Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. februar 2014síða 24

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Hetta er tíðin, tá svart­ kjafturin plagar at ferðast úr før­oyskum sjógvi og suður í ES-sjógv. - Hetta er vanlig gongd, og vanliga kann svartkjaftur fisk­ast í føroyskum sjógvi til út í endan av januar og kans­ka eina viku ella so inn í febr­uar. Tað sigur Dávid Jacobsen hjá Varðanum í Gøtu. Hann veit eisini at siga, at svartkjafturin kemur norð­ur yvir aftur í seinnu helvt av apríl, og tá plagar fiski­skap­ ur­in at taka seg upp aftur í før­oysk­um sjógvi. 9000 tons Í síðstu viku, tá Sosialurin tosaði við Dávid Jacobsen, visti hann at siga, at tey trý skipini hjá felagnum, sum hava svartkjaftakvotu, Finn­ ur Fríði, Tróndur í Gøtu og Jupiter, hava seinastu tíðina roynt á Munkagrunninum. - Skipini hava gjørt umleið tveir túrar í part í januar og hava lagt veiðina upp til Varðan Pelagic á Tvøroyri. Svart­kjafturin verður seldur av landinum til minkafóður. Dávid Jacobsen sigur, at skip­ini hava havt umleið 1500 tons hvønn túrin og hava soleiðis fiskað eini 9000 tons av svartkjafti tilsamans higar­til í ár. Svartkjaftur til minkafóður Varðin Pelagic á Tvøroyri hevur í ár keypt svartkjaft, sum verður frystur og seldur av landinum til minkafóður. Mynd: Vilmund Jacobsen Vilmund Jacobsen 16. februar klokkan 16 verður konsert í býras­ høllini í Runavík við Moniku Stauss Joen­ sen á violin og Helene Ringgen­berg á flygul. Tær eru báðar úr Sveits. Helene er organistur í Bern, og Monika er kend úr før­ oysku­m tón­leika­høpi. Tær báðar hava áður havt konsertir í Føroyum, Sveits og USA. Monika Stauss Joen­ sen og Helene Ringgen­ berg verða eisini við á einum tiltaki í Klaksvík hin 18. februar. Konsert í Runavík Vilmund Jacobsen Kvøldið verður hildið í sam­ bandi við, at nú verður av álvara farið undir at skriva søgu­na um Nes, Toftir og Salt­nes. Tað verður Helgi Jacob­ sen, sum fer at skriva bygda­ søgu­na, og mikukvøldið fer hann at greiða frá, hvat hann leggur dent á, tá hann skrivar bygdasøgu, og hvus­su hann ímyndar sær hesa bygdasøgu. Helgi hevur áður skrivað eitt nú Vestmannasøgu og bók­ina um slóðbrótaran, Júst í Túni av Toftum. Ymiskt verður á skránni miku­kvøldið, og fólk hava høvi at spyrja og annars at geva sín íblástur til arbeiðið við bygdasøguni. Kórið í Undirhúsinum fer eisini at syngja nakrar sang­ir. - Bygdaráðið og fyri­reik­ ing­ar­bólkurin vóna, at fólk taka væl undir við arbeiðnum at skriva bygdasøguna og møta fjølment í skúlanum miku­kvøldið, sigur Nes kommu­na. Tiltakið verður í Tofta skúla mikukvøldið 5. februar klokk­an 19.30. Bygdasøga á dagsskrá á Toftum Tað verður Helgi Jacobsen, sum fer at skriva bygdasøguna um Nes, Toftir og Saltnes Mentanarnátt verður aftur á Tvøroyri í summar. Í ár verður tiltakið hin 11. juli - við ymiskum undirhaldi til børn og vaksin. Um vikuskiftið seldi hagapartur í Nólsoy veðragjólingar. Einir 25 mans vóru til uppboðssøluna, og veðragjólingarnir fóru fyri millum 1500 og 2000 krónur hvør. Mikukvøldið verður bygdasøgukvøld í Tofta skúla, har Helgi Jacobsen fer at siga frá um, hvussu hann skrivar bygdasøgu Tey trý skipini hjá Varðanum í Gøtu, Finnur Fríði, Tróndur í Gøtu og Jupiter, hava higartil í ár fiskað umleið 9000 tons av svartkjafti, sum er landað til Varðan Pelagic á Tvøroyri