týsdagur 4. februar 2014síða 30
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 5. februar 2014 · Nr. 15
30
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur hondbóltur
Pætur Albinus
Lítil ivi mundi vera um, at VÍF
hevði bestu kortini í hondini
undan seinnu hálvfinaluni
mánakvøldið. Ikki einans
høvdu tær vunnið sær lítlan
málmun í fyrra dystinum,
eitt einsamalt mál umvegis
21-20-sigurin í Havn, men
vóru tær nú eisini á heima
borg í Vestmanna.
Viljin at sleppa í steypa
finaluna var tó risastórur hjá
báðum pørtum, so í roynd og
veru kundi alt henda hetta
mánakvøldið í Vestmanna,
har eisini hópurin av fjepp
arum úr Havnini var komin
saman at fylla høllina saman
við trúgvu og hondbóltsglaðu
vestmenningunum.
VÍF, síðani Kyndil
VÍF fekk bestu byrjanina og
kom skjótt á odda 3-1, men
Kyndil fekk síðani av álvara
fatur á VÍF, serliga í verju
partinum, og VÍF-legan var
týðiliga misnøgd við ymiskar
dømingar. Hesa løtuna hug
savnaðu tær seg ikki nóg
mikið um spælið, og við eitt
var støðan 3-4 til Kyndil.
Serliga var tað Simona
Petersen, sum fekk fríar
teymar og langaði fleiri
bóltar í málið.
Heimaliðið fekk miðskeið
is í fyrra hálvleiki mótálopini
at rigga, og ta løtuna megn
aðu tær eisini at koma á
odda við einum máli áðrenn
Kyndil aftur fótaði sær og
kom á odda.
Gerster sló til
Útvísingar og ivasamt verju
spæl kostaðu dýrt hjá VÍF
í fyrra hálvleiki, og tíggju
minuttir undan hálvleiks
steðginum bað VÍF-venjarin,
Henrik Gerster, um time-out.
Komnar inn aftur á vøllin
sást, at tær nú vóru farnar
at mansverja stórskjúttan,
Simonu Petersen, men hetta
riggaði bara eina løtu, áðrenn
Anna A. Brimnes avloysti
á vinstra bakki og var full
góður avloysari við fleiri
ferðmiklum skotum, eins og
hetta gav rúm til tær ungu og
tekniskt sterkaru leikararnar.
Á hesum økinum var lætt
beinta Anna Sofía Hjalt Mohr
ein brandur á vinstra vongi
við fleiri góðum málum.
Ein VÍF-útvísing afturat
stutt undan hálvleikssteðg
inum førdi við sær, at Kyndil
fekk enn størri rásarúm og
fekk økt til hálvleiksstøðun,
sum gjørdist 11-14 til Kyndil.
Aftur og fram
Í seinna hálvleiki var tað
leingi Kyndil, sum megnaði at
varðveita trímáls-leiðsluna.
Hvørja ferð VÍF fekk mál, so
svaraðu tær grønu aftur. So
leiðis var gongdin fram til 44
minuttir vóru leiktir, tá ið
VÍF minkaði niður í eitt mál
á muni, sum hevði við sær,
at tað stóð á púra jøvnum í
samlaðu støðuni.
Tað var sum vera man
Liljan Djurhuus hjá VÍF,
sum gekk undan, og skeyt
hon hópin av málum. Eisini
Durita Christophersen fekk
nøkur mál frá høgra vongi.
Tað vóru tær báðar, sum
av álvara løgdu Kyndil aftur
um seg, og tá ið tað restaðu
fimm minuttir og VÍF hevði
24-21-leiðslu,
mundi
fáur
gruna, at Kyndil fór at megna
at koma afturíaftur.
VÍF byrjaði hesa mest av
gerandi løtuna at misnýta
málmøguleikar sínar, meðan
Kyndil fór við fullari ferð
mótsatta veg og skoraði
hvørt einasta álop.
Dramatiskur endi
Tað, at Kyndil hevði fingið
nýtt lív í vónina og ikki
minst hevði trúnnað upp á
tað, gjørdi, at tær fingu nýtt
flog, samstundis sum tær
í VÍF tóktust skelkaðar. Tá
ið ein minuttur restaði í var
støðan 25-25 og VÍF hevði
álop. Leingi gekk spælið og
at enda vórðu tær noyddar at
skjóta útifrá, og hetta skotið
fór væl upp um málið.
