mánadagur 3. februar 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge
Áleið 5.000 krónur. Tað er
bótin frá altjóða fótbólts
samgonguni, sum ÍF hevur
fingið, tí sáttmálin við Boga
Reinert
Petersen
mangl
aði eina undirskift. Ólavur
Larsen, fyrrverandi formað
ur í ÍF, umsitur Transfer
Matching
System
(TMS)
skipana fyri ÍF.
Hetta er ein skipan, sum
allir sáttmálabundnir spæl
arar skulu í gjøgnum, tá teir
skifta til felag í øðrum landi.
Í samband við at Bogi
Reinert Petersen í feburar
2013 skifti til ÍF, verður gjørd
ur sáttmáli við U21 landsliðs
miðvallaran, sum flytir til
Føroyar úr Danmark. Sátt
málin millum partarnar skal
sendast til TMS. Hetta verður
gjørt,
men
undirskriftin
hjá Boga Reinert Petersen
manglar.
– Bogi er í Danmark, so
eg undirskrivaði sáttmálan
vegna ÍF og sendi hann av
stað til TMS skipana. Tað
hava vit gjørt onkuntíð fyrr,
men tað hevur ongantíð
verið ein trupuleiki, greiðir
Ólavur Larsen frá.
Misskiljingin
Stutt seinni takkar Ólavur
Larsen fyri seg sum for
maður hjá ÍF og Magnus
Jørmundsson
tekur
við.
Hvørt felag skal hava eitt
umboð, ið tekur sær av TMS
skipani. Viðkomandi skal
hava tikið eitt TMS skeið
og tað hevur Ólavur. Hann
heldur tí fram sum TMS um
boð fyri ÍF.
Felagið hevur ein felags
mail, har mailarnir frá TMS
millum annað enda. Tað gert
tó skjótt greitt, at fólkini
handan TMS hava nógv upp
á hjartað.
– Vit fáa fleiri mailar frá
teimum, og hvørja ferð er tað
tíðindaskriv og annað, sum
vit ikki skulu svara uppá.
Uppdateringar og annað hjá
teimum, greiðir Ólavur frá.
Tað ber til at umsita TMS
uttan at hava atgongd til
mailarnar frá teimum.
– Eg bæð tey bara lata
mailarnar frá teimum fram
framvið, tí teir ongantíð
høvdu nakað upp á seg, sigur
Ólavur víðari.
Ólavur Larsen hevur gjørt
FIFA greitt, at tað er hann,
sum er umboð fyri TMS hjá
ÍF, men boðini eru ikki mót
tikin á rætta stað í FIFA, tí
á mailinum verður víst til
Hildigarð Eliasen. Eisini her
er ein misskiljing í.
Bótin
10. desember í 2013 sendir
TMS ein mail til felagsmailin
hjá ÍF. Undirskriftin hjá Boga
Reinert Petersen manglar,
men ongin varnast at talan
er um álvarsaman mail, ið
felagið skal svara uppá.
Tíggju dagar seinni kemur
aftur mailur frá TMS, har ÍF
verður biðið um at fáa sent
ein nýggjan sáttmála.
Á 13. degnum í januar fell
ur hamarin. ÍF sær eina bót á
800 sveisiskar frankar. Tað er
4.882 krónur í dagsins virði.
Men heldur ikki hesi boðini
verða móttikin í ÍF. Ongin
opnar mailin.
Tað er ikki fyrr enn 20.
januar, at FIFA setur seg í
samband við føroyska Fót
bóltssambandið, fyri at fáa
greiðu á hví ÍF ikki svarar.
Seks dagar at gjalda
Tað er ikki fyrr enn 21. januar,
ein mánað og ein dag síðani
FIFA royndi at fáa fatur á
ÍF, at boðini verða móttikin
í Fuglafirði. FIFA hevur sett
seg í samband við FSF, sum
fær fatur á ÍF.
– Eg las mailin og sá, at eg
hevði tríggjar dagar at fáa
undirskrift á sáttmálan, sum
var útgingin tá, og seks dagar
til at gjalda bótina, greiðir
Ólavur frá.
– Eg ringdi til Boga og vit
fingu ornað undirskiftina og
so máttu vit gjalda bótina,
sigur Ólavur, sum átekur sær
sín part av skyldini.
