Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-03, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur Jóannes Hansen Um fyrsta vikuskiftið í kapp­ ingarfótbólti í 2014 skal nýtast sum barometur, so er tað ikki so nógv nýtt undir sólini. Í fjør vann HB kappingina, tá ið fótbóltsvenjararnir fyri fyrstu ferð skipaðu fyri kapp­ing millum feløgini í bestu deildini. Leygardagin var ársins kapping, skipað fyri av venjar­unum, og aftur hesa ferð var tað HB, sum stóð við steyp­inum í góðveðrinum leygar­kvøldið. Spurningurin er so, um tað eisini verður HB, sum fer at standa við FM steyp­inum, tá ið 27. og síðsta um­farið í landskappingini verð­ur av seint seinnapartin leygar­ dagin 25. oktober. Um tað verður soleiðis, so verð­ur steypið handað eftir granna­ upp­gerð ímóti B36. Sambært kappingarskránni skulu B36 og HB spæla ímóti hvørjum øðrum í síðsta umfari. Luksus trupulleikar Nýggi HB venjarin, Heðin Askham, fegnaðist um, at tað eydnaðist hansara monnum at vinna kappingina. Hann iðr­aði seg um, at felagið, sum hann í fjør var venjari hjá, NSÍ, í finaluni javnaði, tá ið miðverjin Jens Joensen stutt undan dystarenda eftir horna fekk bóltin inn um strikuna. HB liðformaðurin Fróði Benjaminsen hevði tíðl­iga í hálva tíma longu final­uni lagt HB á odda. Í brotssparkskappingini var HB best, og so endaði steypið aftur í HB hús- inum: – Hetta var ein langur dagur, men spælararnir vóru óførir. Teir arbeiddu nógv, og í løtum var spælið gott, tá ið havt verður í huga, at hetta er so tíðliga á árinum, helt Heðin Askham, sum ikki segði seg kenna til aðrar trupul­leikar enn luksus trupul­leikar: – Vit høvdu átjan spælarar við í dag, og vit lótu teir allar sleppa at royna seg. Hesir dystirnir verða nýttir at fáa svar upp á ivamál og spurn­ingar, og eg kann ikki siga annað, enn at teir allir stóðu seg væl, og at tað har­ við er stór og tøtt kapping um plássini. Eisini ungu menninir vístu, at vit skulu rokna við teimum, staðfesti HB venjarin Heðin Askham, sum heldur, at hans­ara spælarar eru har, sum tað kann roknast við, at teir eru, nú tað eru seks vikur, inntil fyrsta umfar í lands­kapp­ing­ ini verður á skránni. Í fyrsta umfari, 15. mars, skal HB spæla á útivølli ímóti EB/Streymi. At tey í HB hava alla orsøk til at fegnast um, at Fróði Benjaminsen fram­vegis er í felagnum, og at tað ikki bleiv soleiðis, sum for­mað­urin ann­ars boðaði frá á árs­veitsl­ uni í heyst, var av­rikið hjá veteran­inum undir­strik­ing av. Máltevinum bilar held­ur einki, tí Fróði skoraði tvey mál, umframt at hann var tryggur í brotssparks­kapp­ ingini, sum avgjørdi final­ una. Trygvi og NSÍ Á beinkinum hjá NSÍ sat ein gamal kenningur. Tað er Trygvi Mortensen, sum aftrat sær hevur ein annan gamlan kenning í felagnum. Helgi L. Petersen er hjálparvenjari. NSÍ er barndómsfelag hjá teimum báðum, og Trygvi hevur fleiri ferðir áður verið venj­ari í NSÍ. Síðst, hann sat á venjarabeinkinum hjá besta liðnum, var í 2006: – Vit eru væl nøgdir við henda dagin. Í fyrsta dyst­ inum ímóti Víkingi taptu vit 1-0, men síðani fingu vit gott tak á tí. Vit høvdu 22 spæl­ arar við okkum suður, og teir fingu allir høvi at royna seg. Millum teirra vóru fleiri ungir spælarar – tann yngsti var 15 ár – og tað sást, at vit longu í ár kunnu rokna við, at fleiri teirra fara at vera við í kappingini um plássini á besta liðnum. Eitt nú skoraði Meinhard Olsen fleiri mál. Hann var eitt sindur við í fjør, og í ár er hann væl fyri og verður ivaleyst meiri at síggja á besta liðnum. Toppskjútti í føroyskum fótbólti í 2013 var NSÍ lið­ for­maðurin Klæmint A. Olsen. Hann var við í fyrstu dystunum, men hann var ikki við í sjálvari finaluni. – Klæmint hevur lítlan skaða í beininum at dragast við. Hann fekk ein stoyt aftrat leygardagin, og so valdu vit at halda honum uttan­fyri, men talan er ikki um nakað, sum fer at halda hon­um uttanfyri í fleiri vikur, sigur NSÍ venjarin Trygvi Mortensen. joannes@sosialurin.fo fótbóltur Trupulleikararnir hjá okkum eru av luksus slagnum, heldur Heðin Askham, venjari hjá HB, sum í finaluni vann ímóti NSÍ eftir brotssparkskapping Meistararnir halda fram har teir sleptu Tað stóð um húsbrot og endaði stilt og milt Leygarmorgunin var tað um reppið, at væl eydnaða fót­bóltskappingin varð av­ lýst. Tað sá einki út, tá ið fyri­ reikararnir av fótbólts­kapp­ ing­ini í Gundadali leygar­ dagin hittust. Upprunaliga ætlanin segði, at fyrstu dystir­nir skuldu vera á mid­degi, men tá var ikki hugsningur um at spæla. Ódnar­veðrið fyrrapartin bar við sær, at tað ikki bar til at sleppa úr Klaksvík og um Leirvík og suður, og í Gunda­dali var nógvur vind­ ur og áarføri. Fyri dómarafelagið vóru tað Frankie Jensen og Áki Johansen, sum stóðu fyri: – Tá ið vit møttu klokkan 9.30 vóru líkindini so vána­ lig, at tað bar als ikki til at spæla. Vit tosaðu um at út­ seta til sunnudagin, men tað hevði ivaleyst havt aðr­ar trupulleikar við sær. Veður­vánirnar søgdu, at veðrið fór at verða betri út á dagin, og soleiðis vísti tað seg eisini at vera. Nú tá ið kapp­ingin er av, er veðrið av tí fagrasta, og soleiðis hev­ ur tað verið, meðan sein­ astu umførini hava verið spæld, staðfestu teir báðir eftir kappingarlok. Fyrireikararnir hildu, at kappingin hevði týdning á so ymiskan hátt: – Feløgini kappast, men tað er týðuligt, at tað eisini er talan um vinalag millum spælarar og venjarar, og at hetta er gott høvi til sam­ veru. Vit sóu lutfalsliga gott fót­bóltsspæl. Venjararnir nýta høvið at royna ymisk­ ar uppstillingar og spæli­ hættir, og tað var eisini huga­ligt, at tað ikki var neyð­ugt at geva nakað reytt kort. Er hetta tiltakið komið fyri at vera? Í fjør var fyrsta árið, og nú kappingin í ár er liðug, rokna vit heilt víst við, at kapp­ingin eisini verður næsta ár. Um hon verður júst hetta vikuskiftið, ella um hon verður eitt sindur seinni, vita vit ikki enn. Tað vald­ast um, hvussu veðrið háttar sær, søgdu fyri­reik­ ararnir. joannes@sosialurin.fo