týsdagur 4. februar 2014síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. februar 2014 · Nr. 15
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
meldurin
Jón Brian Hvidtfeldt
– Tað, sum kann gerast í dag,
skal ikki bíða til í morgin. So
eg eri helst eitt sindur av eini
marru hjá fólki, sigur karis
matiski stjórin í Faroe Ship
flennandi.
43 ára gamla Jóhanna á
Bergi trívist væl millum skip,
bingjur og stórar trailarar í
eini fyritøku, sum hevur sett
sær sum aðalmál at laga sítt
virksemi eftir kundunum.
– Tað nyttar ikki, at vit
sigla í eyst, meðan vørurnar
fara í vest. Vit fara, har
kundin ynskir, argumenterar
hon.
Fríggjadagin
varð
Jóhanna á Bergi útnevnd
ársins leiðari í privata vinnu
lívinum.
Í
grundgeving
unum fyri avgerðini verður
hon lýst sum ein sterkur
og kveikjandi leiðari, sum
saman við starvsfólkunum
finnur nýggjar loysnir, sam
stundis sum hon setir sosialu
starvsfólkavirðini í hásæti.
Jóhanna á Bergi trilvar
eitt sindur, tá hon verður
biðin um útdýpa føgru lýs
ingarorðini, ið henda dagin
vórðu sett á seg.
– Vit eru eitt arbeiðspláss
við umleið 110 starvsfólkum,
sum hava sera ymiskar upp
gávur og eru sera ymisk.
Eg royni at tosa við fólk og
skapa eina felags kenslu
fyri okkara arbeiðsplássi.
Vit skulu síggja okkum sum
eina heild, ið hevur somu
mál og mið. Ítøkiliga at vit
sum flutningsfelag eru ein
viðleikari, sum skal vera
við til at menna vinnulívið
í Føroyum, sigur Jóhanna á
Bergi.
Jóhanna á Bergi tók við
sum stjóri í 2006. Tað var
stutt eftir at Eimskip hevði
keypt gamla Skipafelagið,
sum frammanundan hevði
keypt
flutningsfyritøkuna
Hera Thomsen, sum framm
anundan hevði keypt last
bilarnar hjá Sigfríða Vørð
hamar
í
Fuglafirði.
Og
harumframt var Farmaleiðir
eisini keypt inn í samtakið.
– Ja, talan var um eina
sera samansetta fyritøku, og
mín høvuðsuppgáva var at
samansjóva alt. Tá er neyð
ugt at seta sær rættuliga
greið mál. Tað er væl sum tá
fótbóltsspælarar úr ymsum
feløgum kring landið savnast
á landsliðnum. Vit skulu
hava eitt felags mál, greiðir
Jóhanna á Bergi frá.
Eisini hava starvsfólka
tiltøk av ymsum slag stóran
týdning. Tað veri seg felags
útferðir, jólafrokostur ella
onnur sosial tiltøk.
– Nógv hava verið í fyri
tøkuni í 30-40 ár. Tað taki eg
sum tekin um at fólk trívast.
Men samstundis skulu vit
skapa felags virði á okkara
samansetta
arbeiðsplássi.
Men jú, eg haldi at øll kenna
okkara felags mál, eisini um
tey verða útpurrað á miðjari
nátt, leggur Jóhanna á Bergi
flennandi afturat.
Úr stjórastólinum hevur
Jóhanna á Bergi verið við til
at steingja deildir, miðsavna
virksemi, gomlu Lómur og
Blikur eru skiftir út við meira
nýmótans skip og virksemið
er lagað til broyttar markn
aðir.
– Tað snýr seg millum
annað um at varðveita køli
ketuna og góðskuna. Vøran
skal koma vegin fram so
trygt og gott sum yvirhøvur
tilber. Tað hevur týdning, at
fruktin er frísk, tá hon liggur
á handilshyllunum. Og tað
hevur týdning, at føroyskar
vørur
hava
somu
góðu
góðsku, tá tær koma vegin
fram til sínar marknaðir,
sigur Jóhanna á Bergi.
Eftir hennara tykki er
góð tænasta nærum ein
sjálvfylgja í dag, og tí ikki
nóg mikið fyri at standa seg í
kappingini:
– Góðskan skal vera í lagi.
Og prísur og levering skal
sjálvandi eisini vera í lagi.
Føroyskar fyritøkur eru sera
tilvitaðar um góðsku, og okk
ara uppgáva er at vera ein
viðleikari, soleiðis at góðskan
á vøruni eisini heldur sær,
sigur Jóhanna á Bergi.
Sterk og kveikjandi
Lætta lyndið hjá stjóranum
á Faroe Ship gongur aftur
gjøgnum
samrøðuna,
og
svarini byrja ofta við látri.
– Nei, tað veit eg ikki, um
eg eri so kveikjandi. Men mær
dámar væl at arbeiða millum
fólk. Eg havi eitt starv, har eg
fái rís og rós serverað á ein
um silvurfati. Tingini verða
søgd beint fram, og tað
dámar mær, sigur Jóhanna
á Bergi.
Stjórin metir eina orsøk til
støðuna vera, at uppgávurnar
hjá Faroe Ship eru rættiliga
ítøkilig.
– Vit arbeiða við ítøkiligum
tingum. Antin er bingjan
flutt, ella er hon ikki flutt.
Hendan ítøkiligheitin merkir
alla fyritøkuna, eisini meg
sum stjóra, sigur Jóhanna á
Bergi og heldur fram:
– Eg fari ikki út í eitt djúpt
kjak um ein fýra akslaðan bil.
Vitan er góð, men hinvegin
hevur hon við sær vandan
fyri at detta í grøvina, har
man heldur seg duga alt sjálv
ur. Mín avbjóðing er, saman
við góðum fólki, at duga at
samskipa alt arbeiðið, so
leiðis at uppgávurnar verða
loystar.
Dómsnevndin, ið fríggja
dagin valdi út ársins privata
leiðara,
peikaði
millum
annað á eginleikarnar hjá
Jóhannu á Bergi at vísa sín
um starvsfólki álit.
– Eg eri sikkurt eitt sindur
av eini marru viðhvørt. Kann
finna uppá at senda fólki ein
teldupost ella geva teimum
eini boð, sum eg so forvænti
verða
fylgd
beinanvegin.
Men eg eri beint fram. Tað,
sum kann gerast í dag, skal
ikki bíða til í morgin, sigur
Jóhanna á Bergi smílandi,
áðrenn hon fer at argu
mentera:
– Tað snýr seg í botn og grund um at flyta eina vøru frá A til B. Ítøkiligar uppgávur, sum
skulu avgreiðast fyri vinnulívið í Føroyum. Tað smittar helst av á mentanina í fyritøkuni,
har tónin er beint fram, sigur karismatiski stjórin í Faroe Ship, Jóhanna á Bergi
Fái rís & rós
á silvurfati
...framhald á síðu 18
Tú flytur ikki einans góðs, men sanniliga
eisini mørk millum menniskju. Og alt sum
hevur uppiborið at verða gjørt, hevur eisini
uppiborið at verða væl gjørt. Hjartaliga til
lukku, Jóhanna. Tað er lættari at gera eitt ar
beiði, enn at greiða frá, hví ein ikki gjørdi tað!
– Ja, mær dámar væl at fáa tingini gjørd, heldur í dag enn
í morgin. Tað ber til, tá man sær eina meining í tí, sum
man ger. Tað heldur meg ígongd, sigur Jóhanna á Bergi