mánadagur 3. februar 2014síða 18
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Hilmar Jan Hansen
Ungi bogaskjúttin, Teitur
Dalsgarð úr VágaSkoti, sum
skjýtur í recurve, megnaði
í gjár at vinna gull og seta
føroyskt met í kappingini
Frederiksborg Pokalen 2014,
sum var í Hillerød í Danmark.
Við á ferðini var eisini
venjarin hjá Teiti, Eggaba
Andreasen.
Hann var í gongd frá
morgunstundini av og út á
kvøldið, so tað ráddi um at
halda tankarnar samlaðar og
at vera púra klárur at skjóta
mestsum alla tíðina. Teitur
var við í kadet-bólkinum,
har tilsamans 20 skjúttar
vóru við, og var talan bæði
um gentur og dreingir.
Tað var longu í innleiðandi
kappingini, at Teitur skjeyt
569 stig, sum er føroyskt
met hjá dreingjum í kadet-
bólkinum
á
12
metrum.
Gamla
metið,
sum
var
næstan sjey ára gamalt, var
564 stig, og tað átti Sjúrður
Rein úr Tambum.
Góða úrslitið rakk eisini
til finaluskjóting, og har
vann Teitur 6-0 í áttanda
partsfinaluni, 6-2 í fjóðrings
finaluni og 7-1 í hálvfinaluni,
áðrenn hann kom heilt í
finaluna, har hann skuldi
skjóta ímóti einari danskari
gentu, Josephine S. Andersen
úr Lyngby Bueskyttelaug,
sum eisini hevði staðið seg
væl allan dagin.
Í finaluni vann Teitur
Dalsgarð 7-1, og umførini
endaðu 26-24, 29-29, 30-20
og 30-29. Í triðja umfarinum
megnaði Teitur at halda
høvdið
kalt,
meðan
tað
kiksaði hjá Josephine, sum
eftir at hava skotið tveir
tíggjarar var so óheppin, at
hon slett ikki rakti við tí eina
pílinum.
– Hetta er sera væl skotið
av einum so ungum dreingi í
so spennandi støðu, tí 30 stig
í avgerandi umfari er fult
stigatal, siga tey frá Boga
skjótisambandinum.
hilmarjan@sosialurin.fo
Mynd: Bogaskjótisamband Føroya
Eik-ligan kvinnur
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 Mjølnir
15
14
1
44
13
31
22
2 Fleyr
13
11
2
36
12
24
17
3 Dráttur
14
9
5
34
22
12
15
4 KÍF
15
9
6
35
23
12
15
5 TB
14
8
6
33
23
10
14
6 SÍ
15
2
13
9
39
-30
4
7 ÍF
14
2
12
9
37
-28
4
8 Ternan
15
2
13
12
43
-31
3
Eik-ligan menn
nr. Lið
Dystir
Vunnið
tapt
vunnin sett
tapt sett
munur
Stig
1 ÍF
11
9
2
29
11
18
14
2 Fleyr
12
8
4
27
21
6
11
3 SÍ
12
5
7
24
23
1
9
4 Mjølnir
11
1
10
5
30
-25
2
TB - Dráttur 2-3 (26-24, 25-17, 21-25, 17-25, 11-15)
Mjølnir - Ternan 3-1 (25-3, 22-25, 25-19, 25-10)
SÍ - KÍF 1-3 (25-21, 12-25, 14-25, 13-25)
Mjølnir - SÍ 0-3 (20-25, 13-25, 17-25)
Teitur gull og met
Ungi vágamaðurin megnaði bæði at vinna gull og
seta føroyskt met í stórari danskari kapping
Nú stigini eru koyrd í helvt hjá kvinnunum, eru bara trý stig
millum fýra lið, ið síggja út til bara at skula kappast um,
hvat av teimum skal spæla FM-finalu ímóti Mjølni
Fýra eru um boðið
Danskari
dømir steypa
finalurnar
Nú tað er greitt, at Jan
Hentze
er
givin
sum
altjóða dómari, verður
hann heldur ikki fyrsti
dómari, tá steypafinal
urnar í flogbólti verða
spældar.
Flogbóltssam
bandið fær í hansara stað
ein danskan dómara at
koma upp at døma.
Líka síðani Flogbólts
sambandið afturi í 2000 fór
undir at skipa fyri stóru
steypafinaludøgunum
hjá bæði kvinnum og
monnum,
hevur
ein
altjóða
dómari
verið
fyrstidómari
í
báðum
finalunum. Tað var ein
avgerð, táverandi nevnd
í Flogbóltssambandinum
tók, og núverandi nevnd
fylgir sama leisti.
– Fyrstu fimm ferðirnar
vóru tað danskarar, ið
dømdu, og tað eina árið
var tað ein dómari úr
Liechtenstein, ið dømdi.
Men síðani eg í 2005 bleiv
altjóða dómari, havi eg
dømt
allar
finalurnar,
sigur Jan Hentze, sum fyri
viku síðani kundi fortelja
her í blaðnum, at hann
nú var givin sum altjóða
dómari.
