týsdagur 4. februar 2014síða 22
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. februar 2014 · Nr. 15
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Steðga kynsligari orientering?
Símun Absalonsen
Føroyar tykjast at vera blivið
eitt kynsfikserað samfelag.
Men ikki øll herrópini tykj
ast eins væl umhugsað. Eitt
av hesum slogan er ”Steðga
pedofili í Føroyum”. Enda
málið við hesum er at verja
børnini ella steðga ágangin
móti børnum. Øll, ið virka
fyri verju av børnum, hava
uppiborið
rós
og
fullan
stuðul. Men tað tykist ofta
trupult í dagsins miðlum at
skilja millum kynsliga orien
tering og kynsliga atferð. Í
okkara revsilóg er eingin
kynslig orientering ólóglig,
men hinvegin kann kynslig
atferð vera ólóglig. T.d. er tað
ikki ólógligt at vera hetero
seksuellur, men tað er ólógligt
at fremja neyðtøku. Tað kann
tykjast løgið at tann politiskt
korrekti retorikkurin stig
matiserar
ávísa
kynsliga
orientering, samstundis sum
mann heldur uppá, at kynslig
orientering
er
genetiskt
treytað og tískil viðfødd. Eitt
menniskjað kann ikki gera
við at tað hevur ljóst hár,
brún eygu og hevur blóð
typuna A rh+. Hetta hava
genini (ílegurnar) avgjørt.
Fyri nøkrum árum síðani
segði táverandi løgmaður í
eini almennari røðu, at tað
var skilagott at viðurkenna
sín kynsliga samleika.
Ein ótømandi listi?
Listin yvir ymiskar kynsligar
orienteringar er langur og
kanska lítið hugaligur lesn
aður.
Sambært
danskari
definitión eru m.a. hesar lýs
ingar av ymiskum kynsligum
orienteringum:
• Heteroseksuel – seksuali
tet rettet mod mennesker
af det modsatte køn
• Homoseksuel – fysisk
tiltrækning af personer
af samme køn
• Biseksuel – seksuel
tiltrækning rettet mod
begge køn
• Pedofili – seksuel tiltræk
ning mod børn
• Infantofili – seksuel til
trækning mod små børn
• Zoofili – seksuel til
trækning mod dyr
• Nekrofili – seksuel
tiltrækning mod døde
mennesker
• Parafili – afvigende
seksuel adfærd
osfr.
Listin er kanska ótøm
andi.
Um allar definitiónir eru
rættar veit eg ikki, men
hetta er so tað sum nakrar
orðabøkur siga. Áhugavert
er at ”afgivende adfærd”
verður nevnt. Men hvat er
”afvigende”?
Afvigende
í
mun til hvønn norm? Hvør
hevur
definitiónsrættin?
Og er talan um genetiskan
arv, umhvørvi ella val? Ella
kanska
ein
blanding
av
hesum? Spurningarnir eru
nógvir.
The ”gay gene”
Sambært tað, sum dagsins
miðlar borðreiða við, er
kynslig orientering viðfødd.
Men
meðan
granskarar
dúgliga hava leitað eftir
homo-geninum, so hevur
mann ikki lagt eins nógva
orku í at finna gen fyri aðra
seksuella orientering. Hví so
er, kunnu vit hava okkara
meining um. Fleiri bøkur eru
útgivnar ið grundgeva fyri
”the gay gene” og bæði leikur
og lærdur hevur lagt navn til
slíkar bøkur. Kanska fylgir
nógv
granskingarjáttan
við, tá granskingarúrslitið
er politiskt korrekt, hóast
gransking átti at fylgt objek
tivum professionellum hátta
lagi og ikki subjektivum
politiskum ynskjum.
Bókin ”Born Gay: The
Psychobiology
of
Sexual
Orientation” eftir granskar
unum Wilson og Rahman er
vælumtókt millum aktivistar.
Men meiningarnar eru ym
iskar – eisini millum gransk
arar. Neil Whitehead, sum er
professari í biokemi, heldur
lítið um slík ”populervís
undalig avrik”. Hann sigur
beint fram, at empiriskir
møguleikar
at
granska
hetta eru einfaldir og lætt
atkomiligir.
