hósdagur 6. februar 2014síða 3
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 7. februar 2014 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Jón Brian Hvidtfeldt
- Grundleggjandi snýr tað
seg um at tey, sum sita við
valdið, altíð hava virðing fyri
skipanini. Tað sigur Høgni
Hoydal, sum vegna Tjóðveldi
leggur fram uppskot um at
broyta fleiri grundleggjandi
viðurskifti, sum eru ásett í
Stýrisskipanarlógini.
Sambært flokkinum er
reyði tráðurin í øllum broyt
ingunum at styrkja fólka
ræðið, sum skal vera meira
opið og viðkomand.
Tjóðveldi vil hava, at
politiska skipanin í nógv
størri mun enn í dag tekur
atlit
fyri
minnilutunum.
Gerast skal upp við tankan
um at “meirilutin ræður.” Og
tað verður best gjørt við at
styrkja minnilutan. Skilt á
tann hátt, at minnilutin fær
nøkur amboð, soleiðis at ein
triðingur av løgtinginum
kann krevja eitt mál til fólka
atkvøðu.
- Endamálið er ikki í sær
sjálvum at fáa mál út til
fólkaatkvøðu. Men er hesin
møguleikin inni í skipanini,
so noyðir tað meirilutan
at viðgera málini við størri
virðing fyri minnilutanum.
Harvið fáa vit eina betri
og meira konstruktiva við
gerð av málunum, sigur
løgtingskvinnan
Gunvør
Balle, sum hevur arbeitt við
broytingunum vegna Tjóð
veldi.
Henda minnilutaverja er
longu inni í donsku skipan
ini. Hon er galdandi í fólka
tinginum, men er tó ikki
brúkt síðani 1963.
Men tað er ikki bara ein
minniluti
í
løgtinginum,
ítøkiliga
11
løgtingslimir,
sum skulu hava møguleika at
krevja mál til fólkaatkvøðu.
Stendur tað til Tjóðveldi, so
skulu 15 prosent av veljarun
um kunna gera tað sama.
- Endamálið við hesum
er at gera fólk tilvitað um
tað, sum gongur fyri seg í
politikki. Tað er eitt amboð,
sum gevur fólki møguleika at
brúka sín demokratiska rætt,
eisini millum løgtingsvalini.
Eisini hetta amboðið noyðir
politisku skipanina at við
gera ymsu stórmálini við
neyðuga neyvleika og virð
ing, argumenterar Gunvør
Balle.
Innlit
Týðandi partur av fólka
ræðinum er eisini at geva
almenninginum innlit í allar
avgerðir.
-
Sum
útgangsstøði
skal innlit gevast í øll al
menn viðurskifti og alla
málsviðgerð. Og tað skal
ikki bera til at gera serstak
ar lógir, sum áseta undantøk
frá almennum innliti, sigur
Høgni Hoydal við greiðari
tilsipan
til
tunnilslógina
hjá fyrrverandi landsstýris
manninum í innlendismál
um.
Sambært Tjóðveldi skal
henda broyting í Stýris
skipanarlógini fylgjast upp
við broyting í innlitslógini.
Eisini vil flokkurin hava inn
litslógina at vera galdandi,
eisini fyri almenn partafeløg.
- Tað snýr seg um at
tryggja alment innlit sum
eini borgararættindi, sigur
Høgni Hoydal.
Slætt borð
Tjóðveldi vil eisini minka
valdið hjá løgmanni, sum í
dag røkkur tvørtur um eitt
løgtingsval. Flokkurin førir
fram, at í dag liggur ein
óviðgjørdur og ógrundaður
valdsfyrimunur hjá einum
valdum
løgmanni.
Hann
kann bæði senda tingið til
hús og kann verða sitandi
sjálvur eftir eitt val, líka til
hann fær ein meiriliuta ímóti
sær. Enntá kann ein løgmað
ur beint eftir eitt nýval, sum
ikki fellur til hansara fyri
muns, skriva út val og senda
nýggja tingið til hús.
- Hetta snýr seg um at
styrkja fólkaræðið og skapa
javnvág í politisku skipanini
eftir eitt løgtingsval. Talvan
má viskast rein, argumenter
ar Høgni Hoydal.
Tjóðveldi hevur lagt
fram trý lógarupp
skot, ið øll leggja
upp til at broyta
Stýrisskipanar
lógina frá 1994.
Uppskotini snúgva
seg um fólkaat
kvøðu, um løg
mansval eftir hvørt
løgtingsval, um
nevndarhoyringar
og um alment
innlit. Uppskotini
koma til 1. viðgerð
í tinginum miku
dagin í næstu viku.
Av tí at talan er um
at broyta Stýris
skipanarlógina
skulu tvey løgting
samtykkja broyt
ingarnar, áðrenn
tær koma í gildi
Fakta
Stýrisskipanarlógin
Jón Brian Hvidtfeldt
Eitt týðandi amboð í okkara
fólkaræði er arbeiðið í ymsu
nevndunum hjá løgtingi
num. Tað heldur Tjóðveldi,
sum í sínum uppskoti um at
broyta Stýrisskipanarlógina
mælir til at broyta nevndar
arbeiðið grundleggjandi.
Sambært
uppskotinum
hjá Tjóðveldi skulu løgtings
nevndirnar hava møguleika
at skipa fyri almennum
fundum
og
hoyringum.
Møguleiki skal vera at senda
fundirnar beinleiðis, bæði í
útvarpi og sjónvarpi, soleiðis
at fólk kunnu fylgja við.
- Sjálvandi kunnu tað
vera mál, har neyðugt er at
hava viðgerðina fyri aftur
lætnum hurðum. Men út
gangsstøði má vera, at alt
er opið og atkomuligt fyri
almenningin, sigur Sirið
Stenberg,
øgtingskvinna
fyri Tjóðveldi.
Nevndirnar skulu hava
møguleika at taka mál upp
av sínum eintingum. Minni
lutaverja skal vera innbygd
í skipanina, soleiðis at ein
triðingur av nevndarlimun
um skulu kunna krevja mál
til viðgerðar.
Eisini skulu løgtings
nevndirnar hava munandi
betri møguleikar at viðgera
tey mál, sum koma inn í
nevndina. Tað skal bera til
hjá nevndunum at innkalla
fólk eftir tørvi.
- Til dømis hevur Lands
stýrismálanevndin í dag
bara møguleika at innkalla
løgmann og landsstýrisfólk.
Tað eigur at bera til at inn
kalla embætisfólk og aðrar
relevantar persónar, um
hesi kunnu vera við til at
lýsa eitt mál til fulnar, sigur
Sirið Stenberg, sum eisini
er forkvinna í Landsstýris
málanevndini.
Minnilutaverja styrkir fólkaræði
Tjóðveldi mælir til fleiri broytingar
í Stýrisskipanarlógini, sum til
samans skulu gera okkara fólkaræði
meira búgvið til at taka støðu
Alt skal á nevndarborðið
Løgtingsnevndirnar skulu hava betri møguleika at gera sítt arbeiði. Og
almenningurin skal hava møguleika at fylgja við, sigur Tjóðveldi