Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-03, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2014síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Tróndur Arge Klokkan 15 stóð hann klár­ ur sum venjari hjá besta kvinnuliðnum hjá Neista­ num. Klokkan 18 stóð hann klárur sum spælari hjá besta mans­liðnum hjá Kyndli. Í báðum førum var talan um seinnu hálvfinalur í steypa­ kappingini, og í báðum førum gjørdist talan um saman­ lagdar sigrar. – Hetta hevur verið eitt langt vikuskiftið og nú eri eg móður, sigur Julian Johansen, sum hevur verið partur av ikki færri enn fýra hálv­finalum um vikuskiftið. Fríggjakvøldið spældi hann saman við Kyndli fyrru hálvfinaluna móti H71 í høll­ ini á Hálsi. Morgunin eftir varð farið til Vágs við neista­ kvinnunum, sum seinnu um kvøldið vunnu við átta málum móti VB í fyrru hálv­ finaluni hjá kvinnum. Í gjár var hann so partur av báðum hálvfinalunum í høll­ ini á Hálsi. Fyrst stóð hann á odda fyri Neistaliðnum, sum vann við einum máli móti VB. Síðani spældi hann við Kyndli móti H71 í dramatisku og spennandi hálvfinaluni, Kyndil vann samanlagt. Julian Johansen skal sosatt verða venjari hjá Neista­num og spælari hjá Kyndli, tá steypafinalurnar verða í høllini á Hálsi kom­ andi vikuskiftið. Neistin fyrst Hóast Julian Johansen er kyndlamaður um ein háls, so er ongin ivi hvør raðfestingin rað­festingin er, nú hann er blivin venjari hjá kvinnunum hjá Neistanum. – Eg segði tá eg tók við venjarastarvinum, at tað verður raðfest hægst. So spurdi Kyndil um eg kundi hjálpa teimum í steypa­kapp­ ingini og tað játtaði eg, men teir kendu mína raðfesting, sigur Julian Johansen. Hálvfinalan millum Neistan og VB hevur fingið nógva umrøðu, tí argandi veðrið hevur órógva sigling­ ina til suðuroyar. Tað endaði við, at Neistin eitt sindur óviljað fór suður leygardagin til fyrru hálvfinaluna, fyri síðani at spæla seinnu hálv­ finlauna í gjár. Hóast Neistin átti at hava heimadyst fyrst, so tykist hetta ikki hava ávirkað av­ rikið hjá teimum, tí tær vunnu við heili átta málum í Vági. – Eg hugsaði ikki so nógv um tað. Eg eri venjari og tað er har mítt fokus er. Hitt lat eg hini um, sigur Julian Johansen, sum ikki vildi lata órógvi órógva hann og hans­ ara spælarar. – Eg haldi tað er flott at fara suður og spæla móti VB, sum er eitt tað ringasta staðið at spæla, og byrja við at leggja seg á odda 7-1. Har avgera vit næstan tvær hálvfinalur upp á eina lítla løtu, sigur Julian Johansen, sum saman við neistakvinnunum hevði fult tamarhald á seinnu hálv­ finaluni. Neistin vann 28-20 í Vági, og VB hótti ongantíð av álv­ ara í høllini á Hálsi í gjár. Stóð nógv á Tá dysturin hjá Neistanum var liðugur, kundi Julian fyri fyrstu ferð í gjár lata tank­ arnar blíva grøn­ar. Kyndil vann fyrru hálvfinaluna móti H71 21-17. Tí vóru teir grønu favorittar at koma í final­una, men Kyndil skuldi heilt niður at venda, áðrenn finalu­plássið kom í hús. – Tað vísur seg at verða ringt at spæla, tá tú ert framman­fyri frá fyrra dyst­ inum. Tað er ikki fyrr enn vit koma afturum, at vit vakna. Eg má geva teimum eldri spælar­unum á liðnum rós fyri at ganga á odda, tá stóð ringast til, sigur Julian Johansen. Kyndil er eitt skifti aftan­ fyri samanlagt og hevur tríggj­ar spælarar útvístar. – Tá tað ikki eru nokk av stólum á bonkinum, tí tú hevur so nógvar útvísingar, so haldi eg vit skilja støðuna. Vit tosaðu eisini um, at vit ikki kundu fyrigeva okkum sjálv­um um vit ikki komu í finaluna, aftaná at hava ført við fýra frá fyrra dystinum, sigur Julian og rósar mót­ støðu­liðnum úr Hoyvík. Ætlar sær at spæla tvær finalur Tað er enn ógreitt hvørja støðu Kyndil hevur til Julian Johansen sum spælara í steypa­finaluni. Sjálvur er Julian tó ikki í iva um, hann kann verða venjari hjá Neist­ anum áðrenn, og spæla við mansfinaluni stutt seinni. – Tað hava vit gjørt nakrar ferðir nú, so tað rokni eg við. Eg havi fyrst brúkt mína orku upp á kvinnurnar, og so verið klárur til dyst fyri Kyndil, men tað er ein avgerð, sum teir koma at taka, sigur Julian. Hóast tað kann tykjast rúgvus­mikið, at verða venj­ ari hjá kvinnunum hjá Neist­ anum, og spælfordeilari hjá mans­liðnum hjá Kyndli, so er ongin vandi fyri, at høvdið hjá Julian kókar yvir. – Nei, ikki hjá einum spæl­ fordeilara sum mær. Her er skil á, sigur Julian at enda við einum glimti í eyganum, meðan trekt verður upp á smíli­bondini. Hann hevur hóast alt verið til at vinna tvey lið í steypa­finaluna – upp á ein dag! trondur@sosialurin.fo flogbóltur Tað sigur Julian Johansen, sum í gjár kom í steypafinaluna bæði sum venjari hjá kvinnunum hjá Neistanum, og so sum spælari hjá Kyndli Myndir: Álvur Haraldsen Fyrst og fremst venjari – Eg segði tá eg tók við venjarastarvinum, at tað verður raðfest hægst, sigur Neistavenjarin, Julian Johansen Steypakappingin kvinnur - Hálvfinalur: Neistin (28) - (20) VB 24-23 (11-11) Neistin vinnur samanlagt 52-43 Neistin: Eir Berg 6, Nicoleta R. Hansen 5, Jacklin Djurhuus 4, Bára Hansen 2, Unnur Danielsen 2, Birita Wardum 2, Rakul Augustinussen 2, Súsanna Seloy 1 VB: Ingrita Kuodyte 7, Gintare Butkeviciute 5, Laila Jespersen 3, Ránnvá Johannesen 2, Helga Kjærbo 2, Birita Olsen 2, Una Nolsøe 1, Rúna Midjord 1, Kyndil - VÍF 20-21 (9-11) Kyndil: Anja Heinadóttir 7, Simona Petersen 6, Anna Brimnes 3, Bjarta O. Johannesen 2, Ásleyg Súnadóttir 1, Guðrið Eysturberg 1 VÍF: Liljan Djurhuus 7, Tóra Seloy 5, Rakul Joensen 2, Durita Christophersen 2, Durita Ljósstein 2, Agnas Olsen 2, Eilin Hansen 1 Seinna hálvfinalan í kvøld klokkan 19.30 Hvørjum Julian Johansen skal møta við Neistanum verður greitt í kvøld, tá VÍF tekur móti Kyndli í seinnu hálvfinaluni. VÍF vann fyrra dystin við einum máli, so har er alt opið undan dystinum í kvøld. trondur@sosialurin.fo VÍF og Kyndil í kvøld