mánadagur 3. februar 2014síða 25
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vilmund Jacobsen
Botnfiskaveiðan undir Før
oyum hevur svikið seinnu
árini. Hetta hevur bæði
gingið út yvir ísfiskaskipini
og virkini á landi, sum skulu
virka fiskin til útflutnings.
Ein liður, sum rættiliga
merkir, at lítil botnfiskur
kemur upp á land, eru teir
menn, sum skulu landa skip
ini og skilja fiskin uppi á lan
di.
Fyri umleið einum ári
síðan steðgaðu landingar
miðstøðirnar
á
Tvøroyri,
Toftum og í Klaksvík, men
á Tvøroyri og á Toftum hava
nýggir eigarar tikið yvir, og
virksemið er í gongd aftur.
Í Sørvági er landingar
miðstøð, men her er sum
heild lítið virksemi. Tí er
eisini trupult at halda upp á
fólk, tí landingararbeiði gev
ur, tá samanum kemur, ikki
so nógv av sær í krónum og
oyrum.
Næmingar til hjálpar
Wentzel Mouritsen, landinga
rformaður hjá Barinum, sum
eigur og rekur landingarmið
støðirnar í Havn og í Sørvági,
sigur, at skúlanæmingar eru
viðvirkandi til, at tað yvir
høvur ber til at landa skip í
Sørvági.
- Vit hava nakrar mans,
sum plaga at landa, tá skip
eru, og so hava vit eisini nakr
ar skúlanæmingar, sum eru
góðir at heita á. Uttan hesar
næmingar hevði onkuntíð
verið trupult at mannað
landingarliðið.
Hann sigur, at tá skip
koma inn at landa, skal land
ingarliðið helst telja einar 12
mans, tá teir, ið skilja fiskin
inni á virkinum, eru írokn
aðir.
- Viðhvørt, tá ringast
stendur til við fólki, læna vit
fólk, sum eru knýtt at land
ingarmiðstøðini í Havn.
Landingarformaðurin
ivast í, um landingarmiðstøðin
í
Sørvági
hevur
nakran
møguleika at halda fram í
longdini, um ikki vend kemur
í, og meira fiskur kemur upp
á land.
Skúlanæmingar
landa skip í Sørvági
Landarar merkja, at lítil botnfiskur kemur upp á land. Tað er trupult at fáa eina vikuløn
burtur úr landing, soleiðis sum ísfiskaveiðan hevur verið yvir eina longri tíð
Vilmund Jacobsen
Tá Fiskamarknaður Før
oya fríggjadagin gjørdi
sínar metingar fyri hesa
vikuna, var bert eitt línu
skip til fiskiskap. Hetta
skipið landar helst í dag
og hevur eina blanding
av toski, hýsu, brosmu og
longu.
- Eitt línuskip er á
Flemish Kap, men landar
ikki hesa vikuna. Restin
av línuflotanum liggur,
men fer út aftur, tá veðrið
batnar, og streymurin
verður til vildar.
Sosialurin kann leggja
aftrat, at línuskipið, sum
er á Flemish Kap, er Váða
steinur.
Um
útróður,
sigur
marknaðurin, at streym
urin verður harður fyrst
í hesi vikuni, men batnar
so líðandi.
Veðrið er óstøðugt, men
um
veðurforsøgnirnar
fara at halda, verður
onkur dagur til útróður.
Útróðrarbátarnir fiska
bara tosk og hýsu.
Flestu partrolarar eru
til fiskiskap og koma inn
at landa, sum vikan gong
ur. Fiskiskapurin hjá par
trolarunum er heldur
smáligur, men okkurt
parið hevur havt góðan
fiskiskap.
Um djúpvatnstrolar
arnar sigur marknaðurin,
at tveir fiska upsa, og ein
fiskar svartkalva, konga
fisk og blálongu.
- Djúpvatnstrolararnir
eru nýliga byrjaðir túr og
koma neyvan inn at lan
da fyrr enn seinni í hesi
vikuni.
Tveir djúpvatnstrolar
ar eru á Flemish Kap.
Fríggjadagin, tá Fiska
marknaður Føroya gjørdi
sína meting av hesi viku
ni, lógu allir teir smáu
trolbátarnir. Teir loysa
aftur, tá veðrið batnar,
og væntandi fara teir at
fiska havtasku.
Í
dag
kemur
eitt
garnaskip inn at landa
svartkalva. Tvey onnur
garnaskip fiska eisini
svartkalva
og
frysta
veiðina umborð.
Harður
streymur
og lítil
húkaveiða
Vilmund Jacobsen
Kennist dagurin langur,
og kundi tú hugsað tær at
fingið vitjan? Leingist tær
eftir onkrum at práta við?
- Vitjanartænastan verð
ur sjálvboðin og tann, sum
kemur at vitja er 1) minst 18
ár, 2) hevur tíð og orku, 3) er
trúfastur og álítandi og 4)
hevur tagnarskyldu.
Á heimasíðuni hjá Sjóvar
kommunu verður eisini í
stuttum greitt frá, hvat ein
vitjanarvinur ger.
- Ein vitjanarvinur 1)
støkkur inn á gólvið, t.d.
14. hvønn dag ella eina ferð
um mánaðin, 2) hugnar sær
saman við tær - og 3) kans
ka fara tit ein túr ella til
okkurt tiltak saman.
Tey í Sjóvar kommunu,
sum kundu hugsað sær, at
onkur kemur inn á gólvið til
eitt prát, kunnu venda sær
til kommunuskrivstovuna.
Ynskir tú tær
ein vitjanarvin?
Hvat er ein vitjanarvinur, og ynskir
tú sum eldri tær ein slíkan?
Sjóvar kommuna bjóðar nú eldri fólki í
kommununi at fáa ein vitjanarvin
Tummas Frank
Joensen (67%) vann
greiðan sigur á
Sniálvi Røvilsberg
(33%), nú sýslufor
mansval hevur verið í
Fiskimannafelagnum.
Ítróttarfelagið Bragdið,
sum hevur umleið 450
limir, hevur gjørt tvey
ára samstarvsavtalu við
Eik og Tryggingarfelagið
Føroyar.
- Vit hava nakrar mans, sum landa, tá skip eru,
og so hava vit eisini nakrar skúlanæmingar, sum
eru góðir at heita á. Uttan hesar næmingar hevði
onkuntíð verið trupult at mannað landingarliðið,
sigur Wentzel Mouritsen, landingarformaður