Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-03, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2014síða 21

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ítróttur fótbóltur Myndir: Álvur Haraldsen Veteranar vóru ikki við ÍF toppskjúttin kemur um tvær vikur, og Jákup Mikkelsen er júst farin at venja Jóannes Hansen Einki var í Gundadali leygar­ dagin at síggja til mál­sókn­ astu ÍF spælararnar í fjør. Øssur Dalbúð er niðri, og hann verður ikki í føroyskum fót­bólti næstu mánaðirnar. Clayton Soares er heima í Brasil. Hann kemur aftur til Fuglafirðar um tvær vikur. Veteran­málverjin Jákup Mikkelsen vandi fyrstu ferð hós­kvøldið. Tað verður roknað við, at hann verður førur fyri at spæla um tvær vikur. – Nenad Saric og Høgni Zachariassen hava vant í eina viku. Bartal Eliasen hevur vant nakrar ferðir. Men vit vóru væl mannaðir í Havn, og spælið var á einari leið. Málini, sum fóru í gjøgnum, bóru boð um, at verjan ikki er samanspæld enn, heldur ÍF venjarin Albert Ellefsen. Sakna Heðin Hjá KÍ vóru allir teir við, sum tað kann roknast við fara at vera við til at manna liðið í ár, burtursæð frá Henry Heinesen og Álvi F. Christiansen og onkr­um øðrum, sum eru skaða­plág­ aðir. Sammett við í fjør er Heðin á Lakjuni ikki farin aftur at venja. Í fjør mundi hann vera ein tann eyðsýndasti spæl­ arin í Klaksvík: – Heðin hevur boðað frá, at hann ikki ætlar at halda fram, men vit dylja ikki, at hann skal vera hjartaliga væl komin, um hann nú ger av at taka eitt ár aftrat, sigur KÍ venjarin Eyðun Klakstein. KÍ venjarin heldur, at tað longu leygardagin sást á spæl­inum, at tað ger mun, at Ndende og Jonas Flindt Rasmussen eru komnir aftrat. Skála væl fyri Millum tey, sum vóru í Gunda­ dali leygardagin, varð lagt til merkis, at uppflytararnir av Skála vóru sera bragdligir. Tað var um reppið, at teir spældu seg í finaluna, men í lykladystinum taptu teir ímóti HB. – Eg eri sera væl nøgdur við tað, sum vit sóu. Hug­ burð­urin var góður, og spæl­ ararnir eru svangir. Eg tori at siga, at tað fer at síggja betri út, tí vit hava bara vant síðani 9. januar, og vit hava ikki havt nakra vetrarvenjing, sig­ur nýggi venjarin í bestu deildini Eliesar Olsen, ið hevur ábyrgd­ina av Skála liðnum. Fleiri eru burtur Tað var merkisvert, at Marni Djurhuus ikki var at síggja í EB/Streyma miðverjuni, har hann hevur verið fastur fúsur í nógv ár. Marni er ikki farin at venja enn, men úr Sundalagnum frættist, at hann nú fer at venja. Framhaldssøgan um Egil á Bø tykist heldur ikki vera heilt liðug. Superveteranurin tók eitt tørn aftrat, tá ið tað í fjør stóð á. Hann hevur ikki verið til venjingar enn, men keldur í Sundalagnum siga, at tað verður roknað við Egili. HB vann kappingina, og HB var væl mannað, hóast onkrir av lyklaspælarunum sein­astu árini ikki vóru at síggja. Símun Samuelsen er ikki komin seg heilt, Christian R. Mouritsen er skadd­ur, og tað er Alex José dos Santos eisini. Jákup á Borg, sum nú eis­ ini er hjálparvenjari, var ikki á B36 liðnum leygardagin. Tað verður roknað við, at hann tekur eitt tørn aftrat. Símun Joensen var nógv skaða­plágaður í fjør. Hann var at síggja á B36 liðnum leygar­dagin. Úrslit og málskjúttar í Gundadali 1. februar 2014 – í kapping sum venjarafelagið skipaði fyri Ovari vøllur: Kl. 13.00 KÍ - HB 0-1: Poul Ingason Kl. 13.40 EB/Streymur - Víkingur 0-0 Kl. 14.20 HB - ÍF 2-0: Pál Mohr Joensen og Tróndur Jensen Kl. 15.00 NSÍ - Víkingur 0-1: Gunnar Vatnhamar Kl. 15.40 AB - ÍF 1-0: ? Kl. 16.20 Víkingur - B36 2-2: Heðin Hansen, Magnus Gregersen – Lukasz Cieslewicz (2) Kl. 17.00 ÍF - KÍ 0-1: Jonas Flindt Rasmussen Niðari vøllur: Kl. 13.00 B68 - B36 0-3: Lukasz Cieslewicz (2) og A. Lawal Kl. 13.40 Skála - KÍ 1-1: Henrik á Fríðriksmørk – Sørmundur Kalsø Kl. 14.20 B36 - NSÍ 0-2: Per Langgaard og Árni Frederiksberg Kl. 15.00 KÍ - AB 0-0 Kl. 15.40 EB/Streymur - NSÍ 0-2: Meinhard Olsen (2) Kl. 16.20 HB - AB 0-0 Kl. 17.00 NSÍ - B68: NSÍ uttan dyst Tórsvøllur: Kl. 13.00 AB - Skála 0-2: Brian Jacobsen og Jákup Johansen Kl. 13.40 Víkingur - B68 1-0: Finnur Justinussen Kl. 14.20 ÍF -Skála 0-2: Brian Jacobsen og Holgar Durhuus Kl. 15.00 B68 - EB/Streymur 0-1: Jónas Tór Næs Kl. 15.40 Skála - HB 0-1: Fróði Benjaminsen Kl. 16.20 B36 - EB/Streymur 4-0: Róaldur Jacobsen, Alex Mellemgaard, Karl Martin Danielsen og Hanus Thorleifsson Finala: HB - NSÍ 1-1 (5-3 eftir brotsspark) Fróði Benjaminsen – Jens Joensen Brotssparkskapping 1-0: Fróði Benjaminsen 1-1: Magnus Olsen 2-1: Tróndur Jensen 2-2: Albert Róin Johannesen 3-2: Kristin R. Mouritsen 3-3: Sjúrður Jacobsen 4-3: Andrew av Fløtum Andy Olsen misnýtti, bólturin brast i stólpan 5-3: Teitur M. Gestsson Nýggi áleyparin á meistaraliðnum, Poul Ingason, skoraði einasta málið í sigrinum á KÍ