Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2014síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 7. februar 2014 · Nr. 16 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Rólant Waag Dam Umsitingin í Menta­mála­ráð­ num hevur latið lands­stýris­ mann­inum tíggju síður, har tey gera sínar við­merk­in­g­ar til Nýggjárssend­ingina. Lands­ stýris­mað­u­rin hevur hig­ar­til verið ógvuliga fá­orð­að­ur um nógv um­røddu og út­skeld­aðu nýgg­j­árs­send­ing­ina, sum Fjøl­ vin­n­a fram­leid­di sam­an við Kring­varpi Før­oya. Men við frágreiðingini, sum landsstýrismaðurin fekk handaða tann 30. januar, á­san­n­ar Mentamálaráðið, at ávísir trupulleikar vóru við sendingini. Men hetta eru á­sannindi við stórum fyri­ lit­um: »Tað, sum fýlst kundi ver­ ið á, er, at Kringvarpið annað árið á rað ikki fyrireikar eina tí­lika nýggjárssending í góðari tíð, bæði hvat viðvíkur av­tal­ um og innihaldi. Eitt annað er vantandi skrivligar mannagongdir í sambandi við útveiting av upp­gávum, eitt nú ásetingar um, hvussu farast skal fram, tá ið uppgávur verða út­veitt­ar«, stendur at lesa á síðu tvey í ”Frágreiðing til lands­stýris­ mannin í sam­band við at Kringvarp Føroya valdi at út­veita nýggjárssendingina 2013”, ið frágreiðingin eitur. Greitt er, at endaliga av­ talan millum Fjølvinna og Kringvarp Føroya ikki varð undirskrivað fyrr enn 23. desember. Men longu tann 15. november kun­ di Dia Midjord boða frá, at »Nýggjárssendingin verð­ ur endurtikin«, sum tað æt í yvirskriftinum í tíðinda­ skrivi­num, ið Kring­varps­ stjór­in sendi landsins fjøl­ miðl­um. - Aftur í ár sendir Kringvarp Føroya nýggj­árs­ sending beinleiðis av Hotel Før­oyum í samstarvi við eitt privat framleiðslufelag, ljóð­aði tað í skrivinum. Eitt slíkt skriv ber bara til at senda út, um tú hev­ur verið í eini tilgongd áðr­enn, har partarnir eru vorðnir samd­ir um grund­leggj­an­di treytirnar fyri sam­starvi­ num. Og tað vóru partarnir tann 15. november. Spurningurin er so, um hálvur­annar mánaður ikki er nóg mikið av tíð at fyrireika eina sjónvarpssending? Ser­ liga tá talan er um neyvt somu fólk, sum framleiddu somu sjónvarpssending árið fyri. Men tað nevnir frá­greið­ ingin einki um. Reglur og siðir Frágreiðingin staðfestir, at tað er Dia Midjord, ið hevur evstu ábyrgdina av teimum av­talum, ið Kringvarpið ger við undirveitarar sum til døm­is Fjølvinnu og Kára Durhuus. »Tað er upp til kring­varps­ leiðsluna til eina og hvørja tíð at stýra stovninum, her­ und­ir eisini at gera tær avtalur, sum leiðsl­an metir vera neyðugar til tess at reka eitt gott kringvarp og at tryggja, at hetta verður gjørt innan fyri teir karmar, sum lóg­gávan ásetur um góðan fjølmiðlasið og public service-skyldur«. Greitt er tó, at bæði kring­ varps­lógin og reglurnar um góð­an fjølmiðlasið vórðu brotn­ar í sendingini. Evsti ábyrgd­ari fyri Kringvarp Før­oya er kringvarpsstýrið. Og stýris­formaður er Rúni Heine­sen. Hann var full­greið­ ur um, at kring­varps­lógin fór at verða brotin, áðrenn send­ ingin varð send. Rúni Heine­ sen valdi tó einki at gera við hetta. Heldur ikki, tá Katrin Petersen, stýrislimur í Kring­ varpsstýrinum, gjørdi stýris­ formannin varugan við, at lógin fór at verða brot­in, valdi Rúni Heinesen at reagera. - Eg helt snøgt sagt ikki, at Stýrið kundi lata standa til. Tí hetta var jú brot á Kring­ varpslógina, segði Katrin Peter­sen, sum tí kunnaði allar stýrislimirnar um støðu­na. Hetta gjørdi Katrin Pet­er­sen 2. jóladag, men kring­varps­stýrið valdi ikki at rea­gera. Tvørtur í móti fór stýris­formaðurin út dagin eftir og segði við in.fo, at ”før­oy­ingar fáa eina fína nýggjárs­send­ing”. Hetta segði hann væl vit­andi, at stovnurin, hann varð­ar av, breyt lógina, sum stovn­urin virkar undir. Sponsorering ella ikki Í tíðindaskrivinum tann 15. november fegnaðist Dia Mid­ jord um, at ”privatir spons­or­ ar vilja vera við til at tryggja, at tað ber til