týsdagur 4. februar 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. februar 2014 · Nr. 15
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
Leo Poulsen
Tað var ímillum klokkan 18 og
19 leygarkvøldið 23. februar í
2013, at hendingin fór fram.
Ákærdi maðurin var farin
í Café 22 - fyrrverandi Tórs
høll - og á trappuni hitti hann
eina vinkonu, sum hann síð
ani fylgdist inn við.
Sjálvur greiddi maðurin
frá, at tey settu seg við eitt
borð, har ein annar maður
og kona sótu. Hann segði seg
kenna viðkomandi mann frá
býarlívinum, og at hesin við
hvørt tosaði við seg um pápa
sín, sum hesin hevði kent.
Ákærdi maðurin segði, at
hesin altíð var »keðiligur« og
strævin at tosa við, og tað
hevði hann eisini verið hetta
kvøldið.
Hann tosaði niðursetandi
um pápa sín, sum hevði verið
deyður í fleiri ár, og einaferð
gjørdist hann so illur, at hann
smekkaði til viðkomandi.
Hann helt, at meðan teir
báðir standa uppi á gólvinum,
kom hin eldri maðurin yvir til
teirra, og tá skumpar ákærdi
hin mannin við tí úrsliti, at
allir detta á gólvið.
Hetta førdi til, at tann um
leið 65 ára gamli misti vitið
eina løtu, men hann kom tó
rímiliga skjótt fyri seg aftur,
og virkaði normalur.
Hann fór síðani til hús við
einum taxabili.
Ákærdi sló
Hin maðurin í hesum málin
um var næsta vitnið í málin
um.
Hann segði seg vera komin
um 18-tíðina, og at hann
hevði eina góða kenning, tá
hann kom.
Hann fór í barrina og
keypti sær okkurt, og setti
seg síðani niður at tosa við
tann 65 ára gamla.
Hann segði frá, at hann
knappliga fekk eitt hart slag
í andlitið frá tí ákærda, so
hart, at hann gjørdist groggy.
Hann gjørdi tí av at fara til
hús við einum taxabili.
Hetta vitni segði seg ong
antíð síggja nakað ganga fyri
seg millum ákærda og tann
65 ára gamla.
Kvinnan, sum var við
manninum, greiddi frá, at
hon hevði vitjað vitnið kvøld
ið fyri, og var so farin í býin
við honum aftur um 18-tíðina
hetta kvøldið, og hon váttaði,
at hesir báðir beinanvegin
vóru upp at kjakast.
Hon fer so útum at roykja,
men fær at vita um tumult
millum ákærda og vitnið. Inn
aftur komin sær hon ákærda
sláa tann eldra mannin í
búkin.
Ákærdi
maðurin
legðist beinanvegin á knæ
við síðuna av eldra mannin
um og bað upp í saman um
umbering.
Eitt annað vitni segði, at
hann sá teir báðar skeldast,
og so reistust teir báðir, og
taka í hvønnannan. Tann
eldri maðurin fór so yvir til
teirra fyri líkasum at skilja
teir sundur, men fær eitt
skump og dettur.
Hetta vitnið mintist ikki
alt so gjølliga.
Fundurin útsettur
Eitt annað vitni var eisini
kallað inn, men hann vildi
ikki svara spurningunum
frá ákæranum. Tískil varð
hansara
vitnisfrágreiðing
lisin upp so sum hann hevði
sagt fyri politinum.
Næstseinasta vintið var
barrkvinnan, sum arbeiddi
hendan dagin.
Hon greiddi frá, at teir
høvdu skeldast og bukaðu í
borðið, sum einaferð fór um
koll. Hon var tá farin yvir
til borðið og fekk tað upp á
rættkjøl. Hon var júst komin
yvir aftur í barrina, tá hon sá
ákærda mannin við einari
feiðandi
rørslu
skumpað
tann eldra mannin. Men
tað var ikki nakað harðligt
skump, segði vitnið.
Seinasta vitnið var ein
obduktiónslækni, sum bert
staðfesti deyðsorsøkina av tí
eldra manninum í 60-unum.
Kvinnan,
sum
ákærdi
møtti á trappuni, skuldi eisini
avhoyrast, men hon møtti
ikki, og upplýst var, at hon
var í Danmark. Hetta vitnið
vildi verjin ógvuliga fegin
hana avhoyrt, og tí var ikki
annað at gera, enn at útseta
málið til ein seinni fund.
Nær hesin verður, stó ikki
greitt mánadagin.
Ein 38 ára gamal maður var fyri í Føroya Rætti mánadagin, ákærdur fyri at hava sligið ella skumpað ein mann
miðskeiðis í 60-unum við tí úrsliti, at maðurin doyði tveir dagar seinni av løstinum, hann fekk frá fallinum
Doyði av stoytinum
Leo Poulsen
Í dag, mikudag, eru fleiri rús
evnismál á skránni í Føroya
Rætti.
Seks fólk eru ákærd nú
mikudagin um euforiserende
stoffer, meðan bæði í kom
andi viku og næstu viku aftur
eru fleiri mál um ávikavist
euforiserende stoffer ella
skunk.
Tað er í fleiri førum tey
somu ákærdu, sum ganga
aftur, og fríggjadagin 14.
februar eru tey allarflestu til
sama rættarfund.
Tað eru eisini fleiri hassj
plantagur avdúkaðar í sein
astuni, og tað er helst ein av
orsøkunum til mongu rætt
armálini um euforiserandi
evnir og um skunk.
Spurningurin er so, um
ákæruvaldið ynskir at gera
revsingina strangari mót
vegis teimum, sum hava
hassjplantur, ella hesi nógvu
rúsevnismálini
eru
púra
tilvildarlig.
Men frá mikudegnum og
báðar tær komandi vikurnar
standa altso nógv slík mál á
rættarlistanum.
Nógv rúsevnismál á skránni
Mikudagin og alla komandi viku eru hópurin av
rúsevnismálum fyri í Føroya Rætti
14. februar má stóri rættarsalurin í hvussu er takast í nýtslu
Savnsmynd