hósdagur 6. februar 2014síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. februar 2014 · Nr. 15
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
vikuskiftisblaðið
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur
Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Tíðindaleiðari
Jón Brian Hvidtfeldt
jonbrian@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Edmund Joensen
tíðargrein síða 11
Kvett
ella barna
lótir?
Tóra við keldu
Eygamálið síða 10
Sama
rætt – ikki
framíhjá
rætt
Uppskotið hjá Tjóðveldi um at
broyta Stýrisskipanarlógina nem
ur við nøkur grundleggjandi viður
skifti í okkara fólkaræði. Tað flytir
verandi mørk um at meirilutin ræð
ur, og har politikkur snýr seg um at
duga at telja upp í 17 í løgtinginum.
Flokkurin skjýtur upp, at ein
triðingur av løgtinginum skal hava
møguleika at krevja eitt mál út til
fólkaatkvøðu. Ein triðingur er 11
løgtingslimir, tað eru færri enn and
støðan eigur í dag.
Tað er djarvt at tryggja minni
lutanum ávirkan við lóg. Tað setir
stór krøv til ta samgongu, sum til
eina og hvørja tíð situr við valdið.
Gerst politikkurin ov lítið semju
søkjandi, so hevur andstøðan eina
neyðbremsu. Men ein óbúgvin and
støða, sum alla tíðina togar í neyð
bremsuna, kortsluttar skipanina og
harvið okkara fólkaræði.
Tað er neyvan ivi um, at politisku
frontarnir millum samgongu og
andstøðu eru trektir hart upp í fleiri
málum. Forskatting av pensjónum,
avtøka av Landsbankanum og málið
um Eysturoyartunnilin eru dømi
um hetta. Vit kunnu gita okkum til
viðgerðina av hesum málum, um
so er at minnilutaverja var í gildi.
Í øllum føri hevði andstøðan havt
møguleika at brúka neyðbremsuna,
soleiðis at veljarin fekk møguleika
at siga sína meining á fólkaatkvøðu.
Eitt slíkt amboð hevði tí noytt sam
gongu og andstøðu at tosa saman.
Tjóðveldi vil somuleiðis lata pol
itisku viðgerðina upp. Nevndarvið
gerðir skulu í nógv størri mun gerast
almennar. Nevndirnar skulu hava
fleiri amboð, eitt nú møguleikan
fyri almennum hoyringum. Og
eisini almenningurin fáa munandi
betri atgongd við alment innlit.
Minnilutaverjan krevur nógv av
okkara politisku skipan. Eftir okk
ara tykki vil viðgerðin av uppskot
unum hjá Tjóðveldi vísa, um okkara
lutfalsliga unga, politiska skipan er
búgvin at flyta seg frá tannáringi til
vaksið fólk.
Harafturímóti er eftir okkara
sannføring absolut eingin orsøk til
at nokta størri opinleika. Útgangs
støðið eigur at vera, at alt er opið, og
innlit fæst í alt. Hví ikki?
So má í hvørjum einstøkum føri
grundgevast fyri, hví neyðugt er við
afturlætnum hurðum og noktandi
innliti. Er tann argumentatiónin
í lagi, so kann almenningurin væl
eisini liva við tí.
Møguleikin at víðka fólkaræði
– Hvar er markið fyri, hvussu
fólk kunnu heingjast út fyri
lógarbrot?
Hesin spurningurin varð
reistur, eftir at politiið mik
udagin sendi út sjónbanda
upptøku, sum vísti nakrar
smádreingir,
sum
stjólu
okkurt uttan fyri onkran
handil.
Á redaktiónini í Miðla
húsinum varð hendan sjón
bandaupptøkan vald frá, tí
vit hildu tað ikki vera tíðindi í
sjálvum sær, at politiið hevur
fingið sjónbandaupptøkur –
um tað ikki er ein nevniverd
brotsgerð, sum er framd.
Vit valdu at spyrja politi
ið nærri um hetta, men har
var eingin, sum kundi greiða
okkum frá, um nakað nevni
vert brotsverk varð framt.
Men í øðrum miðlum –
teimum sum vit plaga at
kalla kopiportalar – vóru
hetta stórtíðindi. Kopipor
talar nevna vit teir, har einki
redaktionelt filtur er á.
Í hesum føri fara hesi
»tíðindi« beint ígjøgnum og
verða
almannakunngjørd
uttan at nakar kritiskur
spurningur verður settur.
Tað er ein trupulleiki,
tá miðlar, sum fólk kanska
taka seriøst, púra kritikleyst
koyra alt út, sum verður sent
teimum – tá hol beinleiðis er
ígjøgnum, har ein redaktión
eigur at vera.
Í
Kringvarpium,
sum
heldur ikki tók hesi tíðindi
upp, vísti Jógvan Páll Lass
en, advokatur, vandan við
at heingja fólk út við livandi
myndum, sum einki nevni
vert brotsverk hava framt.
Hann vísti á, at politiið
soleiðis setir rættartrygdina
í vanda við at heingja fólk út
fyri smáting.
Hvat politiið ger er so
eitt. Men tað er ikki í lagi, at
fjølmiðlar ókritiskt bera slíkt
víðari uttan at seta kritisku
spurningarnar.
Tá fjølmiðlar eru gáloysnir
Í desember 1997 var Sám
al Petur í Grund sagdur
úr starvi sum landsstýr
ismaður orsaka av hand
faringini av málinum um
Vágatunnilin, sum ætlanir
vóru um at gera. Sámal Petur
í Grund, sum umboðaði
Sjálvsstýrisflokkin,
var
fyrsti landsstýrismaðurin,
sum varð koyrdur úr starvi
eftir nýggju stýrisskipan
arlógini. Tað var Edmund
Joensen, sambandsløgmað
ur, sum loysti Sámal Petur
úr starvinum
Í september í fjør var
Kári P. Højgaard sagdur úr
starvi sum landsstýrismað
ur vegna av handfaringini
av málinum um Eysturoy
artunnilin, sum ætlanir eru
um at gera. Kári P. Højgaard,
sum umboðar Sjálvstýris
flokkin, er higartil seinasti
landsstýrismaðurin, sum er
koyrdur úr starvi. Tað var
Kaj Leo Holm Johannesen,
sambandsløgmaður,
sum
loysti Kára P. Højgaard úr
starvinum.
Mánadagin verða Sámal
Petur í Grund og Kári P.
Højgaard gestir í sendingini
Rás2 Seinnapartur, har teir
fara at greiða frá, hvussu tað
er at verða sagdur úr starvi
sum
landsstýrismaður,
hvussu tað fer fram, og
hvussu teir síggja sín leiklut
í báðum tunnilsmálunum.
Rás2 Seinnapartur verð
ur í luftini mánadagin mill
um kl. 13 og 17.
Uppsagdir lands
stýrismenn á Rás2
Tað er als eingin orsøk til
at nokta størri opinleika
Soleiðis valdi Portalurin at vinkla tíðindi frá
politinum um, sum kanska bara snúði seg um dreingjalótir
Báðir vóru landsstýrismenn í tunnilsmálum. Báðir vóru
sjálvstýrismenn. Báðir vórðu frákoyrdir av hvør sínum
sambandsløgmanni fyri handfaring av tunnilsmáli