týsdagur 4. februar 2014síða 23
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mikudagur 5. februar 2014 · Nr. 15
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Visit Faroe Islands hevur sett av 500.000 krónur til serlig átøk at
marknaðar føra Føroyar. Føroysk virki/feløg kunnu nú søkja um
stuðul til marknaðar verkætlanir eftir „krónu fyri krónu“-leistinum.
Verkætlanir
Minsti stuðul, ið verður latin einstakari verkætlan, er 50.000
krónur. Mesti stuðul er 250.000 krónur.
Verkætlanir hava fyrimun:
· ið eru nýskapandi
· ið eru eitt nýtt framtak
· ið eru á marknaðum, sum eru raðfestir av Visit Faroe Islands
· har fleiri partar taka lut
Verkætlanir skulu ikki vera partur av vanligu marknaðarrøktini.
Yvirlit yvir marknaðir og stuðulstreytir fáast á
www.visitfaroeislands.com/vinna.
Umsóknarblað
Umsóknir skulu sendast til Visit Faroe Islands á
serligum umsóknarblaði, ið kann takast niður á
www.visitfaroeislands.com/vinna.
Umsóknarfreistin er mánadagin 17. februar 2014.
Varpa ljós á Føroyar
a place
discover the islands, discover yourself
undiscovered