kassaavgreiðsluna í Saltang
ará - ta einastu hjá bankanum
í Eysturoynni - hon er heilt
óskiljandi og eigur at verða
tikin upp til nýggja viðgerð
í bankanum, har leiðslan
so rættar mistakið og letur
avgreiðsluna framhaldandi
verða opna.
Væl veit eg, at vit liva
í eini talgildari verð, og at
menningin á hesum økinum
gongur skjótt. Hendan menn
ing gevur nýggjar møgu
leikar og avloysir mangan
siðbundnar mannagongdir.
Hetta er eisini í lagi, men
altíð eiga heildarmetingar
at verða gjørdar, soleiðis at
atlit verða tikin til, hvat nú
einaferð er besta loysnin.
Og her er tað, at eg meti, at
BankNordik í hesi ætlan
mistekur seg, tí hetta kemur
hvørki at gagna kundanum
ella bankanum, og hvat er so
vunnið? Er endamálið hjá
bankanum tá nátt?
Tað, sum hendan ætlanin
kemur at bera við sær er
m.a.:
• Versnandi tænastu - vit
missa jú eina tænastu
• Persónliga samskiftið við
kundan versnar
• Misnøgdar kundar
• Kundar fara at skifta til
annan peningastovn
Til hetta málið finst bert
ein røtt og góð loysn, og
hon er, at kassaavgreiðslan
framhaldandi verður opin.
Veljið tað røttu og góðu
loysnina!
Misvísandi tíðindaflutningur í
Kringvarpinum um FarGen
Bogi Eliasen
Verkætlanarleiðari,
FarGen
Í tíðindasendingini kl 18 hós
dagin 30 januar 2014 vóru
tvær samrøður viðvíkjandi
FarGen.
Lurtarin
bleiv
settur eftir við tí fatan, at
FarGen var kolldømt av
bæði donsku og føroysku
vísindasiðsemisnevndunum
og at verkætlan ikki lýkur
føroyskar lógarkarmar. Hetta
er ikki rætt og undirritaði
hevur gjørt vart við hetta í
Kringvarpinum
Danska nationala vísinda
siðsemisnevndin
(DNVK)
segði, at fyrsta uppskotið var
bæði ein biobanki og gransk
ingarverkætlan,
og
mælt
var til at býta verkætlanina
sundur.
FarGen fylgdi til
mælinum frá
donsku nevndini
FarGen
hevur
fylgt
til
mælinum frá donsku sið
semisnevndini, og avgerð
var tikin um at byggja
FarGen upp í tveimum lut
um. Talan er um at byggja
upp ein “biobank udenfor
forskningsprojekt”, sum skal
liggja
í
Vevnaðarskránni
hjá Ílegusavninum. Hitt var
at gera eitt føroysk refe
rencugenom, ein umsókn,
sum er send til Vísindasið
semisnevndina, men ikki er
viðgjørd.
Sambært
svarinum
frá, hevur tað verið uttan
fyri heimildarøkið hjá Vís
indasiðsemisnevndum at við
gera uppbygging av “Biobank
udenfor forskningsprojekt”.
Danskt notat um “biobank
uden forskningsprojekt”
Hvørt uppbygging av skrá
uttan gransking skal viðgerast
av Vísindasiðsemisnevndum
hevur verið eitt ivamál í
donsku skipanini, og í notati
frá 13. Juni 2005 frá Indenrigs-
og
Sundhedsministeriet
– og sum danska nationala
vísindasiðsemisnevndin
vísur til á síni heimasíðu og
sendi okkum í samband við
viðgerðina av FarGen um
sóknini, stendur:
Biobanker etableret med
henblik på en eventuel frem
tidig forskning – biobanker
uden for forskningsprojekt
– kan ikke godkendes af
komitésystemet,
da
der
savnes hjemmel hertil, lige
som der heller ikke er behov
for sådan hjemmel, da det
indsamlede biologiske mater
iale ikke er gjort til genstand
for forskning. Sådanne bio
banker med forskningsformål
skal
udelukkende
an
meldes
til
Datatilsynet.
( h ttp : / /w w w. d nv k . d k /
forskere/vejledning%20
modul/kapitel%202_0/
kapitel%202_6/~/media/
Files/cvk/loveogregler/
Brevfortolkning.ashx.
Føroyska
Ílegulógin
ger, at í Føroyum skulu all
ar verkætlanir, sum eru
tengdar at ættartræi, gerast
í samstarvi við Ílegusavnið.
Eisini skal ein sáttmáli skal
skrivast
við
Ílegusavnið.
Júst hettar tryggjar, at allar
verkætlanir lúka galdandi
lógarverk, tað skal Ílegu
savnið tryggja - og hetta er
eisini galdandi fyri FarGen.
Tað bleiv greitt frá i sam
røðuni við Finn Koba, at
FarGen tekur støði í Ílegu
lógini, og sjálvsagt at virða
lógina – og at menningin av
FarGen hevur verið við støði
í tí politisku visjón, sum var
við Ílegulógini. Hetta bleiv
tíanverri klipt burtur.
Sjúkrahúsverk á hættisligari kós
Óli Michelsen
lækni
Karsten Hansen bleiv heilsu
málaráðharri í samgonguni.
Beinanvegin boðaði hann frá
nýggjari kós í heilsumálum.
Nú
skuldi
høvuðsdentur
leggjast á heilsu. Øll skuldu
vera við í fyrireikingunum.
Heilsurøktarar, ítróttarleið
arar, vøddamýkjarar o.s.fr.
skuldu til samrøðu.
