mánadagur 3. februar 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tollkredittur v. m.
Heri Mohr
fyrrv. stjóri á Føroya
Gjaldstovu
Fyrst ein stutt frágreiðing
um hvussu tollinnkrevjing
varð skipað, meðan Føroya
Gjaldstova var tollmyndug
leiki frá 1939 til 1987.
Við løgtingslóg nr. 23
frá 11. februar 1950 um inn
flutningsgjald fyrisetti løg
tingið drúgvar reglur um
innflutningsgjøld. (Hendan
lógin fór úr gildi, og í staðin
fyri kom løgtingslóg nr. 121
frá 23. desember 1991 um
toll.)
Við kunngerð nr. 79 frá
1981 fyrisetti løgtingið reglur
um veitan av undantaksloyvi
at fáa tollskyldugar vørur
útflýggjaðar, áðrenn gjald
ið er goldið. Hetta undan
taksloyvið varð kallað toll
kredittur.
(Nevnda kunngerð fór úr
gildi við nýggjari kunngerð
nr. 67 frá 26. juni 1991.)
Kunngerðin legði nakrar
treytir fyri at fáa tollkreditt
eitt nú:
1. Innflutningsgjaldið fyri
tær vørður, ið eru komnar
í einum mánaði, skal vera
goldið í seinasta lagi 22. í
øðrum mánaðinum eftir.
2. Fyri innflutningsgjaldið
verður
vørumóttakarin
at seta trygd svarandi til
innflutningsgjaldið í ein
um meðal mánaði, tó ong
antíð minni enn 100.000
kr.
3. Heldur
vøruinnflytarin
ikki hesar reglur, missir
hann rættin til undan
taksloyvi.
Føroya Gjaldstova var toll- og
skattamyndugleiki.
Skriv
stovustjórin hevði beinleiðis
referencu til løgmann. Í
1986 játtaði løgtingið uml.
25,6 milliónir til 7 gjald
stovur og tolleftirlitið, sum
var beinleiðis undir gjald
stovustjóranum. (Sum toll-
og skattauppkrevjandi vald
v.m. var Føroya Gjaldstova
kostnaðarmiklasta almenna
fyrisiting í landinum.)
Skip og bátar, ið koma
uttanífrá, skuldu fráboða
tollvaldinum,
áðrenn
tey
komu í føroyska havn.
Við støði í skipsmanifesti
ella líknandi farmaskrá, sum
skuldu handast tollvaldinum
uttan drál, ansaði Føroya
Gjaldstova eftir, at innflutn
ingsgjøldini komu í lands
kassan.
Tollvaldið
ráddi
ikki
yvir goymsluhús til óav
greiddar,
tollskyldugar
vørur;
tessvegna
høvdu
skipaavgreiðslurnar,
eitt
nú
Skipafelagið
Føroyar,
D.F.D.S. og Landshandilin,
ábyrgdina
av,
at
ongar
vørur vórðu útflýggjaðar
úr teirra vørugoymslum í
Havn og úti á bygd uttan
við loyvi frá tollvaldinum.
Posttollurin varð roknaður
av postverkinum í Keyp
mannahavn og innkravdur
av postverkinum í Føroy
um. Hetta broyttist, tá ið
postverkið gjørdist føroyskt
málsøki. Góðs, ið kom við
flogfari,
útflýggjaði
flog
felagið við loyvi frá toll
valdinum. Vørur, ið komu
til landið við tilvildarligum
førum, skuldu tollgreiðast
beinanvegin.
Allar goymslur við toll
skyldugum
vørum
vóru
undir regluligum eftirliti av
tollvaldinum.