at seta eina slíka risasending á skránna”, sum tað stóð skrivað. Men í frágreiðingini frá Mentamálaráðnum hefta tey seg við, at hugtakið spons­ orer­ing ikki er nágreinað í kring­varps­lógini ella tess við­merk­ingum. Tey staðfesta tó tað, sum sáttmálin millum Fjøl­ vinnu og Kringvarpið ásetti, nevniliga at aktualitets­part­ urin av sendingini ikki varð fíggjaður av øðrum enn Kring­varpi Føroya, meðan undir­haldsparturin varð rind­að­ur av sponsorum, stuðl­um og lýsingum. Og so stend­ur annars at lesa: »Spurningurin er, um tað var samband millum programm­innihaldið og sponsor­er­ing­ina. Okkurt kun­di talað fyri, at so var. Mill­ um annað at sent var úr Klaksvík og Tórshavn, har kommunurnar, sambært al­ mennari umrøðu í fjøl­miðl­ um, høvdu givið stuðul til sendingina. Hinvegin var talan um alment undir­hald­ andi innihald frá báðum støðu­num í landinum, sum Kring­varpið allarhelst hevði sent frá, óansæð um hetta varð fíggjað við luttøku frá kommun­unum«. Ein áhugaverd niður­ støða, sum stendur í bein­ari and­søgn til tað, ið borgar­ stjór­ar­nir báðir al­ment hava ført fram. Jógvan Skorheim váttaði á in.fo tann 26. desember, at hansara kommuna rindaði Fjøl­vinnu 60.000 krónur aft­ ur fyri senditíð í almenna sjón­varpinum. - Vit vilja fegin seta fokus á Klaksvík og okkara ment­ an. Kommunan skipar fyri ein­um stórum nýggjártiltaki við posthúsið mitt í býnum, og hetta vilja vit fegin vísa øll­um Føroya fólki, segði Jógvan Skorheim. Og Heðin Mortensen segði beinleiðis, at tey fegin rind­aðu 50.000 krónur fyri eitt reklamu­átak í stóru nýggj­árs­send­ingini. - Vit síggja tað ikki sum stuðul til sendingina, men held­ur sum eitt lýsingarátak fyri kommununa, gjørdi Heðin Mortensen greitt. Harvið staðfesta báðir borgar­stjórarnir, at tað var bein­leiðis samband millum pro­gramm­inni­haldið og teir peng­ar­nar, sum teir rindaðu Fjøl­vinnu. Les alla frágreiðingina, sum Mentamálaráðið hev­ur skrivað um Nýggj­árs­send­ ing­ina, á in.fo. NÝGGJÁRSSENDING Bæði stýrisformaðurin og stjórin siga, at reglurnar um góðan fjølmiðlasið vórðu hildnar. Tað fari eg ikki at mótsiga, sigur Bjørn Kals­ø. Hóast hetta fær tað ongar av­leið­ingar fyri stýris­for­ mannin. - Tað er ein ógvuliga drast­isk avgerð at seta eitt stýrið frá. Og svarið er greitt, tað verður ikki gjørt. So leingi eitt stýrið situr, so hava vit álit á tí, sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður við Menta­m­álum. Bjørn Kalsø sigur tó, at Nýggj­árs­sendingin hevur fing­ið avleiðingar, hóast hann góðkennir leiklutin hjá stýrisformanninum í hes­um málinum. - Tað hevur fingið av­ leið­ing­ar. Millum annað hava vit sett okkum væl og virðiliga inn í málið, sett Kringvarpsstýrinum spurn­ ing­ar og fingið svar. Tað er eisini ein frágreiðing skriv­ að um hetta til mín sum landsstýrismann, og vit hava sett stýrinum skriv, har vit gera greitt, hvør­ ji stig skulu takast fyri at stramma upp á viður­ skiftini, sum skulu tryggja, at reglurnar um góðan fjøl­miðla­sið verða hildnar, sigur Bjørn Kalsø. Landsstýrismaðurin sig­ur, at Kringvarpið skal hava greiðar reglur um spon­sor­er­ingar av send­ ing­um og taka at­lit til rund­skriv frá fíggjar­mála­ ráð­num. Tað framgongur eisini í frágreiðingini, sum u­msitingin hjá Menta­mála­ ráð­num hevur skrivað. Frágreiðingina kanst tú lesa í síni fullu longd á in.fo, har tú eisini kanst hoyra drúgva samrøðu við landsstýrismannin. Landsstýrismaðurin við Mentamálum hevur fult álit á stýrisformanninum fyri Kringvarp Føroya, Rúna Heinesen Fult álit á Rúna Frágreiðing fríkennir stýrisformann Landsstýrismaðurin við Mentamálum hevur fingið eina frágreiðing frá síni umsiting um Nýggjárssendingina. Frágreiðingin nemur við eina røð av kritikkpunktum, sum frammanundan vóru kend. Men frágreiðingin góðtekur leiklutin hjá Rúna Heinesen, stýrisformanni, sum visti, at kringvarpslógin fór at verða brotin, tá Nýggjárssendingin fór í luftina