Í hesum sambandi gav
hann eisini til kennar, at
av tí at tað altíð var ein
altjóða dómari, sum dømdi
steypafinalurnar
sum
fyrstidómari, kom tað ikki
at verða hansara leiklutur
á stóra steypadegnum hjá
flogbóltinum, sum er um
smáar tvær vikur, leygar
dagin 15. februar. Hesum
boðaði Jan Hentze so eisini
Flogbóltssambandinum
frá.
– Vit settu okkum
beinanvegin í sambandi
við danska flogbóltssam
bandið, sum lovaði at
hjálpa okkum við hesum,
so tað verður altjóða dóm
arin,
Morten
Engborg
Klein, sum kemur til
Føroya at døma báðar
steypafinalurnar
um
smáar tvær vikur, sigur
Jákup Fjalsbak, formaður
í Flogbóltssambandinum,
ið sostatt heldur fast um
leistin við altjóða dómara
til steypafinalurnar.
hilmarjan@sosialurin.fo
Teitur Dalsgarð úr VágaSkoti vann gull og setti
føroyskt met í stórari danskari kapping í gjár
Hilmar Jan Hansen
Hóast bara ein lítil trið
ingur enn er eftir av lands
kappingini hjá kvinnunum,
verða tað helst klaksvíks
kvinnur, ið fara avstað við
øðrum FM-finalusessin, so
tað upp til Fleyr, Drátt, KÍF
og TB – helst eisini í nevndu
raðfylgju – at kappast um
hin sessin.
Nú fyrstu tveir triðingarnir
eru farnir aftur um bak og øll
liðini hava spælt tvær ferðir
ímóti hvørjum øðrum, eru
stigini eisini koyrd í helvt.
Tað merkir, at tættari er
millum liðini, og tí hevur tað
heilt bókstaviliga við einum
pennastroki
givið
størri
spenning í Eik-liguni hjá
kvinnum.
Mjølnir hevði um viku
skiftið vitjan av Ternuni, ið
fekk ein øgiligan avsmurning
í fyrsta setti, sum Mjølnir
vann 25-3! Men so mannaðu
tær av Toftum seg upp og
vunnu annað sett, vóru væl
við í triðja setti, men fingu
einki gjørt í fjórða setti, tá
Mjølnir prógvaði sína styrki
og gav ábendingar um, hví
liðið nú er fimm stig framm
an fyri nummar tvey.
Men tann munurin er
kanska bara til láns, tí Fleyr,
sum er næstfremst liðið, hev
ur spælt tveir dystir færri
enn Mjølnir, og í ber væl til
hjá havnarkvinnum at ota
seg
nærri
oddasessinum,
verða teir báðir dystirnir
vunnir. Annar av hesum
dystum er tann útsetti ímóti
TB suðuri í Trongisvági, og
í annaðkvøld klokkan 20.15
spælir Fleyr á heimavølli í
Gundadalshøllini ímóti ÍF.
Dráttur hevur verið væl
við í ár, og í gjár eydnaðist at
vinna ein spennandi fimm
settara á útivølli ímóti TB,
so Dráttur fylgir í øllum før
um væl við Fleyr. KÍF, sum
eisini liggur framvið, vann
somuleiðis á útivølli á SÍ, ið
bara var við í fyrsta setti,
men bleiv smurt av í teimum
trimum síðstu.
Minni munur
Eisini hjá monnunum er
tættari millum fremru liðini
á stigatalvuni, nú stigini eru
koyrd niður í helvt. Har er
reglan, tá øll hava spælt fýra
ferðir ímóti hvørjum øðrum,
verða stigini koyrd í helvt, og
hóast ein dystur enn tykist
resta í, sum er tann millum
ÍF og Mjølnir á Kambsdali
fríggjakvøldið
24.
januar,
velja vit í dag at prenta stiga
talvuna við dagførdum og
hálveraðum stigum.
Hjá monnunum var bara
tann eini dysturin hesaferð,
og hann var í Klaksvík, har
Mjølnir tók ímóti SÍ, men
ikki fekk gjørt stórvegis
við gestirnar, ið vunnu ein
tryggan 3-0 sigur, ið sam
stundis merkti, at SÍ hongur
í og bara er tvey stig aftan
fyri Fleyr, sum aftur í sínum
lagi er trý stig aftan fyri
oddaliðið ÍF.
Soleiðis kunnu vit helst
eisini rokna við, at enda
spurturin í Eik-liguni hjá
monnum fer at síggja út,
at tað verður ÍF, ið rennur
undan, og so verða tað Fleyr
og SÍ, ið kappast um at sleppa
í FM-finalurnar ímóti fugl
firðingum. SÍ var dragnað
eitt sindur, men nú stigini
eru farin niður í helvt, eru
sørvingar við aftur.
hilmarjan@sosialurin.fo