týsdagur 4. februar 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Mikudagur 5. februar 2014 · Nr. 15
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tá Jonhard ruddaði ein triðing av kamarinum
Helgi Abrahamsen
løgtingsmaður
Eg sá á onkrum portali, at
Jonhard
Eliasen
skrivaði
eitt lesarabræv, har hann
vildi hava meg og Edmund
Joensen at svara nøkrum
spurningum
viðvíkjandi
blokkstuðlinum.
Jonhard
sigur, at eg og Edmund hava
skrivað rættiliga nógv um
hetta evnið, og tí vil hann
hava at vita, hví vit ikki hava
gjørt meira, fyri at hækka
stuðulin aftur.
Einasta greinin eg havi
skrivað um blokkstuðulin
hetta seinasta knappa árið,
stóð í Sosialinum fyri nøkr
um døgum síðani, so eg
gangi út frá, at tað er ta
greinina, Jonhard fyrst og
fremst sipar til. Greinin var
eitt aftursvar til eitt úttalilsi
hjá Kristinu Háfoss, sum í
einum sjónvarpskjaki pástóð,
at fullveldislandsstýrið hevði
stór avlop, tá blokkstuðulin
varð lækkaður. Eg vísti á,
at hetta var eitt villleiðandi
úttalilsi, tí avlopini sum hon
sipaði til vóru øll í árunum
áðrenn blokkstuðulin mink
aði. Eg vísti eisini á, at uttan
blokkstuðulin, hevði full
veldislandsstýrið havt eitt
risastórt undirskot á hvørj
um ári. Eg síggi í greinini hjá
Jonhardi, at hann vísir ongari
av hesum viðmerkingunum
aftur.
Søguliga gongdin
Áðrenn eg svari hansara
spurningum, lat meg so
fyrst greiða eitt sindur frá
málinum um lækkingina av
blokkstuðlinum.
Fullveldislandsstýrið
sum varð skipað í 1998 lovaði
føroyingum eitt fullveldisríki,
har danski statskassin skuldi
rinda blokkstuðul í eini
skiftistíð, sum skuldi varða
í 15 ár. Hetta fór einki kosta
vanliga fólkinum í Føroyum,
varð sagt. Jonhard Eliasen og
aðrir serfrøðingar ferðaðust
landið runt við eini uppvørpu,
har fólk kundu velja tøl at
seta í eitt rokniark, og so
roknaði teldan út, hvussu
stórt avlop landskassin fór at
hava, eftir at Føroyar høvdu
fingið fullveldi.
Men 15 ár munnu hava
verið í minna lagið tá til
stykkis kom, tí í sáttmála
uppskotinum sum varð lagt
fyri donsku stjórnina bleiv
ikki biðið um 15 ár, men
landsstýrið valdi heldur at
seta eitt longri roknistykki
upp, og hevði danska stjórnin
góðtikið tað, so hevði full
veldið Føroyar, bæði nú og
nógv ár framyvir, fingið ein
árligan blokkstuðul úr Dan
mark, sum hevði verið størri
enn hann er í dag. Og hetta
kallaðu
tey
”sjálvberandi
búskap.”
Ein
av
arkitektunum
aftanfyri hetta roknistykkið,
var Jonhard Eliasen, sum
nú spyr meg og Edmund
Joensen, um vit ikki halda
tað vera ómoralskt at fáa
blokkstuðul úr Danmark.
Eg og Edmund ganga hóast
alt inn fyri ríkisfelagsskapi.
Jonhard vildi hinvegin hava,
at Danmark skuldi gjalda til
eitt land, sum eftir egnum
ynski var farið úr danska
ríkinum. So kunnu vit altíð
kjakast um, hvør av hesum
møguleikunum
er
meira
moralskur.
Royndu aðrar
møguleikar
Danska stjórnin segði sjálv
andi korta nei til hetta
lumpisliga roknistykkið. Um
føroyingar vildu klára seg
sjálvar, so kundi landsstýrið
fáa 4 ára skiftistíð, vóru boð
ini. Hetta kallar Jonhard í
greinini, at ”fíggjarliga revsa
okkara land.” Hann hevði
altso bæði vónað og vænt
að at fingið nógv meira
blokkstuðul, enn tað sum
danska stjórnin vildi bjóða
fullveldisprojektinum.
Tá henda ætlanin ikki sá
út til at ganga, royndi lands
stýrið
aðrar
møguleikar,
fyri at fáa fatur á pengum
úr danska ríkiskassanum.
Ein roynd var gjørd at bjóða
donsku stjórnini veðhald
í
møguligum
framtíðar
oljuinntøkum.
