Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-03, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2014síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gambla við gomlum Bergur A. Dalsgarð sjúkrarøktarlesandi á Fróðskaparsetur Føroya Eg spyrji í álvara: Hvat er gott við at koyra eldraøkið út til kommunurnar? Eg síggi bara, at tað fer at vera munur á, hvussu góð tilboð okkara eldru fáa, alt eftir um tey eru so heppin at koma úr eini ríkari kommunu - ella ikki. Eg eri føddur í Tórshavnar kommunu, so eg fái nokk eitt stórt og fjálgt pláss á Boðanesheiminum, tá eg verði gamal. Men tað eru sanniliga ikki allar kommunur, ið hava fíggjarligu styrkina til at gera so stórar íløgur í eldraøkið, hóast avleiðingin av ikki at gera hesar íløgur eru vanlukkuligar, í einum menniskjaligum mátistokki. Tað kemur at vera størri umsiting enn í løtuni, tí at allar tær stóru kommunurnar og kommunueindirnar (sum ikki enn eru til) skulu hava hvør sína umsiting til hvør sítt eldraøki. Tá koma at vera eini sjey umsitingar til kommunala eldraøkið kring landið! Til sakina: Nú er spart og spart á eldraøkinum, so at sam­ gong­an kann sleppa at lata kommununum eitt máls­ øki, ið sær nógv bíligari út á pappírinum, enn tað í veru­ leikanum er. Í framtíðini fara frustratiónirnar hjá av­ varð­andi at ganga út yvir teir mongu kommunal­politik­ ararnar, ið sita eftir við Svartaperi, og ongan møgu­ leika hava fyri at veita sínum eldru borgarum virðiligar livi­um­støður! Tað kann eingin ivi vera um, hví samgongan vil koyra eldraøkið út til kommunurnar at umsita. Hetta er ein roynd hjá sitandi samgongu at pynta um fíggjarlógina við at strika ta útreiðsluna, sum eldraøkið er, umframt hjá landsstýriskvinnuni, at sleppa sær av við/síggja út til at gera nakað við eitt máls­øki, sum minkar um møgu­leikarnar hjá henni at blíva afturvald – og at hetta eru orsøkirnar til at leggja økið út, tað líkist ongum! Skal tað gerast, so má neyðuga fíggingin fylgja við, og tað skal vera fyri at geva fólki eina betri tænastu. Tað fáa vit ikki við at leggja tað út til kommunurnar. Tað fáa vit við, at løgting og landsstýrið tora at taka ábyrgd, raðfesta, og finna útav hvussu eldraøkið skal síggja út í framtíðini – ikki við at leggja ábyrgdina frá sær fyri at sleppa undan einum ópopulerum øki. Git mær eina gátu – hon byrjar við »j« »Spískar alboðar, langar fingrar og svarta tungu« Hjalmar N. Poulsen Hetta eru nøkur av teimum eyðkennum, sum dementur kassameistari hevur. Hann umsitur føroyska lands­ kass­an. T.v.s. hetta eru pen­ ingaviðurskifti, sum viðvíkja fíggjarstandi landsins. Og hetta er peningur sum tú og eg eiga. Stuldur, skjalarfalsan og lygnir. Og so einaferð afturat lygn, fyri at “pynta uppá” tilvitaða lógarbrotið. Tá fyrireikaða tjóvaríið var framt, bleiv tjóvagóðsið selt við grundarlagi í fælsaðum skjølum. Alt hetta er allment loyvt at gera, tí nú gongur sjón fyri søgn. Í stóran mun verður slíkt góðtikið av okkara hægsta myndurleika, sum eftir øllum at døma hevur fult álit á “skurkinum”. Gamalt orðatak sigur: “Ringt er at tosa við deyðan mann”. Men tað ber til at ákæra beinafrindina fyri líkt og ólíkt, uttan at viðkomandi er til staðar og kann svara fyri seg. Hetta gjørdi minnisveiki f í g g j a r m á l a r á h a r r i n , fyri síðan at vaska hend­ ur aftaná. So segði hann sjálvur løgmaður: “Eg havi fult álit álit fíggjar­mála­ráð­ harranum”....?? Alt hetta sum vit hava verið vitni til, borgar ikki fyri morali,- minni enn so. Og tað ringasta av øllum,- hetta er í stóran mun skaðiligt fyri føroysku tjóðina. Alt okkara ættarlið hevur ringan smakk í munninum. Eg og hvør einasti føroyingur missur álitið á fólkaræðið. Hví kunnu vit onnur so ikki bara gera líka soleiðis, tá ein sleppur undan rættarvaldinum? Tá teir kunnu, ja so kunnu vit eins væl. Lat ongan iva verða um tað. Eg og mong við mær koma við góðari samvitsku og beráddum huga, at sníta og bedraga, sum okkum listir, tí júst hetta verður góðtikið. Og júst hetta fer at forkoma føroysku tjóðini, um ikki skil fæst á í stundini. Føroysku miðlarnar hava stórt rós uppiborið. Uttan tykkum hevði “anarkiið” verið fulkomið. Tit skullu sannuliga eiga mín dyggasta stuðul. Sig mær Føroya Løgting, er ongin tykkara so frægur, at tora at fáa ein dementan og “ikki valbaran mann” burtur úr aftur sessinum og handan rimar? Ella eru øll tit fólkavaldu av sama kalibur? Stykkið hin 31.1.-14 Nokk er nokk! Javnaðarflokkurin Tað líkist ongum, at fólk skulu rinda fyri at hava lønar- og eftirlønarkonto í bankanum. Tað sigur Javn­ aðarflokkurin, eftir at Bank Nordik í morgun boðaði frá, at tað framyvir fer at kosta 20 kr. mánaðarliga fyri hvørja opna konto. Jav n a ð a r f l o k ku r i n kannar í løtuni møguleikan fyri at leggja uppskot fyri tingið, so tað verður bann­ að bankunum at taka gjøld fyri at hava lønar- og eftir­ lønarkontur. Av tí, at tað er lógarkrav, at allir løntakarar hava konto í góðkendum peningastovni, eigur tað sjálvsagt ikki at kosta nakað at fáa hendur á egnum peningi, sigur Javn­ aðarflokkurin. Tá ið samtíðarskatta­ skipanin kom í gildi í áttati­ árunum, varð kravt, at allir løntakarar skulu hava konto í góðkendum føroyskum peningastovni. So leingi føroyskir løn­ tak­arar onki alternativ hava til at vera kundar hjá privatu bankunum, kann landið ikki góðtaka, at fólk verða kravd eftir gjaldi fyri at hava eina konto, heldur Javnaðarflokkurin. www.ras2.fo Rás2 Vágsbotnur, Tórshavn tel. 359999 fax 359990 ras2@ras2.fo Lurta eftir Rás2 beinleiðis ” Vælkomin á nýggju Rás2!“ Mirjam Nýggj sendiflata mánadagin 3. februar Nýtt&títt www.ras2.fo Rás2 Vágsbotnur, Tórshavn tel. 359999 fax 359990 ras2@ras2.fo Lurta eftir Rás2 beinleiðis ” Vælkomin á nýggju Rás2!“ Evi Nýggj sendiflata mánadagin 3. februar Nýtt&títt