hósdagur 6. februar 2014síða 6
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 7. februar 2014 · Nr. 16
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eysturoyartunnilin
Marjun Dalsgaard
Ein rundkoyring er at rok
na sum tryggasta slag av
krossvegi, men váðin fyri
eini ferðsluvanlukku økist,
tá bilar møtast í mun til ein
veg, sum gongur beint fram.
Umframt at økja um váð
an
fyri
ferðsluóhappum,
økir ein rundkoyring fyri
váðanum fyri eldi í tunnli
num vegna bremsing og
akseleratión - ein váði, sum
frammanundan
er
størri
í einum tunli, har vegurin
hellur nógv. Haraftrat ger ein
rundkoyring tað munandi
verri at stýra roykinum við
ventilatiónini, um óhappið
skuldi hent. Stýring av royki
er somuleiðis ringt í einum
tunli, har vegurin hellur.
Hóast
at
Landsverk
upprunaliga segði seg ikki
vilja góðkenna eina verk
ætlan, sum inniber eina
rundkoyring undir havsins
botni, hava politikarir valt
loysnina, har tunnilin gong
ur upp báðu meðin Skála
fjørðin.
Ein
loysn,
sum
tryggjar, at eysturoyingar
báðu
meðin
Skálafjørðin
hava líka langt til Havnar,
men sum ikki tekur serliga
góð atlit til trygdina í tunli
num.
Landsverk vildi ikki
góðkenna rundkoyring
Í
lógaruppskotinum
hjá
Jørgeni Niclassen stendur,
at talan frá byrjan hevur
verið um tríggjar loysnir -
nevniliga tær sum Landsverk
nevnir 1 og 2 (sí faktaboks),
tær sum landsverk nevnir 3
og 4 og so tað loysnina, sum
valið er fallið á politiskt,
nevniliga
tað
T-formaðu
linjuna við eini rundkoyring
mitt undir Skálafjørðinum.
Men
upprunaliga
hevði
Landsverk fýra loysnir, og
eingin av teimum hevði eina
rundkoyring í. Metingin hjá
Landsverk
var
nevniliga,
at ein rundkoyring einans
skal veljast, um eingin annar
møguleiki er.
Ífylgi lógaruppskotinum
hjá Jørgeni Niclassen, eru
fyrimunirnir við rundkoyr
ingini, at hon tekur betur
atlit fyri umhvørvinum. Tað
verða tríggir portalar ístaðin
fyri fýra við hesu loysnini,
og tí er minni inntriv í lands
lagið. Haraftrat verður bara
neyðugt hjá einum parti av
ferðsluni at fara til botns
einaferð ístaðin fyri tvær
ferðir, og tí verður minni
dálkað.
Haraftrat verðir víst aft
ur, at trygdin ikki er í lagi
- ein frágreiðing frá norsku
ráðgevarafyritøkuni SINTEF
hevur góðkent linjuføringina
við rundkoyringini og somu
leiðis danska ráðgevarafyri
tøkan Rambøll.
Frágreiðing frá
SINTEF og Rambøll
ófullfíggjað
Ráðgevandi
verkfrøðingur
og stjóri í fyritøkuni HMP,
Hans Haraldsen, er brand
serfrøðingur, og hevur gjørt
speciali á DTU um eld í
tunlum. Hann metir ikki, at
frágreiðingarnar hjá SINTEF
og Rambøll eru nøktandi.
Millum
annað
manglar
ein fullfíggjað greining av,
hvat hendir við roykinum,
um eldur kemur í. Í eini
rýmingar-
og
bjargingar
ætlan í sambandi við eldi í
tunlinum, er ein týdningar
mikil partur, hvussu ventila
tiónin kann stýra roykinum
í tunlinum.
"Frágreiðingin tekur ikki
hædd fyri, at tað er verri
at stýra roykinum, um ein
rundkoyring er í tunnlinum.
Har er eingin greining av,
hvussu hetta ávirkar rým
ingarviðurskiftini og bjarg
ingararbeiðinum. Eg haldi
ikki, at man bara kann
hyggja burtur frá hesum,
tá netupp hesin parturin
kann vera avgerandi fyri,
um fólk sleppa livandi út úr
tunnlinum. Tað týdningar
mesta er, at sleppa burtur úr
roykinum so skjótt sum gjør
ligt, og hetta er upp til bilfør
ararnir sjálvar", sigur hann.
Ewald Kjølbro, stjóri á
Landsverk, sigur, at Lands
verk hevur ikki mælt til at
gera ein tunnil við rundkoyr
ing, men nú tað er ein polit
isk avgerð, góðkennur Lands
verk sjálvandi ætlanina, og
vil eftir besta fyrimuni gera
hana so ferðslutrygga, sum
gjørligt.
Rundkoyring í tunlinum
ger trygdina vánaliga
Tey fýra uppskotini
frá Landsverki, sum
standa í fylgiskjalinum
til Samferðsluætlanina
2008 - 2020:
1)
Tunnil millum Suðurstreym og Strendur við brúgv
yvir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir
2)
Tunnil millum Suðurstreym og Strendir við tunli
undir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir/
Runavík
3
Tunnil millum Suðurstreym og Toftir/Runavík við
brúgv yvir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir
4)
Tunnil millynm Suðurstreym og Toftir/Runavík við
tunli undir Skálafjørðin millum Strendir og Toftir.
Við loysn 1 og 2 skuldi gjøgnumgangandi ferðslan tvs.
ferðslan til og frá økjunum norðanfyri Skálafjørðin
(Fuglafjørður, Gøta, Leirvík og Klaksvík) eftir vestara
armi av Skálafjørðinum, ein tunnil millum Skálafjørðin og
Gøtudal ella Kambsdal er ein avleidd verkætlan av hesum
fasta sambindum til Suðurstreym.
Loysn 3 og 4 fer hendan ferðsla eftir eystara armi á
Skálafjørðinum, og tá er neyðugt við einum umfartsvegi
um Runavík-Glyvrar, einum um Søldarfjørð og einum um
Gøtugjógv. Hesar avleiddu verkætlanir vóru partur av
útrokningunum í samband við loysnirnar.
Av hesum fýra loysnum metti Landsverk at ein tunnil
undir Suðurstreym og Strendur við brúgv yvir Skálafjørðin
millum Strendir og Toftir er tann, sum skapar mest
samfelagsnyttu.
Alternativt ein tunnil undir Skálafjørðin millum Strendir og
Toftir/Runavík.
Ein rundkoyring økir um vandan fyri vanlukkum,
fyri eldi og ger rýmingarmøguleikar og
bjargingararbeiði verri, um eldur kemur í.
Landsverk vildi frá byrjan ikki hoyra tala um eina
rundkoyring í tunlinum, tí tað ikki er neyðugt í
hesum førinum, men politiskt loysir tað seg væl