Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-04, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2014síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. februar 2014 · Nr. 15 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 tíðindi Nýggjar lógir forða fyri rumeniahjálpini Málið liggur hjá Akstovuni Leo Poulsen Tað hevur verið nógv at hoyrt um rumeniahjálpina og um Absalon Matras, sum ótroytt­iligur hevur koyrt tær mongu ferðirnar til Rumenia við fullum bussi av neyð­ synjarvørum. Men nú sær út til, at tað skal fáa ein enda. – Ein nýggj lóg í EU ger tað nú neyðugt, at last­bilar og bussar skulu brúka kort í sambandi við kilo­metur­vís­ aran. Hetta kortið vísir ferð á akfarinum, nær tað stendur stilt og nær tað koyrir. Hetta er eitt krav, ið verð­ ur sett fyri at sleppa at koyra í EU, og hevur tú ikki neyð­ ugu pappírini, fær tú eina rimmarbót, sigur Absalon Matras. Hann hevur roynt at fingið at vita, hvussu føroy­ ing­ar stilla seg til hesar nýggju reglur í EU, men tað er sum at sláa í eina dýnu. – Eg havi tosað við Ak­ stov­una, men hon vísir mær bara til Innlendismálaráðið. Og har hevur ein kvinna arbeitt við málinum, men nú er so ein maður settur á sakina. Tað kenst sum vilja føroyingar ikki vakna, sigur Absalon Matras. Hann vísir á, at fleiri før­ oyingar hava verið niðri í Dan­mark og tikið hetta skeið­ið, men tað vísir seg, at teir kortini ikki duga at nýta kortið, tá til stykkis kemur. – Tað vísir seg, at teir als ikki vita, hvussu teir skulu brúka hetta kortið. Tað má jú still­ast rætt, og verða rætta dato, men tað vita teir als ikki, sigur Absalon Matras. Hann heldur, at føroy­ ingar vilja einki gera við hetta málið, og hann hevur upp­ livað, at teir hava smekkað hornið á, meðan hann hevur tosa við teir á Akstovuni. – Teir vilja stutt sagt ikki vakna, staðfestir Absalon Matras. Hevur roynt Absalon Matras sigur, at hann hevur roynt alt tað, hann kann, men tað hevur verið sum at sletta vatn á gás. – Tað hendur als einki. Og nú verið eg so noyddur at fara til Danmarkar at taka hetta skeiðið, og tað líkist ongum. Eg skilji ikki, hví ikki onkur kann koma úr Danmark til Føroya at undirvísa í hesum, so vit ótarnaðir kunnu koyra í EU, sigur Absalon Matras. Hann sigur, at verður hann steðgaður og kravdur eftir hesari skivuni, sum hann ikki hevur, kann hann fáa eina risastóra bót. – Og tað eru ikki smá­ peng­ar, tað snýr seg um. 42.000 krónur kostar tað, ikki at hava slíka skivu ella kort í kilo­metur­teljaranum, sigur Absalon Matras. Tað skal eisini standa í koyri­kortinum, at hann hev­ ur tikið neyðuga skeiðið. – Og hetta skal til um­framt flutningsloyvi. Tað er tí ófati­ ligt, at føroyskir myndug­ leikar ikki vilja vakna tá vit vita, at tað eru 27 lond í EU, sum hava samtykt hetta. Og vit vita eisini, at Ísland eisini hev­ur tikið við hesum, sigur Absalon Matras. Hetta er ikki nakað spildur­nýtt, sum er komið í gildi. – Hetta hevur verið galdandi í fleiri ár, og kortini vilja føroyingar ikki kennast við hetta, sigur Absalon Matras. Hann hevur enntá roynt at fingið hjálp frá Sjúrða Skaale, uttan at tað hendir nakað. – Hann sigur bara, at tað skal koma fyri í Fólkating­ inum, men tá eg so spyrji, hvat tað er, so vantar honum svar. Og nú tekur hann ikki long­ur telefonina, tá eg ringi, sigur Absalon Matras. Einasta loysn er tí, at Absalon Matras sjálvur tek­ur málið í egnar hendur og fer til Danmarkar at taka neyð­ uga skeiðið. leo@sosialurin.fo Nýggjar lógir fyri lastbil- og bussførarar forða fyri, at føroyingar kunnu koyra í EU-londunum, og gera teir tað, viðførir tað stórar bøtir, sigur Absalon Matras, sum nú noyðist til Danmarkar at taka hetta skeiðið – Eg havi ikki nóg góða vitan um málið til at svara, men tað er Akstovan ið umsitur, sigur Bjartur Dalsgarð í Vinnumálaráðnum – Eg kenni eitt sindur til málið, men havi havt so lítið at gjørt við tað, at eg veit ikki heilt. Men tað er týðiligt hjá Ak­stovuni, at málið liggur, sigur Bjartur Dalsgarð í Vinnu­málaráðnum. Akstovan lá upprunaliga undir niðurlagda Inn- lendis­málaráðnum, men er nú flutt til Vinnumála- ráðið. Bjartur Dalsgarð veit ann­ ars um væntandi skeiðini, tí tað eru aðrir enn Absalon Matras, ið hava brúk fyri at fáa hetta við í koyrkortið. – Men tað er bara, um tað er okkurt løgfrøðiligt, ið ivi er um, at vit koma inn í málið, sigur Bjartur Dalsgarð. Hann dugir tí ikki at siga, hvussu gongst við málinum, ella nær tað ber til at fáa hesi skeiðini í Føroyum. – Tað mást tú spyrja um á Akstovuni, er tað einasta, ið Bjartur Dalsgarð kann siga um málið. leo@sosialurin.fo Í Vinnumálaráðnum fáa tey bert víst til Akstovuna. Og tað eydnaðist okkum ikki at fáa orðið á Jákup Jacobsen, áðrenn blaðið fór til prentingar