Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-03, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2014síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í nátt var so Super Bowl, sum er finalan í amerikanskum fótbólti. Amerikumenn duga sítt, tá tað kemur til at gera eitt show. Tað gjørdu teir eisini hesaferð. Dysturin bleiv ongan­tíð spennandi, men alíkavæl keddi tú teg ongan­tíð – uttan so at tú ert ein íðin Denver Broncos fjeppari. Eg haldi at vit í Føroyum eru á góðari leið, tá tað kemur til at skapa eitt show til finalur. Hetta síggja vit til millum annað hondbólt, flogbólt, badminton, judo, borðtennis, svimjing, meðan fótbólturin hevur havt torført við at finna stevið, men ný byrjar at líkjast. Vit skulu ikki standa í stað, men heldur tora at royna nýggjar leiðir og nýggj ting. Millum annað vóru finalurnar í flogbólti og hondbólti í fjør vístar í sjón­varp­inum, útvarpaðar á Rás2 og Kringvarpinum, meðan umboð fyri at kalla allar miðlar vóru til staðar. Tað kann man finna seg í. Gentan sum datt Ein av høvðushendingunum í Super Bowl er sokallaða »half-time« showið, har onkrir av heimsins størstu tónleikarum framføra. Hetta skani eg eitt sindur í Føroyum, men onkur vildi sikkurt sagt, at tað er at gera ov nógv av. Mær rennur í huga eina steypafinalu á Tórsvølli. Ella eg haldi tað var ein steypafinala, men talan var hvørtfall um ein hálvleiksshow í einum fótbóltsdysti á Tórsvølli. Tað regnaði og nakrar stakkals fimleikagentur skuldu framføra á vøllinum. Tær gjørdu myllu, bóltaðu rút og gjørdu kraftlop. Váti vøllurin gjørdi, at tað bara var ein spurningur um tíð, áðrenn onkur teirra fór at detta. Og so var. Stakkals gentan setti ferð á. Tá hon skuldi seta av fóru beinini undan henni í hála undirlagnum. Hon mundi fara 2/3 runt, meðan armar og bein fóru í hvør sína ætt. Eg veit enn tann dag í dag hvør stakkals gentan er, men eg kann ikki minnast hvør spældi. So eitt gott, tilætla ella ikki, hálvleiksshow kann also leggja afturat einum góðum finalu degi. Annars Eg var til dystin í gjár millum Kyndil og H71. Høllin á Hálsi kókaði og stemningurin var fantastiskur. Eg veit ikki hvussu nógvar milliónir krónur Tórshavnar Býráð hevur brúkt upp á at umvæla høllina, men tað hjálpur also lítið, tá vit hava brúk fyri ein meiri altjóða ítróttarhøll, sum hann hýsa fleiri stórum tiltøkum og fáa fleiri áskoðarar inn. Vónandi merkir hetta ikki, at vit ikki fáa eina altjóða multihøll í framtíðini. Tað hava vit brúk fyri! Gev mær eitt show! Ítróttar klumman Tróndur Arge Tróndur Arge Fótbóltsverðin kann verða ein torfør verð at liva í. Tað, sum er ein avtala í dag, kann í morgin verða okkurt heilt annað, um ikki papír er fingið upp á avtaluna. Tað gongur eisini skjótt – báðar vegir. Hetta má Kristian Joensen ásanna. Hann fór eftir kappingar­ lok í fjør at venja við AB í Danmark. Tað gekk væl og felagið ynskir at knýta mál­ verjan til felagið. Áðrenn hetta kemur upp á pláss skiftir ítróttar­ stjórin í AB í annan leiklut í stórfelagnum Brøndby IF. Brádliga verður eyka­mál­verj­ in hjá felagnum skaddur og umvegis fyrrverandi ítróttar­ stjóran í AB, verður Kristian Joensen umbiðin til royndar­ venjing hjá Brøndby. – Meðan sáttmálin hjá AB lá á boriðinum til Kristian, kom Brøndby í myndina og vóru sera áhugaðir at fáa Kristian til royndarvenjing, tí teir manglaðu ein eyka­ mál­mann. Tey høvdu hoyrt og sæð hvussu væl tað hevði gingið hjá Kristian til royndar­venjingina, sum hann hevði havt í AB umleið ein mánaða áðrenn. AB gav grønt ljós og søgdu at einki var í vegin fyri at Kristian fór at royndarvenja við Brøndby, og skuldi tað hent at eingin sáttmáli kom frá Brøndby, so vildi AB framvegis hava Kristian í januar mán­ aða, sigur Hans Jacob á Líknargøtu, umboðamaður hjá Kristiani. AB bakkar út Kristian er við á venjingar­ legu hjá Brøndby í Dubai, men tað blívur ikki til nakran sáttmála. Felagið velur heldur ein 30 ára gamlan málmann úr Belgia. Alt í meðan hevur AB ein málverja til royndarvenjing. Talan er um triðja málmannin hjá FC Nordsjælland. Felagið ger sáttmála við hann og ikki Kristian, sum teir annars lovaðu. – Avtalan millum AB og Kristian var komin uppá pláss og bert undirskriftin mangl­aði, men so bakkaði AB út av eini ella arðari orsøk, sigur Hans Jacob á Líknargøtu. Leitar eftir nýggjum møguleikum – Fótbóltsverðin kann vera ein køld og ráðlig verð. Men sjálvt um tað ikki bleiv til nakað í Danmark til Kristian á hesum sinnið, so merkir tað ikki at hann ikki fer at spæla uttanlands í framtíðini, sigur umboðsmaðurin og heldur fram. – So nú verður arbeitt við øðrum møguleikum í øðrum londum. Eg kann eisini til end­ans siga, at Kristian gjørdi eitt gott indtrykk báðar ferðinar hann var og royndar­ vandi í Danmark. Hann fekk nógv góð skoðsmál frá bæði venjaratoyminum hjá AB og Brøndby, og stóð hann einki aftanfyri hinar mál­menn­ inar. Hann er heilt sikkurt ein spælari vit fara at síggja nógv til í framtíðini, sigur Hans Jacob á Líknargøtu at enda. trondur@sosialurin.fo Kristian stendur eftir við ongum Føroyski U21 landsliðsmálverjin hevði avtalu við danska 1. deildarfelagið AB, men eftir eina venjingarlegu við Brøndby hevur AB bakkað út og Kristian stendur eftir við ongum ítróttur ítróttartoymi Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen Jákup Mørk Pætur Eyð. Jensen Seahawks vann Super Bowl Seattle Seahawks vann 48. útgávu av Super Bowl, sum er heimsins størsta eindags ítróttartiltak og stóra finalan í amerikonskum fótbólti. Hetta hendi, tá ið teir vunnu óvæntað stórt 43-8 ímóti Denver Broncos.