týsdagur 4. februar 2014síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. februar 2014 · Nr. 15
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Vakurt farvæl við blómuheilsan
Fríggjadagin 31. januar lat
ein vøkur og áhugaverd
framsýning upp í Fípuni í
SMS.
Hon ber heitið: “Vakurt
farvæl við blómuheilsan”.
Tað er lærlingurin Maria
Deku, sum er byrjað við sín
um sveinastykki, og evnið er
“Prýði til jarðarferð”.
Umframt at sýna fram
sítt skapandi kynstur er eitt
endamál við framsýningi
eisini at varpa ljós á tær
tænastur, ið blómuhandilin
Fípan veitir sínum viðskifta
fólkum.
Framsýningin sýnir teir
klassisku litirnar reytt og
hvítt til og við mánadagin 3.
februar.
Týsdagin 4. februar verð
ur hildið fram við øðrum
litum við heitinum “Ný
summar við lavendel og
hvítum” Eitt, ið tú beinan
vegin leggur til merkis er,
at vakurleiki, nærlagni og
góðska eru í hásæti, og
tað er veruliga ein fragd at
skoða hesi prýði.
Maria leggur dent á, at
tað er av alstórum týdningi
at ganga ynskjunum hjá
kundanum á møti, tá hon
ger eitt tílíkt prýði, og at
blómur og litir skulu spegla
lyndið og lívið hjá tí per
sóni, ið prýðið er ætlað til.
Framsýningin verður opin
til og við hósdagin 6. febru
ar, og Maria býður øllum
vælkomnum at vitja.
Silvurbrúdleyp
22. mars kunnu Ruth og Sólbjørn Thomsen hátíðar
halda silvurbrúdleyp og hendan sama dag fyllir silvur
brúðgómurin 50 ár. Veitslan verður hildin í Dansifrøði
22. mars kl 19. Tey, sum vilja gleðast saman við okkum
hendan stóra dag vera vinarliga biðin um at boða frá
áðrenn 1. mars á tlf. 31 67 55 ella 22 96 57 ella á teldupost
ruththomsen@olivant.fo.
90 ára føðingardagur
5. februar verður Anna Thomsen, Saltangará, 90 ár.
Dagurin verður hildin í Sjókafeini 8. februar millum kl
18 og 21. Øll eru hjartaliga vælkomin.
85 ára føðingardagur
16. februar verður Julianna Didriksen í Havn 85 ár.
Dagurin verður hildin leygardagin 15. februar kl. 19 í
húsinum hjá Argja Róðrarfelag. Tey, ið ynskja at halda
dagin saman við Juliannu, kunnu siga frá á tlf. 312552
ella 512552 seinast 11. febr.
80 ára føðingardagur
7. februar fyllir Asta Abrahamsen, Klaksvík 80 ár, í tí
sambandi verður opið hús leygardagin 8. februar í
hondarbeiðsskúlanum í Klaksvík (gomlu Heygabúðini)
frá kl. 11 til kl. 16, har øll eru hjartaliga vælkomin.
60 ára føðingardagur
6. februar verður Elisabeth Pearce, Tvøroyri, 60 ár.
Tey, ið vilja gleða Elisabeth, eru hjartaliga vælkomin í
Fylking leygardagin 8. februar frá kl. 12-18.
50 ára føðingardagar
Týsdagin 11. februar verða tvíburðarnir Jórun og Marita
Mortensen 50 ár. Dagurin verður hildin í Hovs skúla
leygardagin 8. februar frá kl. 11-17. Øll eru hjartaliga
vælkomin.
Tøkk
Hjartaliga takka vit øllum,
sum á ymiskan hátt gleddu
okkum á gullbrúdleypinum
tann 14. september 2013.
Kærar heilsanir
Petra og Gorm
Fimm ættarlið
á pálsmessu
Leygardagin 25. januar kl. 12.07 á pálsmessu fingu Turið Arge
Samuelsen og Høgni Heri Mohr ein son á Landssjúkrahúsinum.
Lítli drongurin gjørdi fleiri fólk eitt ættarlið eldri. Petra Arge,
f. Gregersen í 1922, gjørdist olduromma. Jógvan Arge, f. 1947,
gjørdist langabbi, Uni Arge, f. 1971, gjørdist abbi, og Turið Arge
Samuelsen, f. 1994, gjørdist mamma. Á myndini síggjast tey
fimm ættarliðini á føðideildini á Landssjúkrahúsinum
90 ára føðingardagur
Leyðardagin
8.
februar
verður
Símun
Pauli
Poulsen Fuglafjørður 90
ár. Dagurðin verður hildin
saman við familjini
Brúdleyp
Leygardagin 15. februar giftast í Craponne í Frankaríki,
Bjalla Brynolfsdóttir Lamhauge úr Tórshavn og Remy
Duhesme úr Craponne.Brúdleypið verður hildið fyri
innbodnum. Brúdleypsadressa: Bjalla et Remy Duhesme,
1 rue Pere Louis de Galard. 69009 Lyon, France.