– Eg skal sjálvandi tryggja
mær, at TMS mailarnir koma
til mín og at eg lesi teir, men
hetta er fyrstu ferð, at tað
hevur verið nakað í mail
inum, sum vit skulu svara
upp á, sigur Ólavur víðari.
Kunnu fyribyrgja
Ólavur Larsen kennir alt
til harða arbeiði, sum ligg
ur aftanfyri at reka ein fót
bóltsfelag í bestu deildini í
Føroyum. Hann hevur í fleiri
ár verið formaður í ÍF, sum
helst kann roknast sum eitt
av minni feløgunum í bestu
deildini.
Hann er av tí áskoðan, at
slíkir feilir kunnu fyribyrgj
ast, um FSF eru sinnaðir at
seta pengar av til umsiting
hjá feløgunum.
– Um FSF lat okkum
150.000 krónur í stuðul til
umsiting, so kunnu feløgini
gjalda hina hálvuna, so ber
til at hava eitt fulltíðar starv
í felagnum, sum tekur sær av
tí umsitingarliga. Av tí sama
verður tað ikki so rúgvus
mikið fyri tann einstaka at
verða í einum føroyskum
fótbóltsfelagið, sigur Ólavur
og leggur afturat.
– Tað hevði kunna fyri
byrgt slíkar feilir, tá FIFA má
ringja til FSF fyri at fáa fatur
á okkum. Tá hevði ein líkn
andi støða ikki íkomi, sigur
Ólavur og heldur fram.
– Eitt fulltíðarstarv hevði
eisini gjørt, at tann persón
urin kundi tikið sær av lýs
ingum, stuðlum og hinum
umsitingarliga. Tað hevði
gjørt tað nógv meiri liviligt
hjá hinum at siti í nevnd og
tikið ábyrgd í felagnum, sigur
Ólavur Larsen at enda.
Ólavur er keddur av støð
uni, sum er íkomin, men
heldur at tað týdningarmikið
at læra av hesum og koma
víðari.
fótbóltur
ÍF fingið bót frá FIFA
Fyrrverandi formaðurin varnaðist ikki ávaring frá spælaraflytingarskipani hjá FIFA, og
tí endaði ÍF við at gjalda bót fyri manglandi undirskrift á einum sáttmála
Eisini B36 hevur fingið
eina bót frá FIFA. Her rest
aði somuleiðis ein undir
skrift á einum sáttmála.
Tað var sáttmálin hjá
danska
miðverjanum,
Martin Pedersen, sum ikki
hevði eina undirskrift frá
spælaranum á.
Hetta gjørdi FIFA B36
vart við í maili, men eins og
í Fuglafirði, so varnaðust
tey í árstalsfelagnum ikki,
at talan var um álvars
ligan mail, sum tað skuldi
svarast upp á.
B36 fekk sostatt somu
bót sum ÍF.
B36 fingið
líknandi bót
10. desember 2013:
ÍF fær mail frá FIFA og TMS.
Her verður víst til, at undirskrift
manglar á sáttmálanum hjá Boga
Reinert Petersen. Freistin er 17.
desembur.
20. desember 2013:
ÍF fær nýggjan mail, har víst verður
til, at FIFA einki svar hevur fingið
upp á mailin 10. desember. ÍF fær
eina nýggja freist, sum er 10. januar,
at fáa viðurskiftini í lag, ella er
sannlíkt, at ÍF verður revsað.
10. januar 2014:
ÍF fær triðja mailin frá FIFA og nú er
ein bót viðheft. Felagið verur biðið
um at svara upp á mailin í seinasta
lagi 20. januar. Felagið fær til 27.
januar at gjalda bótina.
20. januar 2014:
Freistin er farin og ÍF hevur
framvegis ikki varnast boðini frá
FIFA, sum setur seg í samband við
FSF.
21. januar
FSF fær fatur á Ólavi Larsen og
ÍF, sum hevur til 24. januar at fáa
undirskriftina og viðurskiftini upp
á pláss. ÍF ger skjótt av og fær bæði
undirskrift og bótina avgreidda.
Soleiðis hendi tað:
Manglandi sáttmála-
undirskriftin frá Boga
Reinert Petersen, var
orsøk til bót frá FIFA