týsdagur 4. februar 2014síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 5. februar 2014 · Nr. 15
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Upprunaliga vóru tað ein
staklingar sum slóðaðu fyri
og fingu samstarv í lag við
Lions Club Eysturoy og
kommunurnar í Eystur
oynni, sum á vári 1980 komu
saman í felagsskapinum
»Eysturoyar Røktar- og ellis
heim« og valdu bygginevnd
og stýrið.
Síðan heimið varð tikið í
nýtslu eru tvær útbyggingar
farnar fram. Tann fyrra í
1992 og tann seinri í 2006,
soleiðis, at í dag er pláss
fyri 70 fólkum umframt 12
brúkarum, ið gera nýtslu av
Dagtilhaldinum.
Kommunurnar í Eystur-
oynni hava við hesum lagt
stóra orku í og virkað fyri
dygdargóðum
umstøðum
til teirra, ið hava tørv á røkt
arheimsplássi.
Í hesi 30 árini hava út
ímóti 2600 fólk í styttri ella
longri tíðarskeið búleikast
á heiminum.
Tá heimið rundaði 25
ár varð skipað fyri stórum
almennum
hátíðarhaldi.
Einki alment hátíðarhald
verður á hesum sinni.
Minningarorð um mostur mína
Ragnu Jacobsen
24. januar 1942 – 19. januar 2014
Mín elskaða mostir er farin
frá okkum og heim til Harr
an. Tað er ikki til at fata, og
tað kennist sera ringt nú –
og tá ið so gerandisdagurin
kemur, verður tað uppaftur
verri. Saknurin verður ring
ur at liva við. Tað at hon
ikki ringir og heldur, at tað
er langt síðani, at hon sá
meg. Eg fari oman, og vit
seta okkum at binda, práta
um líkt og ólíkt og hugna
okkum. Hon lærdi meg m.a.
at binda hosur og dugdi
sera væl at læra frá sær, og
soleiðis var mostir ótrúliga
familiukær, hevði umsorgan
fyri okkum øllum bæði stór
um og smáum. Hon var tann,
ið savnaði okkum øll til ym
iskt, t.d. jólahald, sunnu
dagsdøgurða á Hafnia við
gomlum ljósmyndum, lærdi
okkum at gera rullupylsur
og savnaði okkum á hvørjum
heysti til at eta blóðpylsu –
kallað blóðpylsuball – og tað,
ið hoyrir til. Jórun og Ragna
matgjørdi í dagavís, so vit øll
(eini 20 – 25 fólk) kundi eta
okkum mett, síðan okkurt
gott omaná og vit hugnaði
okkum til langt út á kvøldið
– familian er sera løtt sint.
Eisini havi eg nógv sera
góð barnaminnir saman við
mostur. Av tí at Sámal sigldi,
vildi hon, at vit døturnar hjá
Agnas skuldi sova hjá henni,
tá ið Sámal var burtur, og
tað gjørdi vit so skiftisvís
kanska eina viku ella so í
senn. Tað bar við sær, at
vit á ein hátt høvdu tvey
heim, og tað kendist sera
gott og var eitt sterk band
millum heimini. Vit høvdu
eisini húsligar uppgávur,
best minnist eg tað at fara
eftir mjólk, fara við tómari
spann og koma heim við
fullari spann – ein drúgvur
túrur helt eg sum barn, og
tað kundi taka sína tíð. Um
veðrið var gott, møtti eg
kanska einari fittari kettu
ella sá okkurt áhugavert
í ánni. Komin heim aftur
høvdu tey verið bangin um
meg, tí eg hevði verið vekk í
tríggjar tímar, men eg hevði
jú onki ur so... Jú, gott er at
hava góð barnaminnir. Takk
fyri tað mostir.
Mostir mín var nakað
serligt. Hon var sera góð
í ráðum, nærverandi, um
sorgarfull, umhugsin, gesta
blíð,
gávumild,
røsk
og
segði ongantíð nei, um hon
var biðin um okkurt. Hon
var klók og las nógv, hevði
stóra vitan, og eg trúgvi, at
um hon hevði verið ung í
dag, hevði hon haft onkra
hægri útbúgving. Hon var
eisini sera glað fyri lívið og
viljasterk sum fá.
