Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-04, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 4. februar 2014síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 5. februar 2014 · Nr. 15 20 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Kolesterol hongur sam­an við hjartasjúkum. Hjarta­sjúk­ ling­ar skulu ansa sera væl eftir innihaldinum av kolest­ er­oli í blóðinum. Sama er ikki al­tíð galdandi fyri frísk fólk, sum gjarna vilja byrgja upp fyri hjartasjúkum. Á heimasíðuni www.helse. dk verður greitt frá, hvat tú skalt brúka títt kolesteroltal til. Lívið er fult av tølum, sum tú eigur at kenna. Sum barn leggur tú størsta dentin á at minnast aldur ella húsa­ nummar. Við árunum menn­ ist vitanin um tøl sum eitt nú p-tal, nummarspjøldur, upp­ lat­ing­artíðir - og, tá tú so fert um tey 40 - fert tú at hugsa um títt kolesteroltal. Feittevnið kolesterol ferð­ ast við blóðinum alla tíðina. Ein partur av kolesterolinum stavar frá tí, tú etur. Ein ann­ an part framleiðir tín egna livur. Hetta hevur stóran týdning í mun til tína sodn­ ing. Tá kolesterol setir seg fast í æðrunum, megna blóð­kykn­ urnar ikki at fáa tað burtur aftur. Tá ein deyðiligur blóð­ tøpp­ur verður kannaður, er hann næstan altíð ein upp­ rúgving av kolesteroli. Sterkur heilivágur Hjartasjúklingar eru í stórum vanda fyri nýggjum hjarta­trupulleikum, og tí er læknavísundin ógvuliga fegin um viðgerðirnar við heilivágnum, sum und­ir einum gongur undir heiti­ num ”statinur”. Statinur - har "simvastatin" er tað mest van­liga - minkar effektivt um nøgdina av kolesteroli í blóðinum hjá flestu menniskjum. Hjá sjúklingum við hjartatrupulleikum merk­ ir heilivágurin beinleiðis, at mannalív kunnu bjargast. Høg kolesteroltøl kunnu eisini vera ein vandi hjá fólki, sum enn ikki eru rakt av hjartasjúkum, og tí verður heili­vágur - sum fyribyrging - eisini latin móti ov høgum kolesterol­virðum. Allur heilivágur hevur hjá­árin. Hesum slepst ikki und­an. Soleiðis er eisini við heilivági, sum hevur til endamál at minka um koleste­rol í blóðinum. Hjáárin knýtt at heilivági móti ov høgum kolesteroli eru eitt nú vøddapína ella tro­ytt­leiki. Tí er eisini javnan umrøða í miðlunum um nýts­ lu av hesum heilivági, og her sæst mangan, at rætti­liga langt kann vera mill­um sjón­ ar­mið­ini hjá ser­frøð­ingum innan heili­vág. Tað eru eisini tey, sum føra fram, at frísk fólk byrgja best upp fyri sjúkum við at eta heilsu­gott, íðka og lata vera við at roykja. Men, hesi somu - frísku fólkini - kunnu eisini taka eina tablett, sum heldur inni­haldinum av kolesteroli niðri. Hvat er kolsterol? Kolesterol er eitt feittevni, sum bæði verður gjørt náttúr­liga í livrini og sum lik­a­mið ger úr tí mati, vit eta. Kolesterol er ein týdn­ing­ar­ mikil partur í byggingini av kykn­um, og kolesterol hevur eisini stóran týdning fyri okkara hormonir. Kolesterol verður flutt runt í organismuni, knýtt at ymisk­um proteinum, men koleste­rol hevur eisini sína ávirk­an á æðrakálking. Kolesterol verður býtt upp í tvey sløg - LDL (Low Den­sity Lipoprotein) og HDL (High Density Lipoprotein). LDL verður lýst sum tað mest skaðiliga av hesum báð­ um sløgum, meðan HDL ikki er skaðiligt. Lutfallið millum kolesterol-sløgini hevur týdning fyri æðrakálking og blóðtøppar. Innihaldið í kolesterol- tølunum fevnir eisini um eitt restprodukt, tá LDL og HDL er skilt burturúr. Restproduktið, sum verður rópt VLDL (Very Low Density Lipoprotein), inniheldur - aftrat kolesteroli - eisini vanligt feitt í blóðinum, rópt triglycerid. Tað er tí ástøðið hjá summum, at triglycerid saman við ”det grusomme kolesterol”, sum VLDL eisini verður rópt, er hin mest vandamikli parturin av feittevnum. Onkur granskingarúrslit vísa á, at HDL als ikki er so gagnligt, sum nógv hava hildið, men at hetta bert er eitt tekin um, at nøgdin av ”det grusomme kolesterol” er lág. Kelda: helse.dk Er neyðugt at kenna sítt kolesteroltal? Vilmund Jacobsen At anda djúpt gevur tær hvíld og ríkiligt av ilt til allan kroppin, soleiðis at tú betri fær nýggja orku. At venja seg við at anda djúpt, setur eisini lymfuskipanina í gongd, sum er við til at reinsa øll eiturevni úr blóðinum. Tær nýtist ikki at ganga til joga ella taka nakað skeið fyri at læra teg andadrátts- teknik. Mátin, tú ger hetta, er lættur, og ein og hvør kann læra tað: • Set teg niður og lat eyguni aftur. Legg hendurnar á magan, soleiðis at tú kanst merkja, um tú andar nóg djúpt. Búkurin skal veksa, tá tú andar inn. • Anda inn gjøgnum nøsina, meðan tú spakuliga telur upp í trý. • Halt ondini, meðan tú spakuliga telur upp í trý. • Anda spakuliga út, meðan tú telur upp í seks. Í staðin fyri at telja upp í trý, kanst tú eisini telja upp í fýra, fimm ella meira. Tað er bara umráðandi at vita, at tú skalt brúka tvær ferðir so langa tíð at anda út, sum at anda inn. Ger hetta í umleið fimm minuttir, og ger tað longri, um tú følir, at tað er neyðugt. Slepp tær av við strongd Um tú andar djúpt og róligt - bara tríggjar ferðir - so ert tú ikki strongd/-ur meira Ert tú til steðar? Her eru nøkur tekin um, at tú ikki ert til steðar 1) Tú lurtar ikki eftir, tá onnur tosa við teg, 2) Tú spyrt fleiri ferðir um tað sama, 3) Tú gloymir, t.d. lyklar, mappu og fartelefon, 4) Tú fert úr einum rúmi í eitt annað - og gloymir, hvat tú skuldi heinta og 5) Tú klemmar og mussar tín maka, uttan at tú merkir nakað. Set teg niður, lat eyguni aftur, anda djúpt - og tel nøkur sekund inn og út Allur heilivágur hevur hjáárin, og soleiðis er eisini við heilivági, sum hevur til endamál at minka um kolesterol í blóðinum Kolesterol er feittevni, sum bæði verður gjørt náttúrliga í livrini og sum likamið ger úr tí mati, vit eta. Hetta er ein týdningarmikil partur í byggingini av kyknum, og kolesterol hevur eisini stóran týdning fyri okkara hormonir. Hinvegin hevur kolesterol eisini sína ávirkan á æðrakálking