Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-03, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2014síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Christian Andreasen flytur fokus Frank Davidsen Tað er nú einki at siga til, tá hann sum advokatur yvir fyri fjølmiðlum og føroya fólki roynir at afturvísa tann ver­u­leika, at klientur hans­ ara, bæði hevur villleitt, eins og sagt ósatt. Tí er tað einki minni enn ein undanførsla av grovasta slag, tá Christ­ ian Andr­e­asen roynir at flyta fokus, har hann í fjølmiðl­u­ num leggur dent á, at allur toll­ur av teimun nógvu vør­ um, sum klientur hansara ó­lóg­liga hevði tikið út av goymsl­uni varð goldin. Og hvat so, er tað ikki meira enn natúrligt, aftan á at ein fyr­i­tøka sum hevði tik­ið sær rætt­in til "rentu­ frítt lán", við at lata tey 25 % blíva liggj­andi í kassanum dag­ar, mánaðar og ár, aftan á at vøran varð seld. Christian Andreasen veit líka­væl sum eg og onnur, at nógvar fyritøkur vóru noydd­ar at snara lykilin um, orsaka kreppuni fyrst í hálv­ fems­unum. Ivist onga løtu í, at nógv­ar av hesum fyritøkum høvdu hórða undan, um tær høvdu somu um­støður sum klient­ ur­in hansara, nevnliga at kanna sær ein gjaldsskoða í fleiri ár, við ikki at gjalda mvg. Áhaldandi at fara út í fjøl­miðlarnar, og avsanna at klientur hansara ikki havur snýtt í tolli, tað er langt úti. Í staðin er tað Kringvarpið í er skurk­urin, sambært advo­ kati­n­um. Eisini veit hann "at kjarnan" í tollmálinum, eru ó­sann­indi um at klient­ ur­in ikki hevði ánilsi av, at tollkreditturin var upp­sagd­ ur. Nú vísir tað seg, ar klient­ ur­in er "tikin við buksunum niðri". Tí í mars mánaða 1991 hev­ur hann í einum skrivi, biðji um at bankatrygdin- toll­kred­itturin ikki gerst eff­ ek­ti­vur, so leingi sum felagi royndi at fáa eina avtalu við landsstýri viðvíkjandi hes­ um. Hetta SKJALI er tað av­ gerandi prógvi um, at tað als ikki var ivi um, at bræv­ið um at tollkreditturin var upp­ sagd­ur, var komið á rættað stað. At advokaturin nú roynur at flyta fokus, og fer út í fjøl­ miðl­ar­nar og roynur at gera nógv burtur úr, at stjórin á Toll­stovu Føroya einki visti um brævið, tað er bara fyri at flyta fokus, tí nú hevur klient­urin hjá honum við ein­um skrivi og undirskrift, biðji um at bankatrygdin- toll­kred­itturin ikki skal gerast effektivur, tí felagið " ar­beiður við málinum ". Kanska hevði advokaturin "gloymt" hetta skjalið, ikki veit eg. Ella kanska var tað til­ætla, tá fjølmiðlafólkini fingu tveit rúgvuna av skjøl­ um í fangið, beint áðrenn "fjøl­miðl­a­stuntið" fór fram í miðl­a­húsinum, soleiðis at ikki vóru stundir til at nær­ lesa øll skjølini. Afturat oman­fyri­stand­ andi, so hevur tollmálið líka nógv við moral, etik og van­ liga fólkaligheit at gera. Nak­ að sum Jonhard Eliasen so væl lýsur í síni grein "Lán í knappari vending" í So­s­ial­i­ num 31.01.13. Greinin hjá Jonhard Eli­ a­sen vísir, hvussu arro­gant­ ur klienturin hjá Christ­ian Andreasen veru­liga hev­ur verið, ikki bara í om­an­fyr­i­ nevnda mál­ið. Eisini í tí so­ kall­aða "Baad­er­mál­i­num". Grein­in hjá J. E. byrjar við. citat. Í bløð­unum á vári í 1996 lesa vit yv­irskrift til grein um "so­kallaða Baadermálið", at Jørg­en Niclasen ikki vildi kall­ast tjóvur. Í greinini verð­ur hann