So kom dagurin, har
mostir
fekk
tey
ringu
boð, at hon hevði fingið
krabbamein, ið hon ikki
kundi vera lekt fyri. Tað var
sera tungt, tá ið hon ringdi
til mín at siga mær tað, men
tá ið ringasti skelkurin hevði
lagt seg, fór mostir undir at
gera alt fyri at basa sjúkuni
ella longja sær lívið og vísti
hon tá, hvussu lívssterk
hon var. Hon vildi liva og
gjørdi alt, ið hon megnaði,
gekk túrar á rennibreytini
og annað saman við Jórun
mostur. Tær vóru jú næstan
sum eitt, og var Jórun
mostir sera nógv um mostur
hetta hennara seinasta ár.
Eisini fór mostir at ferðast
til Samsø í Danmark fyri at
vera saman við døtrunum
og ommubørnum, og var
tað ein góður túrur. Henni
dámdi væl at ferðast og at
uppliva – hon livdi lívið fult
út hvønn dag og var positiv
og glað og vónaði at gerast
frísk, men so við og við
bleiv sjúkan verri, og hon
hevði dagar so ringar, at hon
ikki kom út úr songini. Tað
løgna var bara, at mostir so
gott sum als ikki tosaði um,
hvussu ringt hon hevði tað,
men heldur vildi hoyra um,
hvat eg upplivdi og spurdi
eftir Gvøðny dóttur míni.
Mostir hjálpti henni at
sleppa á háskúla í Svøriki, og
vóru tær eisini sera væl.
Tá ið so jólini nærkaðist,
og øll familian kom úr Dan
mark at halda jól saman við
mostur og Sámal, mannaði
hon seg upp, og jólini vóru
dagar saman við teimum, ið
stóðu henni allar nærmast
– Sámal, døturnar og øll
ommubørnini, og jólaaftan
fór hon ikki til songar, fyrr
enn tað leið ímóti morgni
og nýtti løtuna saman við
sínum elskaðu. Tá ið so jól
ini vóru farin afturum, var
tað sum maktaði hon ikki
at stríðast meira og var enn
einaferð innløgd á lands
sjúkrahúsið. Hon hevði tó
vón um at sleppa heim aftur,
men so skuldi ikki verða, og
tann seinasta tíðin var bæði
drúgv og pínufull, og tað er
so sera ringt at síggja ein, tú
elskar so, hava tað so ringt.
Tá ið Harrin at enda tók
hana heim til sín, var hon so
púra klar til tað og bað Gud
um at koma eftir sær. Dánjal
systkinabarnið og mostir
høvdu biðið, og Dánjal las
úr Bíbliuni fyri henni, og
høvdu tey bæði nógvar løt
ur saman. Vit sótu øll har
og royndi at syngja fyri
henni og ugga hana. Hon fór
heim til øll tey, ið eru farin
undan henni – mamma
og pápi hennara, Elsuba
og Dánjal á Dul, Gvøðny
systir, Katrin mostir og tví
burðarnir Luka og Mika.
Tey verða glað at síggja
hana, men tað verður ein
ótrúligur saknur hjá okkum
– eisini hugsi eg um Rúnu
systur, Sigrit svigarinnan
og Doris besta vinkonan
hjá mostur – men serliga hjá
døtrunum Helenu, Elsbu
og Sólva, Sámal, Rannvá,
Jórun mostur og mammu.
Vit mugu styrkja okkum
og standa saman í hesu
stóru sorg, tað hevði mostir
viljað. Hon, ið elskaði okkum
so. Tí er gott at minnast
á, at størstur av øllum er
kærleikin. Ærað veri minnið
um mína elskaðu mostur.
Heilsan
Piddan og systrarnar
Elsebeth, Guðrið, Sunrid
og Rúna
Eysturoyar Røktar- og ellisheim 30 ár á baki
Í gjár fyri 30 árum síðan - 4. februar 1984 – varð Eysturoyar
Røktar og elllisheim í Runavík alment tikið í nýtslu.