Í heyst var álit lagt fyri
Føroya Løgting. Tað ítøki
ligasta í álitinum var, at vit
skuldu hava einar fimm
heilsudeplar; men ógreitt
var, hvussu deplarnir skuldu
setast saman og fíggjast.
Tað sum undraði mest
var, at einki stóð um sjúkra
húsini. Í Løgtinginum vildi
Karsten Hansen einki siga
um sjúkrahúsini.
Tað kom fram, at játtanin
til sjúkrahúsini skuldi skerj
ast við 40 mill. kr.
Karsten
Hansen
var
ikki
meir
enn
komin
í
landsstýrissessin, so fekk
Klaksvíkar
Sjúkrahús
25
mill. kr. – og hví ikki. Tað
hevur
verið
óvani
ella
siðvenja, at landsstýrismenn
kradda til seg og síni, og
mentamálaráðharrin hevði
fingið hálvatriðju ferð so
nógv til sínar skúlar. Hetta
var rættvísgjørt við at útseta
og minka um ein skúladepil.
– Her fóru so út móti 100 mill.
kr. uttan nágreiniliga grund
geving og uttan hóvasták.
Seinni sæst lýsing eftir
fólki at stýra kommunu
læknaskipanini úr Klaksvík.
Hetta tykist løgið, tí sam
gongan hevur lagt doyðin á
at leggja stovnar saman, fyri
at fáa betri rakstur og minka
um kostnaðin.
Lógin sigur trý sjúkrahús,
og harvið verður tað. Vit
eru í ferð við at gera stórar
broytingar og arbeiða intenst
fyri at fáa funktiónir út á øll
sjúkrahúsini. Soleiðis sigur
Karsten Hansen í viðtalu við
Sosialin 29. nov. 2013.
Tá játtanin til sjúkra
húsini skal skerjast við 40
mill. kr., merkir hetta, at
Landssjúkrahúsið skal niður
pínast – beint móti gongdini
í grannalondunum, har ser
deildir verða savnaðar á
stórum sjúkrahúsum fyri at
fáa betri og bíligari tænastu.
Landssjúkrahúsið
Eftir heimsbardagan batn
aðu møguleikarnir fyri sjúku
viðgerð skjótari og skjótari.
Kanningartólini blivu betri,
kunnleikin til sjúku øktist,
heilivágur bleiv betri o.s.fr..
Sjúkrahúsini blivu fyrst býtt
upp í kirurgiska og medi
sinska deild, og hesar eru
síðani býttar upp í fleiri og
fleiri serdeildir. Neyðugt var
at savna serdeildir á færri og
størri sjúkrahúsum.
Fyri hálvari øld síðani var
rákið í Danmark komið til
sentralsjúkrahús umboðandi
eini 300.000 fólk.
Í Føroyum var roynt at
fylgja við. Landssjúkrahúsið
varð bygt í 60-árunum, og
fyrst
í
70-árunum
vóru
meir enn tíggju føroyskir
serlæknar á Landssjúkra
húsinum – eitt risa framstig,
og fyrst í 80-árunum var
Landssjúkrahúsið
í
dygd
mett at nærkast donskum
sentralsjúkrahúsi.
Beinanvegin
kom
til
sjóndar mótstøða og illvilji
móti, at vit skuldu hava eitt
meginsjúkrahús.
Keglið um sjúkrahúsini
hevur gjørt stóran skaða.
Vit dragna í mun til granna
londini. Hetta sæst aftur
í kostnaðinum til heilsu
tænastur uttanlands, sum
veksur við rúkandi ferð – er
farið upp um 150 mill. kr. um
árið, - og her stendst ikki á at
fáa eykajáttan.
Eg havi mett, at sjúkra
húsini kosta einar 100 mill.
kr. ov nógv í rakstri um
árið. – Eftir metingunum,
danir hava brúkt, kundu
vit spart 50 mill. kr. við
at savna serdeildirnar á
Landssjúkrahúsinum,
og
høvdu vit brúkt helmingin
av teimum 150 mill. kr. heima,
kom meginparturin aftur í
Landskassan við skatti, MVG,
tolli o.s.fr..
Eitt gott heilsuverk hevur
stóran týdning fyri trivnaðin
í landinum, og fyri at før
oyingar flyta heimaftur. Vit
hava stórt trot á læknum –
serliga
kommunulæknum.
Einir 100 útbúnir føroyskir
læknar arbeiða uttanlands,
so her kundi okkurt verið
betri.
Tankin um heilsudeplar
ljóðar spennandi. Her kundu
kommunulæknarnir fingið
tíðarhóskandi umstøður.
Fyri mær tykist álitið hjá
Karsten Hansen tíverri at
vera ein stór sápubløðra og
skálkaskjól fyri í duldum
at skava til Klaksvíkar. Á
valfundi, sendur í sjónvarp
inum, legði Karsten Hansen
stóran dent á, at hann fór
at stríðast fyri Klaksvíkar
Sjúkrahúsi.
Hví
krógvaði
Karsten
Hansen sínar ætlanir við
sjúkrahúsunum burtur undir
viðgerðini í løgtinginum, tá
hann í novembur sigur seg
arbeiða intenst fyri at fáa
deildir út á øll sjúkrahúsini,
og hvat liggur aftanfyri, tá
hann sigur: Lógin sigur trý
sjúkrahús, og harvið verður
tað.
Sjúkrahúsmálið
tykist
so gruggut, illgrunavert og
huldukent, at Føroya Løgting
eigur at taka álitið til nýggja
viðgerð, so ætlanirnar hjá
Karsten Hansen koma fyri
dagin.
Vit hava nóg mikið av
huldumálum.