mánadagur 3. februar 2014síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hondbóltur
Petur Mittún, venjari hjá
H71, var týðiliga vónbrotin
eftir tætta og spennandi
dystin, men hann var
hóast alt fúsur at tosa
siðiliga um annars frálíku
steypafinalurnar – og ser
liga tí seinnu, sum var so
undirhaldandi.
– Marginalarnir vóru á
teirra síðu, og tað gjørdi tað
nógv tyngri. Tað vóru teir
heilt smáu marginalarnir,
sum avgjørdu tað, helt
Petur Mittún fyri eftir
dystin.
Hann var væl nøgdur við
dómaraparið, so tað vóru
ítróttarligu marginalarnir,
hann eftirlýsti, kann leggj
ast afturat.
Ikki í panikk
Hóast teir í samlaðu støð
uni vóru aftanfyri við fýra
málum undan dystinum,
so var tað ikki taktiska
ætlanin at strúka avstað
og frá fyrsta bríksli.
– Uppleggið var ikki at
fara í panikk og ikki neyð
turviliga koma á odda við
fýra málum alt fyri eitt.
Vit royndu at gera tað
meiri konkret og vinna
hvørt korter við einum
máli. Tað riggaði rímiliga
væl og vit vóru á odda við
fýra málum í hálvleikinum
og síðani við seks málum í
seinna hálvleiki, sigur hann
og leggur afturat, at teir
síðani vóru nakað óroyndir
og sjálvir fingu útvísingar,
sum at enda lorkaði finalu
plássið burtur.
Hørður ein styrkur
Hjá Kyndli hepnaðist tað
væl at mansverja Bogdan
Florea, meðan H71 bara í
fáum løtum valdi at mans
verja Finn Hansson. Vit
spurdu, um hann nú angr
aði, at teir ikki tóku stór
skjúttan meiri burturúr
spælinum.
– Nei. Vit høvdu eina
greiða dystarætlan og hon
helt næstan allan vegin.
Ein møguleiki var at fara í
eina álopskenda verju, men
vit føldu ikki, at tað var
neyðugt. Tað lá og vippaði
við hesum fýra málunum
allatíðina, vísti hann á.
Hann metti eiheldur, at
teir høvdu skyldu at vinna,
nú teir í landskappingini
eru frammanfyri Kyndil.
– Teir eru bara tvey stig
aftanfyri okkum og spælt
ein dyst færri. Harnæst
hava teir ikki havt Hørð
við fyrr enn nú, og tað
er ein klárur styrkur hjá
teimum, segði hann at enda
vísandi til strikuspælaran,
íslendska Hörður Fannar
Sigþórsson.
Aldursforsetin hjá Kyndli,
40
ára
gamli
Bárður
Johannesen, gekk á odda tá
ið harðast leikaði á í tøttu
og spennandu seinnu hálv
finaluni sunnukvøldið.
– Menn sóu ógvuliga
tungir út, tá ið vit sótu har
í hálvleikinum. Tað má eg
viðganga. Vit royndu at
hugsa, at tað var ein hálv
leikur eftir og at alt fram
vegis kundi henda. Eg
royndi tað, sum eg kundi,
og tað gekk tíbetur, segði
Bárður Johannesen eftir
dystin.
Hugsaðu um
henda dystin
Hann helt tað vera um
ráðandi, at teir í Kyndli
bara hugsavnaðu seg um
seinnu hálvfinaluna og
gloymdu samlaðu støðuna
– og skuldu vinna.
– Vit royndu ikki at
hugsa um fyrra dystin og
spæla ein nýggjan dyst,
sum skuldi vinnast. Men
tað gekk rímiliga striltið.