Ein
onnur
roynd var at fáa sett nýggja
ríkissáttmálan stigvíst í gildi,
soleiðis at Føroyar kundu
verða ”hangandi” í ríkinum
í 15 ár og varðveita rættin til
blokkstuðul í eina tíð. Triði
møguleikin var eitt uppskot
um, at øll uttanlandaskuldin
í ríkinum skuldi verða løgd
saman og síðani verða býtt
millum partarnar eftir fólka
tali. Harvið høvdu Føroyar
verið so at siga skuldarfríðar,
meðan danskir skattgjaldarar
høvdu hingið upp á føroysku
skuldina.
Tað er løgið at hugsa sær, at
ein av høvuðsarkitektunum
aftanfyri hesi uppskotini, nú
spyr tveir sambandsmenn,
um tað ikki er ómoralskt
at fáa blokkstuðul úr Dan
mark.
Settu nýggja kós
Tá landsstýrið ikki fekk
donsku stjórnina at ganga
við til at gjalda allan henda
blokkstuðulin, slitu tey sam
ráðingarnar. Á tíðindafundi
í Tinganesi varð boðað frá
eini nýggjari fullveldisætlan,
sum skuldi venda gomlu ætl
anini á høvdið. Nú skuldi
yvirtakast
í
stórum,
og
blokkstuðulin skuldi minka
samsvarandi yvirtøkunum.
Tað bleiv gjørt, og avlopið
hjá landskassanum minkaði
heilar 506 mió. krónur eftir
bert einum ári.
Villleiðandi
upplýsingar
Tá henda nýggja fullveldis
ætlanin
varð
viðgjørd
í
uttanlandsnevndini,
fekk
nevndin
eina
sokallaða
”kravsgreining”, sum skuldi
vísa, hvussu nýggi fullveldis
leisturin hekk saman fíggjar
liga. Tann sum hevði tilevnað
hesa greiningina var eingin
minni enn Jonhard Eliasen.
Eg skal ikki koma so
nógv inná kravsgreiningina
her, tí eg havi áður víst á, at
endamálið við henni var at
villleiða bæði løgtingið og
Føroya fólk. Ein búskapar
grunnur skuldi fyrst stovn
ast,
sum
skuldi
gjalda
landskassanum ein part av
pengunum, sum vóru mistir í
blokkstuðli. Men ein grunnur
í sær sjálvum, hjálpir einki
um hann ikki hevur pengar.
Tí skuldi ein heil milliard
fyrst takast av uppsparingini
hjá landskassanum og setast
í grunnin. Av eini ella aðrari
orsøk stóð tað ongastaðni í
kravsgreiningini, at lands
kassin harvið bleiv eina milli
ard fátækari. Men tá peng
arnir í smáum bitum blivu
fluttir yvir aftur í lands
kassan, tá varð tað kortini
roknað sum inntøka hjá
landskassanum. - Ótrúðliga
smart.
Spurningarnir sum
Jonhard setur
Jonhard Eliasen skrivar í
greinini, at blokkstuðulin
verður latin úr statskassanum
til landskassan fyri uppgávur,
sum landsstýrið ikki hevur
ábyrgdina av. Tá ið so eitt
málsøki
verður
yvirtikið,
verður blokkurin lækkaður,
og tí heldur hann tað vera
natúrligt, at eg og Edmund
Joensen ganga øvugta vegin,
fyri at hækka blokkin aftur.
Henda skrivingin avdúkar,
at Jonhard, sum arkitektur
aftanfyri
fíggjarpartin
av fullveldisætlanini, ikki
visti hvørjar avleiðingarnar
vóru
av
teirra
politikki.
Hann veit framvegis ikki,
at heimastýrislógin gevur
bara heimild at yvirtaka fe
lagsmál til sermál, meðan
málsøki sum eru yvirtikin
ikki kunnu verða avhendað
aftur til donsku ríkismynd
ugleikarnar at umsita.
Her nyttar ikki at biðja
meg og Edmund Joensen
ella onkran annan um hjálp.
Tykkara
yvirtøkur
eru
framdar, og rokningin er
langt síðani send til Føroya
fólk.
Harnæst er at siga, at Sam
bandsflokkurin tekur ikki
undir við, at føroyingar fyrst
fara til donsku stjórnina og
biðja um yvirtøkur, men so tá
vit síggja rokningina, so fara
vit aftur til stjórnina og siga:
”Vit meintu tað ikki.” Hvat
tit
á
fullveldisveinginum
gera, tá tit fáa kaldar føtur,
tað mugu tit finna útav, men
eg komi ikki við á ein slíkan
túr. Er eitt málsøki yvirtikið,
so fangar borðið og vit mugu
gjalda tað sum yvirtøkan
kostar. Tit droymdu um eitt
fullveldi sum einki skuldi
kosta, og hóast tit sóu, at
roknistykkið ikki fór at
halda, so hildu tit kortini
fram, og sendu rokningina
til Føroya fólk.
