týsdagur 4. februar 2014síða 31
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Mikudagur 5. februar 2014 · Nr. 15
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tróndur Arge – Kollafjørður
Tað eru fimm sekund eftir
og StÍF hevur 3-meturkast.
Støðan er 24-21 til kollfirð
ingar, sum skulu vinna við
trimum fyri at koma í steypa
finaluna. Tveir spælarar eru
útvístir seinastu løtuna og tí
eru bara fýra KÍF spælarar
móti seks strandingum.
Gestirnir av Skála og
strondum hava ikki nógva
tíð at umráða seg í. Skulu
teir aftur í finaluna í ár, so
skal bólturin bresta í net
meskarnar áðrenn máltalvan
í høllini í Kollafirði ýlir fyri
seinastu ferð.
Sveinur Justinusen og
Kjartan Johansen gera báðir
klárt at skjóta, meðan restin
av spælarunum stilla seg
fyri, so kollfirðingarnir ikki
sleppa at órógva skotið.
Tað endar við, at Kjartan
Johansen fær ábyrgdina av
at skjóta. Sveinur órgóvar
við at lata sum um at hann
skal skjóta. Bólturin endar
hjá Kjartani, sum meddar til
lágt til høgru fyri Emil Dam í
KÍF málinum.
– Tað var ikki fyrr enn
Kjartan skjeyt, at eg sá at
hann hevði bóltin. Eg var ikki
í iva um, at tað fór at verða
Sveinur, sum skjeyt, sigur
Emil Dam, sum við bjarg
ingini tryggjaði KÍF pláss í
steypafinaluni 2014.
– Eg var bara á rætta stað
og fekk fótin á bóltin. Í tí
bólturin kom á fótin hugsaði
eg, at nú fer hann so ikki í
málið, greiðir Emil Dam stutt
eftir at dysturin er liðugur í
Kollafirði.
StÍF hevði munin leingi
Tað stóð nógv á kollfirðingum
í seinnu hálvfinaluni. StÍF
var á odda við trimum mál
um undan dystinum. Sum
dysturin gekk, so sá leingi
út til, at tiltikna steypaliðið
av strondum og Skála fór
at halda leiðsluna frá fyrra
dystinum.
KÍF spælið var ikki eins
flótandi og tað hevur verið
fyrr,
meðan
strandingar
megnaðu at svara aftur
upp á alt, sum KÍF kom við.
Málini komu eisini frá fleiri
ymiskum spælarum, meðan
KÍF serliga hevði brúk fyri
Hans Eli Sigurbjørnsson fyri
at fáa mál. Eisini Rasmus
Junker fekk fleiri mál í fyrra
hálvleiki.
Í hálvleikinum var støðan
12-12 og tað vóru gestirnir
nøgdir við. Í seinna hálvleiki
fylgjast liðini eisini fyri ein
part, og tað er ikki fyrr enn
átta minuttir fyri tíð, at KÍF
megnar at útjavna leiðsluna
frá fyrra dystinum. Og tað
uttan Nicklas Selvig, sum
fekk sína triðju útvísing
miðskeiðis í seinna hálvleiki.
Frá 22-19 til 22-21 tykist KÍF
missa alt á gólvið, men alíka
væl koma teir upp á 24-21,
sum er nokk til at vinna dyst
in samanlagt. Og so halda
fast tað seinasta álopið, sum
StÍF hevði.
– Tað sá svart út eina løtu,
men tað týdningarmiklasta
er at vit trúgva allatíð upp á
tað, sigur Emil Dam.
Strandingar meta óiva,
at
Sveinur
Justinussen
skuldi fingið brotskast í
seinastu royndini, tá KÍF
fær útvísing. Tað skal verða
ósagt herfrá um so var, men
Dánjal Samuelsen og Uni
Wardum gjørdu tað besta teir
kundu at døma ein ótrúliga
intensan
og
ferðmiklan
hondbóltsdyst.
KÍF aftur í finaluni
Í Kollafirði var gleðin sjálv
andi stór, tá tað gjørdist teim
um greitt, at Emil Dam fekk
fótin á skotið frá Kjartani
Johansen í evstu løtu. Spæl
ara, venjarar, áskoðarar og
alt sum kláraði at ganga og
renna endaði í einum stórum
trunka á vøllinum.
KÍF vann greipuna í fjør. Í
steypakappingini vunnu teir
lættan sigur á júst StÍF. Í ár
er mótstøðan Kyndil.
– Vit vinna, eru seinastu
orðini frá Emil Dam, sum
átti avgerandi fótin í hesum
hondbóltsdystinum.
trondur@sosialurin.fo
hondbóltur
KÍF (28) - (31) StÍF 24-21
KÍF vinnur samanlagt 42-42, tí teir hava skotið fleiri mál á útivølli
KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 8, Rasmus Junker 5, Ási Dam 3,
Rógvi Weyhe 3, Magnus Muller 2, Nicklas Selvig 2, Rúni Joensen 1
StÍF: Sveinur Justinusen 5, Fríði R. Djurhuus 4, Kjartan Johansen 4,
Jógvan G. Joensen 4, Marius Joensen 3, Borgar Danielsen 1
Emil átti avgerandi fótin
– Nú fer bólturin so ikki í málið. Soleiðis hugsaði Emil Dam, málverjin hjá KÍF, tá hann fekk fótin á seinastu
royndina hjá StÍF í avgerðandi, spennandi og ikki minst dramatisku seinnu hálvfinaluni í steypakappingini
Myndir: Álvur Haraldsen