mánadagur 3. februar 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur Hondbóltur
Pætur Albinus
Tað var, sum tað átti at vera,
tá ið Kyndil og H71 løgdu upp
til eina spennandi seinnu
hálvfinalu í steypakappingini
sunnukvøldið, eftir at Kyndil
við 21-17-sigri tveir dagar
frammanundan hevði tryggj
að sær ein lítlan fyrimun.
Hondbóltsglaðir
fjepparar
tvíbýttu
eina
stúgvandi
fulla høll – onnur helvtin í
grønum og hin í svørtum –
meðan mælsku fjeppararnir
við felagsrópum kyndu júst
rætta hýrin til ein slíkan
dyst, eitt slíkt tiltak.
Ein hugsaði, at við hesum
umstøðunum var trupult
hjá leikarunum at mátast
við vónirnar hjá teimum,
ið hugdu at, men um nakar
ivaðist, so ivaðist viðkomandi
ikki leingi. Næsti tímin av
hondbólti var eitt brak!
Kyndil, so H71
Tað var Kyndil, sum bæði
hevði munin á samlaðu
máltalvuni og nú eisini fyri
munin á heimavølli, og tað
sýntust teir grønu úr Havn
ini vilja staðfesta alt fyri
eitt. Beinharða verjuspælið,
sum fór til markið, men
ikki yvirum markið, og sum
eydnaðist so væl í fyrru hálv
finaluni, varð uppafturtikið.
Væl vaksnu bakkspælararnir,
sum
hava
fingið
risan,
Hörður Fannar Sigþórsson,
ímillum seg í verjupartinum,
skaptu ein flytandi múr, ið
trupul var at koma upp- og
rundanum.
Hetta var eitt av grundar
steinunum undir sigrinum
og serliga fyrstu løtuna, tá
ið Kyndil hevði einarætt upp
á leiðsluna – men einans til
níggju minuttir vóru eftir,
tá ið H71 javnaði til 8-8 og
síðani av álvara fekk vind í
seglini ímóti hálvleiksenda.
Bogdan Florea, sum ikki
fekk stórt rásarúm, trein
úr skugganum og langaði
nakrar bóltar í meskarnar,
somuleiðis sum ungu og
kviku heimligu uppaldu H71-
leikarunum sneiddu seg inn
um stinnu kyndlaverjuna
og við fleiri málum fingu
vent myndina á høvdið.
Hesa løtuna átti H71 eina og
aleina, og við ótrúligum hýri
á hoyvíksfjøldini tóktust teir
ikki at vera til at steðga og
Kyndil fekk ein kærkomnan
hálvleik.
Hálvleiksstøðan var 14-10
til H71, og í samlaðu støðuni
stóð á púra jøvnum.
Skiftu um leiðsluna
Tann løtan, sum var so góð
fyri H71 undan hálvleiks
steðginum, hevði gjørt teim
um gott. Teir spældu nevn
iliga framvegis væl fyrstu
løtuna í seinna hálvleiki og
vóru skjótt á odda 17-12, sum
var ein leiðsla á neyðugu
fimm málini, sum hevði sent
teir í finaluna.
Ilt gjørdist verri hjá Kyndli,
sum eina løtu hevði tríggjar
mans útvístar og vóru av
álvara sárbarir. Hesa løtuna
kundu teir missa finalu
plássið. H71 kendi tó ikki sína
vitjunartíð, og heldur enn at
økja um leiðsluna, fingu teir
eisini tveir mans útvístar og
endaðu sjálvir við at spæla
í
undirtali.
Hesa
løtuna
væntaði helst eitt sindur av
royndum hjá unga hoyvíks
liðnum.
Finnur Hansson var ein
brandur í álopspartinum hjá
Kyndli, har hann við sínum
eyðkendu, snildu spælingum
gjørdi seg galdandi, men so
sanniliga eisini við at sjálv
ur skjóta nógv ótrúliga um
ráðandi mál við síni ótrúligu
samanseting
av
lopmegi,
skotstyrki
og
beinrakni.
Málini fullu júst røttu tíðina,
og høvdu við sær, at Kyndil
fekk neyðuga andarrúmið.
Undirhaldandi endi
Tá ið tað írestaði ein min
uttur var støðan 26-23 til H71
og H71 slapp í álop. Mong
mundu halda, at nú var
skilabest at dríggja tíðina
eitt sindur og fáa avgerandi
málið, sum kundi sent H71 í
steypafinaluna, men heldur
óskiljandi
valdi
Bogdan
Florea at leggja alla orku í
at avgera álopið alt fyri eitt
og royna at finna Sigmund
Nolsø á strikuni. Hetta mis
eydnaðist,
Kyndil
vann
bóltin og slapp í álop at eta
tað sindrið av sekundum,
sum vóru eftir av hesi frálíku
seinnu hálvfinaluni, sum
eingin vildi hava at enda.
Kyndil tapti 24-26 henda dyst
in, men líka løgdu teir í, tí við
samlaðum 45-43-sigri kundu
teir á kyndilsmessu frøðast
um, at teir fyri 18. ferð í 30 ár
eru í steypafinaluni.
albinus@sosialurin.fo
Undirhaldið var sjáldsama gott, tá ið menninir
hjá Kyndli eftir tvær rimmar hálvfinalur ripaðu
H71 úr steypakappingini. Háspenningur var allan
dystin á tamb í høllini á Hálsi sunnudagin og
finaluplássið skifti ímillum Hoyvíkina og Havnina,
men á kyndilsmessu var gaman í, at Kyndil skuldi
fáa tað. Við samanløgdum 45-43-sigri er Kyndil í
steypafinaluni fyri 18. ferð seinastu 30 árini!
á kyndilsmessu
Kyndil fekk
finaluplássið
Kyndil fekk
1. hálvfinala:
H71 - Kyndil 17-21 (7-10)
H71: Bogi G. Davidsen 3, Rúni Højgaard 3, Hans Kári Hansen 2,
Høgni Olafsson 2, Esbern Patursson 2, Jónas Djurhuus 2, Bogdan Florea 1,
Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsø
Kyndil: Finnur Hansson 6, David Edvardsen 5, Julian Johansen 3,
Høgni Klein Olsen 2, Hörður Fannar Sigþórsson 2, Andrias Sólsker 1,
Hans Áki Dal-Christiansen 1, Ludvík Súnason 1
2. hálvfinala:
Kyndil - H71 24-26 (10-14)
Kyndil: David Edvardsen 8, Finnur Hansson 6, Bárður Johannesen 3,
Hörður Fannar Sigþórsson 3, Julian Johansen 2, Hans Áki Dal-Christiansen 1,
Ludvík Súnason 1.
H71: Bogdan Florea 8, Bogi G. Davidsen 5, Rúni Højgaard 4,
Esbern Patursson 3, Hallur Biskopstø 2, Hans Kári Hansen 2,
Sigmundur Dahl 1, Sigmundur Nolsø 1