Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-04, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. februar 2014 · Nr. 15 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Helgi Abrahamsen Kjak síða 21 Tá Jon­ hard rudd­ aði ein trið­ing... Símun absalonsen, kjak síða 22 Steðga kyns­ligari or­i­en­ter­ ing? Enn er ógreitt, hvørja kós nýggja leiðsl­an í Atlantsflog fer at leggja. Stjór­a­skiftið herfyri varð framt, tí at nevnd­in vildi saðla um – nú skuldi nýggj strategi til – ein strategi, sum fel­agið sam­bært nýggja stjóranum er far­in utt­an­lands at leita sær hjálp til at gera, og sum verður klár í summ­ar. Um talan verður um grund­leggj­ andi broy­t­ing­ar, er enn ógreitt. Men einki er, sum røkist fyri, at lands­ stýr­is­s­am­gong­an ætlar at halda lyft­ið, sum privat­i­seri­ngs­lands­s­ týrið hjá Jó­ann­es Eidesgaard gav í 2007 um, at næsti triðingur í fel­ag­ num skal privatiserast. Nú gongur kjakið heldur upp­á, um flogfelagið aftur skal nat­i­on­al­ i­s­er­ast – at tað almenna skal keypa priv­ata partapeningin aftur. Bjarni Djurholm, sum tá var lands­stýrismaður, segði við Sosialin mán­a­dagin, at hann neyvan hevði sett pro­sess­ina í gongd, um hann visti, at poli­tiski myndugleikin – sum hann sjálvur er partur av – fór at bróta lyftið, sum tá varð givið priv­atu íleggjarunum. Sjúrður Skaale, fólktatingsmaður, sum Sosialurin eisini tosaði við mána­dag­in heldur, at føroyingar eiga at sleppa so bíliga sum gjør­ligt til ein ferðslumiðdepil á ev­rop­iska meg­in­land­i­num. Hann held­ur, at tað al­menna ei­g­ur at lata priv­at­i­ser­ ing­ina ganga aftur – at tað almenna skal keypa privata partapeningin aft­ur, um eingin kapping heilt skjótt verður um flúgvingina. Magni Laksafoss, fyrrverandi fíggj­ar­mál­a­ráð­harri og løg­tings­ mað­ur, er ikki samdur við Sjúrði Skaale. Hann heldur, at Atlantsflog skal priv­at­i­ser­ast, og at flogleiðirnar eiga at verða bóðaðar út. Meðan Sjúrður Skaale heldur, at flog­ferða­seðl­a­prís­ir­nir eru alt ov høgir, so er Magni Laksafoss als ikki samd­ur. Hann heldur ikki, at prís­urin longur er so høgur í mun til inn­økur­nar hjá fólki, at prísurin er enn reel forðing fyri at ferðast. Stóri spurningurin er so, hvat leiðslan í Atlantsflog vil – og ikki minst hvat Johan Dahl, sum um­ boð­ar okk­um sum partaeigari, vilja við før­oyska flogfelgnum. Skulu vit hava eitt lítið altjóða flog­fel­ag, sum skal leggja seg eftir at flúgva nógvar ymsar flogleiðir – ella skulu vit hava eitt flogfelag, sum tryggj­ar okkum motorvegin út í heim við bíligum ferðaseðlum – fyrst og fremst til Kastrup Luft­ havn. Tað síggja vit valla, fyrr enn nýggja stragiin hjá tjóð­ar­flog­fel­ag­ num le­ndir á flogvøllinum í Vágum eina­ferð í summar.... Motorvegurin til kastrup Sambært Facebook tyk­ist løg­mað­ur ikki heilt so álvu­ lig­ur við avgerðina um at gera tveir undirsjóvartunlar fyri góð­a­r tvær milliardir krón­ur. – Um 10 ár, so síggja vit, um hend­an avgerðin varð røtt, sig­ur Kaj Leo Holm J­o­ hann­e­sen í viðmerking á Face­book, sum hann kortini hev­ur slettað aftur. Men í nevndu viðmerking segði hann eisini, at tað hev­ ur stór­an týdn­ing, at allir flokk­ar fáa hava æruna, tí ann­ars kann stígur koma í, segði løgmaður, sum fyri stutt­um staðfesti á tingsins røð­ar­a­palli, at verður tað ikki ein privat ætlan um Skála­ fjarð­ar­tunnili, so verður eing­in tunnil. CIP-loysnin var tann rætta loysnin, líka mikið, hvat Lands­verk segði. Løgmaður, Jørgen Nicl­ a­sen, Gerhard Lognberg og Kári P. Højgaard, eru nú vend­ir aftur til aftur til seks ára gomlu ætlanin hjá Che- sam­gong­uni, sum Gerhard Logn­berg sleit samgonguna upp­á. – Jú, tað er helst rætt at geva løg­manni og hin­um fyrr­ver­andi mót­støð­u­monn­ u­num ímóti almennu ætl­ a­nin part av æruni fyri, at tað nú endaði við almennu ætl­anini... Logiskt? Jú, hvat ger man ikki fyri frið skyld...? Er løgmaður farin at ivast? Í morgun boðaðin nevdnin í Elektron frá, at stjórin seinastu 19 árini er farin úr starvi. – Nevndin í hevur gjørt av, at fyritøkan í størri mun enn nú skal leggja á­herðslu á tæn­ast­ur á før­oyska markn­ að­inum, sum eru inn­tøku­ geva­ndi fyri Elektron, sigur nevndin í fráboðanini. Hetta merkir Elek­tr­on sleppur menn­ing­ar­ætl­an­u­ num uttanlands. Í hesum sambandi vildi stjór­in, Niels Christian Nols­ øe, at verða loystur úr starvi. Nevndin í Elektron hev­ ur tikið hetta til eftirtektar og hevur tí í dag loyst Niels Christian Nolsøe úr starvi. Kjartan Thomassen er sett­ur sum fyribilsstjóri. Hann hevur verið tekniskur stjóri á Elektron og hevur ver­ið ein av eigarunum og stjóri í Sam-Teld, sum Elek­ tron keypti í 2007. Súni Schwartz Jacobsen, nevndarformaður, sigur, at felagið skal skifta kós. – Elektron fer nú at nið­ ur­laga virk­sem­ið utt­an­lands. Í­staðin skal gongd setast á menn­ingina innanlands. Niels Christian frá sum stjóri Tá Danmark í vár verður vert­ur fyri tí heilt stóra tón­ leik­a­til­tak­i­num, Evropeiska Melodi Grand Prix, verða tað Lise Rønne, Nikolaj Kop­pel (v.m.) og Pilou A­s­ bæk (hm.), sum skulu leiða til­takið. Tað hevur Danmarks Rad­io kunngjørt á tíð­inda­ fundi í K­eyp­mann­ahavn. Tá Danmark í 2001 sein­ ast var vertur fyri hesum stóra tón­leik­a­tiltaki, vóru tað Nat­asja Crone og Sør­ en Pilmark, sum leiddu til­ takið, og tað gekk ikki betri enn væl, sum danskir fjøl­ miðlar málbera seg. Ein viðmerkjari hjá BBC gav tá dønunum báðum kel­i­nøvnini, Tandfeen og Dok­t­or Død. Í ár skulu teir tríggir vert­irnir, Lise Rønne, Ni­ k­o­laj Koppel og Pilou As­ bæk leiða trý tiltøk, tvær sem­i­finalur ávikavist 6. og 8. mai - og stóru finaluna leyg­ar­dagin 10. mai. Donsku vertirnir til Melodi Grand Prix Mugu bíða til í summar at síggja kósina hjá Atlantsflog