Tá ið tað kom fyri, at
ótollaðar vørur ikki vóru
at finna á goymslunum hjá
skipaavgreiðslunum, og toll
valdið úrslitaleyst hevði kravt
tollin frá vørumóttakaranum,
kravdi gjaldstovan at fáa øll
relevant skjøl til tær ólógliga
útflýggjaðu vørurnar antin
frá tí í skipsmanifestinum
nevnda móttakara ella í
serligum føri frá tí í skips
manifestinum nevnda av
sendara. Um innkrevjingin
var úrslitaleys, kravdi toll
myndugleikin tá, við heimild
í tolllógini, at tollurin varð
goldin av avvarðandi skipa
avgreiðslu.
Øðrvísi var við tollkre
ditti, sum ikki varð goldin
hóast áminningar og hótt
anir. Í slíkum førum varð
peningastovnurin,
sum
hevði veitt 100.000 kr. trygd,
kravdur eftir upphæddini,
svarandi til tollskuldina, og
um tað ikki var nóg mikið, tað
vil siga, at skuldin var meira
enn trygdin, var neyðugt
at royna aðrar leiðir, eitt
nú sakførara og fútarættin.
Áðrenn tað kom so langt, varð
skrivliga fráboðað skipa
avgreiðslunum og kreditt
havaranum, at tollkreditturin
hjá avvarðandi virki ella
handli
var
annulleraður,
uppsagdur.
Í 1987 var landskassans
eftirstøður í tollkreditti 40
milliónir. Í 1992 var eftir
støðan 63,7 milliónir. Í lands
kassans ársroknskapi 1991
er tilskilað, at 17,7 milliónir
av
tollkredittinum
mugu
haldast at vera virðisleysar.
Í 1987 sá ein nýggjur stovn
ur – Føroya Tollstova – dagsins
ljós. Við ongari fígging og
ongari løgtingsjáttan kostaði
raksturin av stovninum hetta
árið 6,5 milliónir umframt
3,8 milliónir til innrættan
av skrivstovuhølum v.m..
Samstundis – dag um dag
– var Føroya Gjaldstova
ikki tollmyndugleiki long
ur. Hetta fór fram við ong
um dialogi og ongari ”yvir
leveringsforrætning” hvørki
so ella so millum stjóran á
gjaldstovuni og stjóran á tí
nýggju tollstovuni.
Almenna umsitingin úti í
Tinganesi var væl skipað og
riggaði yvirhøvur væl, men
í tíðini 1986-1992 upploystist
og degenereraði umsitingin
í óskili og ruðuleika og ræð
andi arrogancu.
Eisini gjaldstovan føldi
sviðan av ”Paladsrevolutión
ini”, sum fór fram úti á nesi
num:
Føroya Gjaldstova varð
stovnað 1. apríl 1939 sum
danskur stovnur, sum løg
tingið yvirtók við lóg 1. apríl
1949. Stovnurin varð umsitin
professionelt øll árini til 1986.
Tað árið varð sessurin – við
øllum
stjóravirkseminum
– óvæntað skriktur undan
gjaldstovustjóranum,
og
lógin um Føroya Gjaldstovu
varð avtikin uttan tilmæli frá
gjaldstovustjóranum.
Málið um ein løgtingslim í
19 ár og nú landsstýrismaður
við fíggjarmálum, sum var
stjóri í einum handilsvirki
við stórari tollskuld, sum
eitt skipafelag noyddist at
rinda landskassanum, fær í
hesum døgum nógva umtalu
í fjølmiðlunum.
Hevði
hetta
óskilið
ikki røtur í her umrødda
anarkii?
Spilnakin í rættinum!
John av Reyni
formaður
Sosialistisk Ung
Fyri stuttari tíð síðan stóð
ein ung kvinna, ið júst var
flutt heim aftur til Føroya,
so at siga spilnakin í Føroya
rætti.
Grundgevingin
til
hetta var, at hon ikki hevði
rindað kringvarpsgjald og
einki hevði at gjalda við.
Vit kenna øll tey væl
kendu
orðini
”Vælkomin
heim til Føroya”, sum runga
inni í flogfarinum, tá ið man
er lendur í Vágum, og hvussu
tað frískliga lotið kínir okk
um bleytt um kjálkarnar, tá
ið vit trína út og síggja okk
ara vøkru oyggjar.