Vit misnýttu nógv, harav
brotskøst og skjótálop, og
tað var skjótt at teir komu
fram um okkum. Tað var
tungt at byrja upp á seinna
hálvleik, men eg føldi, at
vit fingu fatur á teimum
í verjuni, sigur Bárður og
heldur fram:
– Men so fingu vit tríggj
ar útvísingar upp í slag,
og tá sá svart út. Men vit
trúðu upp á tað hóast alt,
tí vit høvdu longu fingið
fatur á teimum, so tá ið vit
vórðu fullmannaðir aftur
hildu vit, at vit kundu
steðga teimum. Og tað
gjørdu vit so, segði Bárður.
Jøvn finala
Bárður Johannesen metir,
at teir sum annað liðið
í steypafinaluni fara at
syrgja fyri einum góðum
dysti.
– Nú hava vit ikki tapt í
átta dystir. Vit tapa hendan,
men tað var væl valt at
júst tapa í dag. Tað er so
at siga 50/50 í finaluni. Um
vit møta VÍF, so eru teir
helst favorittar, men StíF
er eitt steypalið og klára
seg væl har og kunnu vera
favorittur, men eg vænti
tó, at finalan verður jøvn,
segði Bárður Johannesen
at enda.
albinus@sosialurin.fo
Tað sá svart út
Kyndil vann
sær munin
Marginalarnir
á teirra síðu
Myndir: Álvur Haraldsen
Bárður Johannesen:
Petur Mittún:
Kyndil vann sær fyrimunin í hálvfinalunum við at
vinna 21-17 í fyrru hálvfinaluni í Hoyvíkshøllini.
Pætur Albinus
Fyrstu løtuna var tað annars
H71, sum tóktist hava betra
takið á dystin, og tá ið 10
minuttir vóru farnir vóru
teir á odda 3-1. Síðani fekk
kyndlaverjan betur fatur á
hoyvíkingum, og hetta var
eisini nakað, sum kom at
merkja dystin. Kyndil fekk
somuleiðis gongd á álops
spælið og vunnu sær eina
leiðslu í fyrra hálvleiki. Tá
ið H71 hendingaferðina fekk
spælt seg til møguleikar, var
kyndlamálverjin,
Mladen
Mjerimacka, ein brandur at
bjarga skotunum.
Starvsfelagi
hansara
í
H71-málinum,
Tóraldur
Kollsker,
stóð
somuleiðis
væl í fyrra hálvleiki og var
ein av høvuðsatvoldunum
til, at Kyndil ikki var á odda
við nógv fleiri enn teimum
trimum í hálvleikssteðginum.
10-7 til Kyndil var nevniliga
hálvleiksstøðan.
Kyndil varðveitti
Ein útvísing til H71 tíðliga í
seinna hálvleiki gjørdi sítt til,
at Kyndil fekk flogið og skjótt
kom á odda 13-8. Tóraldur
Kollsker, sum annars stóð
væl í fyrra hálvleiki, fekk ikki
fatur á nógvum og so kom
Ári Dam í H71-málið. Hann
gjørdi
nakrar
avgerandi
bjargingar og H71 fekk mið
skeiðis í seinna hálvleiki
minkað málmunin niður í
tvey mál, men síðani dróg
Kyndil aftur frá og avgjørdi
dystin. Avgerandi var, at
Bogdan Florea gjørdi tríggjar
tekniskar villur í trimum
álopum á rað og fekk eina
útskifting sum avrokning.
Verjan hjá Kyndli hevði
ógvuliga gott tak á H71.
Bogdan Florea gjørdi lítið
um seg, meðan teir yngru
heimligu leikararnir líktust
leikarum, ið høvdu skot
venjing fyri neyðini. Álops
spælið hjá Kyndli var eiheldur
serliga
einastandandi,
men
við
leikarum
sum
Finni Hanssyni og Davidi
Edvardsen
eydnaðist
tað
teimum at gera neyðugu fleiri
málini enn hoyvíkingar, sum
tóktust nakað moyrir eftir
dystin tveir dagar framman
undan.
Kyndil vann hesa fyrstu
hálvfinaluna uppiborið 21-17.
albinus@sosialurin.fo