týsdagur 4. februar 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 3. februar 2014 · Nr. 14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
uppsjóvarvirki
Rólant Waag Dam
- Vit fáa við hesum ein nýggj
an kunda. Tá ein kundi spyr,
um vit kunnu veita streym,
so hyggja vit upp á tað. Og
í hesum førinum kunnu vit
gott veita streym. Soleiðis
ljóðar einfalda frágreiðingin
frá deildarstjóranum fyri
tøkni, Finn Jakobsen, tá
hann verður spurdur, hvat
tað merkir fyri SEV, at nýtt
uppsjóvarvirki verður gjørt
í Fuglafirði.
Hóast SEV sigur, at tey
gott kunnu veita streym til
Pelagos, sum nýggja upp
sjóvarvirki eitur, so gevur tað
streymveitaranum serligar
avbjóðingar.
Tí hóast tað ikki er
neyðugt við stórum útbygg
ingum her og nú hjá SEV, fyri
at Pelagos kann byrja sítt
virksemi, so er tað nakað,
sum má gerast um ikki so
langa tíð.
- Tá SEV tosar um út
byggingar, so tosa vit í
milliónum. Um tað er tíggju
milliónir ella meir, tað dugi
eg ikki at siga, sigur Finn
Jakobsen, sum tó avvísir, at
íløgan kemur at kosta 100
milliónir krónur, tá hann
verður spurdur um tað.
Deildarstjórin fyri tøkni
vísir á, at SEV hevur eina
veitingartrygd. Tað merkir,
at tey ikki bara kunnu hyggja
eftir hvat er bíligasta loysnin
her og nú. Tey verða noydd at
hyggja fram í tíðina, tí íløgur,
sum eru dýrar her og nú,
kunnu vísa seg at vera tær
skilabestu, um vit hyggja
fram í tíðina.
- Vit hava nú teknikkarar,
sum hyggja eftir, hvat er best
fyri øki. Vit hava tó ikki valt
nakra loysn enn, og tí ber
heldur ikki til hjá okkum at
siga, hvat tað kemur at kosta
okkum. Men tað eru fleiri
møguleikar at styrkja um
elkervið. Vit kunnu styrkja
um elkervið við einari linju
frá Skálabotni, Eiði ella
Skálabotni. Men tað er bara
ein loysn av fleiri, og tað er
ógvuliga ymiskt, hvat tær
ymsu loysnirnar kosta, upp
lýsir Finn Jakobsen.
Men háspenningsanlegg
ið, sum skal byggjast á kaiini
fyri at uppsjóvarvirkið skal
kunna virka, kostar millum
tvær og fimm milliónir krón
ur. Hetta er tó bara sjálvt an
leggið, tá forsýningin og ann
að ikki er íronað.
Finn Jakobsen leggur tó
dent á, at SEV hevur ráð til
at veita streym til Pelagos í
Fuglafirði. Og til íløgurnar,
sum er neyðugar at gera
aftaná fyri at tryggja veit
ingarskylduna.
- Vit hava ráð og skulu
hava ráð. Tað áliggur okkum
at veita øllum streym. Vit
hava útbyggingarætlanir frá
fimm til 20 ár fram í tíðina.
Hetta virkið í Fuglafirði
setur okkara skipan undir
trýst, men tað merkir bara,
at okkara ætlanir fyri hetta
øki, verða framskundaðar,
sigur Finn Jakobsen.
Rólant Waag Dam
Nýggja
uppsjóvarvirki
í
Fuglafirði, Pelagos, er ein
stórur kundi hjá SEV. Men
ikki ov stórur.
- Avbjóðingin er stór og
skotbráið er stutt. Tað eru
bara fimm mánaðir til, at
virkið skal koyra. Men vit
meta, at við at gera nakrar
útbyggingar á kaiøkinum og
á sjálvum virkinum, so fer
tað at bera til. Tað staðfestir
rakstrarleiðarin
hjá
SEV,
Finn Jakobsen.
Greitt er tó, at uppsjóvar
virkið er so mikið krevjandi,
at tá Pelagos er knýtt at
skipanini hjá SEV í Fuglafirði,
so er skipanin spent á tamb.
- Pelagos kennir treytir
nar. Tey vita, hvussu vit eru
skipað, tá tað kemur til tøkni
og hvørji fólk, ið arbeiða við
hesum júst nú. Tá skotbráið
er so stutt, so hava vit nøkur
fyrivarni. Vit kunnu ikki
byggja elkervið til at nøkta
tann eftirspurningin, sum
eitt slíkt virki skapar, men vit
hava ein ávísan fleksibilitet í
elkervinum. So við at kobla
um og optimera uppaftur
meir, so fáa vit givið teimum
tað orku, tey hava biðið um
um eitt hálvt ár, greiðir Finn
Jakobsen frá.
Sostatt fær SEV veitt
Pelagos tann streymin, teim
um tørvar, tá virksemið á
uppsjóvarvirkinum skal byr
ja.
- Men vit mugu eisini
hyggja eftir, um eykamáttur
in og alt tað, sum er vanligt
í eini elskipan fyri at varð
veita veitingartrygdina, skal
útbyggjast. Tað fara vit at
hyggja eftir, tí tá ein so stór
ur kundi kemur, so setur tað
skipanina undir trýst,
rolant@sosialurin.fo
Tvingar SEV til milliónaíløgur
Nýggja uppsjóvarvirki í Fuglafirði tvingar SEV til at framskunda íløgur á tíggjutals
milliónir. Deildarstjórin fyri tøkni hjá SEV afturvísir, at talan er um 100 milliónir
Uppsjóvarvirki trýstir SEV
SEV kann sum er nøkta streymtørvin hjá nýggja uppsjóvarvirkinum í Fuglafirði. - Men ein
kundi sum hesin, setur skipanina undir trýst, ásannar Finn Jakobsen, rakstrarleiðari