Tað eigur altið at vera
gott og so lætt sum gjørligt
at flyta heim, men soleiðis
er ikki altíð. Ein sera keðilig
hending var her fyri, og tað
var tann, at hendan unga
kvinnan, sum júst var flutt
heim til Føroya, fekk sum
tað fyrsta vælkomubrævið
eina rokning á kr. 3.600 fyri
kringvarpsgjald.
Unga kvinnan ringdi síðan
til Kringvarpið og segði, at
her mátti vera ein feilur
komin í, tí hon var flutt heim
til mammu sína úr Danmark,
og at mamman segði seg
skula standa fyri hesum
gjaldið. Svarið varð síðan, at
rokningin bleiv strikað, og at
nýggj rokning bleiv send til
mammu kvinnuna.
Ein tíð gongur og næsta
brævið, sum kemur inn ígjøg
num dyrnar, er ikki annað
enn ein fráboðan um at møta
upp í Føroya Rætti, tí nú var
sagt, at unga kvinnan noktaði
at gjalda kringvarpsgjaldið,
og at um hon ikki vildi gjalda,
so skuldu tey koma og taka
pant í hennara lutum.
Unga kvinnan, sum mest
av øllum føldi seg illa av tí
viðferð, hon hevði fingið,
møtti síðan upp í rættinum,
og har stóð hon, ímeðan
peikað bleiv eftir henni, og
sagt varð, at hon ikki vildi
gjalda.
Unga kvinnan hevði til
alla eydnu verfaðir sín við,
sum á góðum suðuroyarmáli
greiddi frá framferðini gjølla
og væl. At enda segði hann
”Um tit skulu taka hennara
lutir, íðan so taki eg og skræði
klæðini av henni, soleiðis at
hon stendur spilnakin, tí tað
er alt, hon eigur”.
Tíbetur bleiv endin tann,
at rokningin bleiv stílað
mammuni at kvinnuni, men
at fáa slíka vælkomu er satt
at siga ein stór skomm fyri
okkum sum samfelag.
Okkara samfelag skríggjar
eftir at fáa tey ungu og helst
ungar kvinnur heim aftur
til klettarnar, tí vit mangla
hesar ungu kreftir at taka og
bera okkara samfelag og tjóð
inn í framtíðina.
Vit áttu heldur at bjóða
hesum tilflytarum vælkom
num við vælkomubrøvum,
sum vísa á møguleikar í
okkara samfelag, og á tær
tænastur eitt nú komm
unurnar bjóða, og ikki minst
áttu vit at bjóða teimum
møguleikan at koma til eitt
prát og ein kaffimunn niðri
hjá Jógvani ella Heðini.
Vit hava sæð, hvussu
ónøgdin er um kringvarps
gjaldið, sum kann vera ein
stórur biti at svølgja hjá
summum. Vit hava sæð,
hvussu
kringvarpsgjaldið
ikki klárar at fylgja við prís
talsvøkstrinum, og vit hava
sæð, hvussu stórur tørvurin
er á, at vit framhaldandi
skulu tryggja okkara ment
anararv.
Tí vóni eg, at tey, sum
varða av okkara samfelag,
tryggja, at slík viðferð, sum
hendan unga kvinnan fekk,
aldrin verður endurtikin, og
at tey tryggja eitt gott óheft
kringvarp, sum varðar og
mennir okkara mentan.
Hvussu? Legg kringvarps
gjaldið um til ein prosentsats
(eins og barnsburðar gjald
ið), sum fer óskerdur til
Kringvarpið, soleiðis at øll
gjalda í sama kassa. Tað
er lættari at umsita, og
tryggjar Kringvarpið, eisini
tá ið prístalsvøkstur er. Ikki
minst tryggjar tað, at fólk
ikki skulu møta upp sum
Svarti Per niðri í rættinum.