Kyndil fekk tískil seinasta
álopið í dystinum, og tað vísti
seg, at tær fingu brotskast tá
ið bara eitt sekund var eftir.
Jórun Ludvig var ávegis
ígjøgnum verjuna og til
skot, tá ið hon varð steðgað,
men tey í Vestmanna vóru
misnøgd við brotskastið og
mettu, at VÍF-verjan ikki
dekkaði innanfyri.
Brotskastið, sum var tað
10. hjá Kyndli í dystinum,
setti Simona Petersen trygt
í netið til endaliga úrslitið,
sum harvið gjørdist 26-25 til
Kyndil. Í somu løtu tusti ein
hópur av grønum fjepparum
inn á vøllin, samstundis sum
tær gulu tóku seg um høvdið
og
VÍF-venjarin,
Henrik
Gerster, var frá sær sjálvum
og fór beinleiðis til dómarar
nar at vísa ónøgd.
Við
einum
rimmar
comeback
og
samlaðum
46-46-javnleiki, men fleiri
útivallarmálum,
tryggjaðu
kvinnurnar hjá Kyndli sær
harvið pláss í steypafinaluni,
har tær hitta grannarnar úr
Neistanum.
albinus@sosialurin.fo
1. hálvfinala
Kyndil - VÍF 20-21 (9-11)
Kyndil: Anja Heinadóttir 7, Simona Petersen 6, Anna A. Brimnes 3,
Bjarta O. Johansen 2, Guðrið Eystberg 1, Ásleyg Súnadóttir 1
VÍF: Liljan Djurhuus 7, Tóra Seloy 5, Agnas Olsen 2, Durita Ljósstein 2,
Durita Christophersen 2, Rakul Joensen 2, Eilin Súsanna Hansen 1
2. hálvfinala
VÍF - Kyndil 25-26 (11-14)
VÍF: Liljan Djurhuus 11, Durita Christophersen 4, Durita Ljósstein 4,
Agnas Olsen 3, Tóra Seloy 2, Daniella Joensen 1
Kyndil: Simona Petersen 10, Anna A. Brimnes 7, Anna Sofía H. Mohr 5,
Bjarta O. Johansen 2, Jórun Ludvig 2
Kyndil í finaluni eftir
ótrúligan endaspurt
Flest øll mundu halda tað vera avgjørt, tá ið VÍF við fáum minuttum eftir av seinnu hálvfinaluni førdi við
samanlagt fýra málum ímóti Kyndli, men soleiðis var ikki. Við frálíkum endaspurti og einum máli í allar seinasta
sekundi verður tað Kyndil, sum verður mótstøðuliðið hjá Neistanum í steypafinaluni næsta leygardag
Simona
Petersen,
sum
gjørdist
toppskjútti
hjá
Kyndli við 10 málum, helt
eftir dystin, at tað var um
ráðandi, at tær ikki mistu
vónina hóast tað sá svart
út.
– Eg haldi, at viljin hjá
okkum at vinna, og tað,
at vit ikki missa vónina,
var
avgerandi.
Kanska
VÍF-genturnar, ið annars
spældu ein góðan dyst, ikki
vóru nóg kaldar síðstu min
uttirnar, segði Simona.
Tað var somuleiðis hon,
sum avgjørdi dystin við
brotskastinum í seinasta
sekundinum.
– Eg var sjálvandi sera
nervøs, men eg royndi bara
at halda høvdið kalt og ikki
lata nervarnar darva. Eg
havi verið í líknandi støð
um fyrr, og tað var kanska
tað, sum hjálpti mær, segði
hon.
Hon hevur góðar vónir
til finaluna ímóti Neist
anum.
– Ein finala er ein finala.
Har kann alt henda, og
um vit gera okkara besta
og vísa sama vilja, so haldi
eg, at vit hava ein góðan
møguleika, segði Simona
Petersen at enda.
albinus@sosialurin.fo
Havi roynt slíkt áður
Simona Petersen:
Mynd: Álvur Haraldsen