endurgivin fyri at siga: "Eg ætlaði mær ikki at stjala maskinurnar frá Fisk­a­virk­ing. Eg lænti tær í ein­i knappari vending". Hó­ast "lánið" varð framt í knapp­ari vending- og uttan at spyrja lángevaran um loyvi -, so vóru sambært øðr­ um blaðgreinum stundir at skifta spjaldur á nýggjari mask­inu um við tað eldri. At spjaldrarumskiftið fór fram, váttaði bæði táverandi stjór­ in og tekniski leiðarin fyri Føroya Fiskavirking. citat enda. Í samband við tollmálið, kem­ur Jonhard Eliasen í mill­um annað til hesa nið­ur­ støðu. citat. Manupulatión, á­byrgd­ar - und­an­støkk­ing­in og illviljin móti at við­ganga egin mistøk á tíð­ind­a­fund­i­ num lýsa persónsmenskuna hjá Jørg­en í dag. Hetta hevur upp­aftur størri týdning fyri politisku viðurskiftini í nú­ tíðini enn tað hann í fortíðini stóð fyri. citat enda. Hvat hevði Bill Justinusen sagt um eg tildømis fyrst fór inn í bilhúsið hjá hon­ um. Harnæst at eg so tók skrokknummari av ak­far­i­ num hjá honum. Fyri síðan at eg setti skrokknummari á einum bili við ongum numm­ arspjøldrum á bilin hjá hon­ um. Eg spyrji bara? Hinvegin so tillátursgerð Bill Justinesen hesi við­ur­ skif­ti, og umberð seg við, at fjøl­mið­l­a­fólkin ikki eiga at lúgva. At ein persónur sum Bill skal góðtaka so­vorð­in bein­leið­is krim­i­nel við­ur­ skifti, tí hatta er fari fram, eitt annað tíðarskeið, táð er ó­fatiligt. Ella vísur tað hin­ veg­in, at hann vil verða við til at tryggja maktina fyri ein og hvønn prís. Alfred Olsen Løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin Eysturoyartunnil Eftir  at hava bugtast við at fingið Skálafjarðar/Eystur­ oyar­tunnilin til veruleika síð­ ani 2002, fegnist eg um, at allir flokkar á Tingi eru vorðnir samdir um at fara undir at gera Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin. Eg má staðfesta, at orða­ takið ”tolin trívst” er satt, og tað rós skulu tingfólkini, ið hava manna Tingið hesi seinastu árini hava, at tey hava tikið undir við og sam­ tykt at fara undir at gera tunnlarnar. Hinvegin eru tað aðrar fíggjarligar orsøkir fyri, at Eysturoyartunnilin ikki er vorðin veruleiki, við tað, at bankar, sum skuldu bera prosjektið fíggjarliga eru antin givnir ella eru farnir falitt, og nú til seinast endaði alt tunnilsmálið í einum loynd­arfullum mjórkatámi. Brúkararnir Vit eru nógv í Eysturoy og Norðoyggjum, sum dáma og trívast á okkara arbeiðs­ plássi í Havn, og sama við fólki úr Havn sum arbeiða í Eysturoynni og í Norð­oyggj­ um. Men henda meiningleysa og til tíðir trupla koyringin til og frá arbeiði, hevur við sær, at tá ein tíð er fráliðin, velja nógv fólk, heldur at finna sær arbeiðið nærri við bústaðin, sjálvt um tað ikki er meira enn næstbest. Støðan í dag er hon, at fleiri túsund fólk sita, millum ein og tveir tímar ov nógv í bili hvønn einasta arbeiðsdag, og tá koyrilíkindini eru vánalig og tað eru tey mangan, er tíðin munandi longri, í mun til um Eysturoyartunnilin varð gjørdur. Fyri okkum sum brúkarar av Eysturoyartunnilin, eru henda politiska semjan góð tíðindini, og fyri mær, sum havi arbeitt fyri hesi sam­ felagsgagnligu íløgu sum Skálafjarðartunnlin er, í yvir 10 ár, er semjan ein stað­ festing av, at tað loysir seg at virka og ikki halda uppat, fyri tí sum er gagnligt fyri borgaran og samfelagið. Hjá mær