Kanningarnar
eru eisini longu gjørdar og
úrslitini fyriliggja, men tey
venda kanska ikki politiskt
rætt og verða tí tagt burt
ur. Whitehead sigur, at um
kynslig orientering er genet
isk treytað ella ávirkan í
fosturtíðini, so áttu eineggj
aðir tvíburðar altíð at havt
somu kynsligu orientering.
Hetta er púra logiskt. Men
nógvar og drúgvar kanning
arnar úr fleiri londum viðv.
eineggjaðum tvíburðum og
kynsligum samleika, vísa
nakað heilt annað. Í sam
røðu við danska blaðið Ud
fordringen sigur Dr. White
head m.a.:
- De forskere der arbejder
med dette emne, er ikke til
fredse med mediernes be
skrivelse af sagen. Men de
foretrækker at holde sig til
deres akademiske arbejde
frem for at involvere sig i
diskussioner med aktivist
erne.
Genetikkur,
memetikkur og
politikkur
Bíløgd arvalæra kann helst
brúkast til mangt og hvat í
politiskari dagsskrá. Í mars
mánaða 2001 var eg til al
mennan fyrilestur á Debesar
trøð, har norski professarin
Jarl Giske helt fyrilestur um
m.a. ”mentanarliga evolu
sión”. Hann lýsti her áhuga
verda hugtakið ”mem”, sum
fyrstu ferð sá dagsins ljós
í bókini ”The selfish Gene”
eftir
Richard
Dawkins.
Meðan gen hýsir fysiskar
arvaeginleikar, sigst ”mem” at
hýsa mentanarligar arvaegin
leikar og kollektivar vanar
ella ”virus” sum t.d. átrúnað.
Mem-ástøði
hevur
eisini
verið serstakliga vælumtókt
amboð til at stigmatisera tað
politiskt ókorrekta sum t.d.
gudstrúnna.
Men seinastu árini, hev
ur granskingin verið støð
ugt meira atfinningarsom
mótvegis memuppfinnilsin
um hjá Dawkins og alsamt
fleiri og fleiri eru nú farin at
ivast í, um mem nakrantíð
hevur verið til. Summi sam
anbera tað við Lock-Ness
ódjórið í Skotlandi, sum
fólk í ein mansaldur hava
havt stóra virðing fyri, men
sum flestøll nú eru samd
um ongantíð hevur verið til.
Sama kann kanska sigast
um tað ”mem-spøkilsi”, sum
náttúruvísundadeildin
á
setrinum í 2001 framlegði
sum empiriskt fakta.
Í bók síni ”Gudløse hjern
er” eftir donsku heimsspek
ingunum Lars Christiansen
og Lars Sandbeck hava teir
drúgva umtalu av mem-
hugtakinum. Har stendur
m.a.:
Memet er vistnok tænkt
som en biologisk enhed, der
”opholder” sig i hjernen, men
det står ikke helt klart hvor
og hvordan. Det er endnu
ikke lykkedes at definere
memets substans, ligesom
man kan med genet. Ingen
har set eller rørt ved et mem,
og man fristes til at sige, at
det kræver et ”mem-mem” at
tro på memer.
Memetikken opfylder alle
de strenge krav, man kan
stille til pseudovidenskab:
Den forklarer alt og ingen
ting, den kan hverken veri
fiseres
eller
falsifiseres,
og den føjer intet nyt til
vores forståelse af verden,
mennesket, kulturen – eller
religionen for den sags skyld.
Karl Marx skal engang have
sagt, at han ikke var marxist,
og Dawkins-kritikeren Mary
Midgley har sikkert ret i, at
havde Darwin levet i dag og
set sin teori applikeret på
kulturen på denne løsagtige
måde, ville han have erklæret,
at hann ikke var darwinist.
Tað verður dúgliga tosað
um týdningin av upplýsing
í dag. Men sjálvur haldi eg,
at nógv av tí, ið dagsins
miðlar í Føroyum borðreiða
við í dag undir spjaldrinum
fólkaupplýsing, umboðar tað
politiskt korrekta heldur enn
breiða vitan.
www.ras2.fo Rás2 Vágsbotnur, Tórshavn tel. 359999 fax 359990 ras2@ras2.fo
Lurta eftir Rás2 beinleiðis
” Vælkomin á
nýggju Rás2!“
Tróndur
Nú við nýggjari
sendiflatu
NýTT&TíTT