Ruddaði ein triðing
av kamarinum
Jonhard brúkar í greinini
eina væl kenda myndatalu,
har Danmark er foreldrini,
sum biðja tann óskikkiliga
tannáringin, Føroyar, um at
rudda kamarið o.s.fr. Hann
kemur til tað niðurstøðuna,
at hann trýr ikki at ”sjálvt
hin ørasti blokk-fanatikarin
heldur, at hetta er rætti mát
in at uppala børn síni.”
So havi eg hug at spyrja.
Hví ruddaði Jonhard so bara
ein triðing av kamarinum?
Um blokkstuðulin er so ræðu
ligur, hví skar hann so ikki
allan blokkstuðulin burtur
og sendi eisini hinar báðar
triðingarnar av rokningini
til Føroya fólk?
Samkynt hjúnalag broytir ikki tín gerandisdag
Tráin Petursson
Nónklett
Vegna Unga Tjóðveldið
Um stutta tíð verður enda
lig støða tikin til uppskotið
um broyting av hjúnabands
lógini. Tað er nógv sum
bendir á, at uppskotið fellur,
men tað merkir als ikki, at
stríðið at koma hertil hevur
verið til fánýtis. Hóast okkara
politikarar eru bangnir fyri
broytingum, er hugburðurin
hjá
føroyingum
broyttur
munandi.
Stríðið, ið fleiri felagsskapir
og einstaklingar hava staðið
fyri, kann sjálvsagt tykjast
at vera til fánýtis, tá ið upp
skot um broyting av hjún
abandslógini loksins kemur,
men kortini ikki fær undir
tøku. Men so er ikki. Kjakið
hevur flutt mørk, t.d. vísti
kanning, ið Gallup gjørdi
fyri LGBT Føroyar í fjør, at
heili 68% av føroyingum
eru fyri, at samkynd, eins
og hinskynd, kunnu giftast
borgarliga. Hetta er eitt
greitt tekin um, at stirvna
føroyska samfelagið hevur
broytt seg munandi, og tað
er gleðiligt. Men enn hava vit
eina samgongu, ið ikki ætlar
sær at loyva samkyndum at
fáa javnbjóðis rættindi. Tað
munnu tó verða samgongu
limir, ið hava ringan smakk
í munninum. Kaj Leo Holm
Johannesen, løgmaður, hevur
fyrr sagt seg vera fyri at sam
kynd kunnu ganga saman í
hjúnaband, men tá tað kom
til stykkis, var ABD(H) sam
gongan
týdningarmiklari
enn rættindi teirra sam
kyndu. Fyrrverandi Fram
sóknarmaðurin og núverandi
Fólkafloksmaður, Janus Rein,
hevur fyrr verið fortalari
fyri
samkyndum
parlagi.
Spennandi verður at vita,
um
hann
nú
knappliga
broytir meining. Ofta verður
tikið til, at annar parturin
er undir tufluni í einum
parlagi – tað sær út til, at
bæði løgmaður og Janus
Rein eru undir tufluni í par
lagnum við Jenisi Av Rana
og hinum konservativu sam
gongupolitikarunum.
Frælsisstríð
Vit eiga als ikki at vera bangin
fyri at gera broytingar í sam
felagnum. Skulu vit menna
okkum sum tjóð, eru broyt
ingar neyðugar. Tey mongu
frælsisstríðini
hava
flutt
mørk, flutt lond framá og ført
til ein rættvísari heim. Hetta
frælsisstríðið flutti eisini
mørk í 2006, tá §266b bleiv
víðka, soleiðis at tað heldur
ikki var loyvt at niðra fólk
vegna kynsligan samleika.
Ein frælsisbólkur, ið stóð á
odda tá, kallaðist Eldhugaður
Ungdómur, og var tað ein
bólkur av ungum fólki, sum
gjøgnum ymisk tiltøk virkaði
fyri at stuðla samkyndum í
Føroyum. Við slagorðunum
“at elska er ein mannarættur”
og “stuðla kærleikanum” var
ætlanin hjá bólkinum eins
viðkomandi og í dag.
Tað sama er galdandi í
stríðnum fyri rættindum
teirra samkyndu, m.a. rætt
in at ganga saman í hjúna
band.
Hesar
broytingar
eru neyðugar og fara ikki
at
broyta
gerandisdagin
hjá teimum, ið eru ímóti.
Nýsælandski
tinglimurin,
Maurice Williamson, segði
so frálíkt í eini røðu herfyri:
“Tað fer ikki at broyta nakað
grundleggjandi í gerandis
degnum hjá teimum, ið eru
ímóti. Tannáringurin fer enn
at vita betri enn tú, sólin fer
enn at rísa um morgunin og
tú fert ikki at fáa alskyns
húðsjúkur.”!