verður tað ein fagn­ aðardagur, tá arbeiðið uppá Eysturoyartunnilin byrjar í Runavík, á Strondum og á Sundi. Vit kunnu síggja fram til at koyra ígjøgnum Eysturoyartunnilin í 2018. Sandoyartunnil Fyri mær hevur Sand­oyar­ tunnilin altíð verið ”loysnin” fyri, at Sandoyggin kann vera eitt øki, har fólkið trívist, har verandi arbeiðspláss verða varðveitt og fleiri kunnu koma afturat. Verandi  óstøð­ uga farðleið við ”Teistanum” er ikki nøktandi, og hevur við sær, at fólkið flytur, arbeiðspláss verða niðurløgd og økið armast út. Loysnin er Sandoyar­tunn­ ilin. Tí var tað við spenningi, at eg fór til Skopurnar, tá Landsverk legði prosjektið ”Sandoyartunnilin” fram – aftaná skapti hetta bjart­ skygni millum fólk og komm­ unur í Sandoynni. Men sum so oftani, spurdist einki burt­ ur úr og eitt ivatámi legði seg yvir økið. Men sum sagt ”tolin trívst” og nú semja er gjørd millum allar flokkar á Tingi um at fara undir Sandoyartunnilin í 2018 og at koyrandi verður til Sandoynna í 2020-21, so fegnist eg um hesa avtaluna. Sjálvt um ynskiligt hevði verið, at tunnilin var komin fyrr, so má eg her nýta orðatakið  ”betri seint enn ongantíð”. Læraralesandi royndarkoyra fjarlestur Fróðskaparsetur Føroya Mikudagin 5. februar skulu tey, sum ganga fyrsta árið á læraraútbúgvingini, sum vanligt møta til undirvísing. Tey flestu møta á Frælsinum í Havn – men hendan dagin fer eisini at bera til at møta til undirvísing í Runavík, í Skálavík, í Klaksvík og í Vági. Tá byrjar ein fýra mán­aða long royndartíð, har Setrið samstarvar við lokalar partnarar um at roynd­arkoyra videoútgerð, sum er serliga vælegnað til at samskifta við um netið. Til dømis at undirvísa ígjøg­ num. Videofundir Tað er fyritøkan Sp/f Video­fundir, sum hevur boð­ið útvaldum stovnum og fyritøkum at royna út­ gerðina í eitt tíðarskeið, og síðani at leiga ella keypa hana. Útgerðin er løtt at nýta, og so strembar hon eftir at vera eitt tól til tví­ vegis samskifti. Fyri tey læraralesandi vil tað siga, at tey kunnu ikki bara fylgja undirvísingini – tey kunnu vera ein partur av flokkinum og viðmerkja og spyrja, eins og sótu tey í auluni í Havn. Bæði mynd og ljóð eru sera góð. Útgerðin er í stuttum ein skíggi, ein fjarstýring, og so ein mikrofon og eitt myndatól, ella fleiri, um tørvur er á tí. Onnur sleppa eisini undan ferðing Fjarlestur er ein táttur, sum fer at verða royndur hesar kom­andi fýra mánaðirnar, men luttakandi partarnir ætla at royna so nógv virk­semi sum gjørligt - til dømis bjóða privatum at halda fundir umvegis video­útgerðina og vita, um tað ber til at avgreiða ørindi hjá almennum stovnum á hendan hátt, heldur enn at antin starvsfólk ella borg­ arar skulu út at ferðast. Tey luttakandi eru: • Sp/f Videofundir • Fróðskaparsetur Føroya • Bókasavnið við Løkin í Runavík • Vakstrarætlanin Sandoy • Vágs kommuna • Reklamuvirkið Grafia Miðlarnir eru vælkomnir at vera við fyrsta tíman mikudagin 5. februar, tá royndarkoyringin byrjar. Undirvísingin byrjar klokk­ an 09.00. Miðlarnir velja sjálvir, hvar í landinum fylgt verður við! Eisini eru miðlarnir vælkomir at venda aftur til hesa roynd­ arkoyringina seinni, at vita, hvussu gongur. Tey lesandi fara í praktikk hálvan februar, so tá er hóskandi at gera fyrstu eftirmetingina. Eysturoyar- og Sandoyartunnil