hósdagur 6. februar 2014síða 5
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Fríggjadagur 31. januar 2014 · Nr. 13
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Hilmar Jan Hansen
Hóast fimm mánaðir eru
lidnir, síðani 21 ára gamli
viðingurin, Emil Bjarnaskor,
flutti heimaftur til Føroya,
eftir at hann hevði verið niðri
til hjálp og viðgerð, tí hann
fyri hálvumtriðja ári síðani
fekk ein blóðpropp í heilan,
er enn ikki alt tað komið
upp á pláss, sum honum var
lovað, tá hann og familjan
gjørdu av at flyta heimaftur.
– Einki av tí, sum eg hava
bíðað eftir, síðani eg flutti
heim, er hent enn, skrivaði
Emil Bjarnaskor í vikuni í
telduposti til Miðlahúsið, og
so verða nevnd bústaður,
bilur, koyristólur og meira
venjing.
Eisini var mamma Emil,
Sunniva Bjarnaskor Simon
sen, mikudagin á Rás 2 og
greiddi frá, hvussu strævið
tað var at samskifta við Al
mannaverkið, og at illa gekst
at fáa tingini ígjøgnum, sum
myndugleikarnir í veruleik
anum hava havt átta mánaðir
til at fingið avgreitt, tí tríggjar
mánaðir fyri heimferðina var
Almannaverkið vitandi um,
at Emil skuldi koma heim.
Í samrøðu við Rás 2 miku
dagin harmaðist stjórin í
Almannaverkinum,
Eyðun
Mohr Hansen, um, at sam
skiftið ikki hevði verið nóg
gott, men greiddi so frá,
hvussu gekst við at fáa tað
ymiska upp á pláss. Og í
sambandi við bilin til Emil,
sum er til umlætting á heim
inum Dáanum í Klaksvík,
kundi stjórin siga, at hesin
bilurin var komin:
– Mær er fortalt, at bilurin
er keyptur og at hann verður
klárur hjá Emil at brúka í
morgin (hósdagin, blðm.).
Hetta er ein serútgjørdur
bilur, sum tað kann vera
trupult at fáa fatur í, men
hann er nú komin, segði Eyð
un Mohr Hansen, stjóri í Al
mannaverkinum.
Bæði Emil og familja hans
ara fegnast um, at bilurin er
komin, men Sunniva Bjarna
skor Simonsen ger sam
stundis vart við, at hetta ikki
er tann loysnin, tey hava
biðið um og sum tey halda,
at Emil í veruleikanum hevur
brúk fyri og rætt til.
– Nei, tað er stovnurin,
sum Emil ikki enn er fluttur
inní, sum eigur henda bilin,
og so skal Emil bara hava
fyrstarætt til at brúka hann.
Men hetta er ikki ein bilur
til Emil, sum er tað, vit hava
søkt um og fingið avslag
uppá, sigur hon og vísir á, at
enn er ikki komið á mál við
bilinum.
– Tað avslagið hava vit
kært, tí Emil má sjálvur hava
bilin, um hann skal fáa tað
frælsi, hann fegin vil hava.
So fyri tað um hesin bilurin
er komin, er hetta ikki liðugt
og avgreitt enn. Emil býr
ikki á hesum stovninum,
men er til umlætting, so at
Almannaverkið hevur keypt
henda bilin, er ikki tað sama,
sum at Emil hevur fingið ein
bil.
hilmarjan@sosialurin.fo
Virkisbygningurin “Kassavirkið”, ið stendur á havnarlagnum á Bakka, Glyvrar, verður
hervið lýstur til sølu.
Sølan umfatar niðurtøku og burturbeinan av niðanfyri lýsta bygningi/høll.
Bygningurin er bygdur í 1987 og er væl viðlíkahildin.
Vídd:
1000 m² (Høll: 52x18 m. Útbygningur: 12x6 m)
Hæddir:
Við útvegg/syll: 4,2 m
Undir mønuni:7 m
Berandi konstruktión: Stálrammur pr. 4 m, ið eru festar í betong fundament.
Bjálvaður útveggur :
Stórviður, plátuklædningur innan og aluklædningur uttan.
Tekja:
Bjálvaðar stálkassettur, lektir og alutakplátur
Niðurtøkan kann byrja 1. juni og skal vera liðug áðrenn 1. juli 2014.
Arbeiðið við at taka bygningin niður skal gerast undir skipaðum viðurskiftum.
Bakkafrost skipar fyri, at bygningurin verður ruddaður, og at installatiónir v.m. eru
burturbeindar, áðrenn niðurtøkan byrjar.
Møguleiki verður at síggja bygningin fríggjadagin 21. februar millum kl. 13 og 14.
Tilboð skulu verða Teknistovuni í hendi í seinast lagi fríggjadagin 28. februar kl. 10.
Virkisbygningur til sølu
v/ Eyðun Petersen, arkitekti • ráðgeving og projektering
Torvgøta 1 • FO-600 Saltangará • Tel 448005 • Far 280000 • eyp@olivant.fo
Emil fingið bil – og tó ikki
Bilurin, sum Almannaverkið
hevur keypt, er komin. Men
framvegis hevur Emil Bjarnaskor
Simonsen ikki fingið nakran bil,
sum hann annars hevur søkt um.
– Avslagið upp á ta umsóknina
er kært, sigur mamma hansara,
Sunniva Bjarnaskor Simonsen
Emil Bjarnaskor framman
fyri bilin, Almannaverkið
hevur keypt til ein stovn,
sum Emil enn ikki býr á.
Men sjálvur hevur Emil
ongan bil fingið, og hann
hevur kært avslagið, hann
hevur fingið upp á umsókn
sína um at fáa ein bil
Mynd: Sandra Bjarnaskor Simonsen
TÍÐINDI