Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2014síða 8

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. februar 2014 · Nr. 15 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Hevði 92 skunk- ­plantur Ein 38 ára gamal maður var eisini í Føroya Rætti mikudagin, ákærdur fyri at hava havt upp til 92 skunkplantur, umframt tvey onnur viðkomandi lógarbrot Leo Poulsen Ákæran ljóðaði upp á av hava í eitt tíðarskeið fram til 26. februar 2013 at hava plantað ikki færri enn níggju hassjplantur. Men hesum noktaði mað­ urin púrasta fyri. – Eg hvørki átti ella hevði plantað hasar hassj­plant­ urnar, staðfesti maðurin av­ gjørdur. Hann greiddi frá, at hann hevði leigað aðru helvtina av einum tvíhúsum, og at tann, ið búði í hinari helvtini hevði lykil til hansara íbúð, tí hann nýtti brúsuna og frystiboksina inni hjá sær. Hann var farin til skips um hálvan februar, og visti tí einki um tað, ið hevði gingið fyri seg, meðan hann var burt­uri. Hann hevði veriið burtur í seks vikur, og var tí heldur ikki heima, tá narkopolitiið gjørdi húsarannsókn heima hjá honum. Hassjplanturnar vórðu funnar uppi á loftinum í einari kommodu, men ákærdi maðrin segði seg hvørki kenna kommodu ella plant­ ur aftur. Hann noktaði sostatt allan kennskap til bæði plant­urnar og kommoduna, og visti einki um, hvar hesi vóru kom­in frá. Eisini aðrar lutir, sum politiið hevði funnið í íbúð­ ini, segði maðurin seg einki kenna til. Hann segði seg flyta úr íbúðini stutt eftir hesa hend­ ing­ina. Eg visti einki um nakra plantasju Leo Poulsen Eins og í einum øðrum føri skuldi hetta málið umfata tveir ákærdar, men av tí at hin ákærdi var staddur í Dan­mark, og ikki segði seg hava ráð til ferðaseðil heim til Føroya, var bert ann­ar til staðar í rættinum miku­ dagin. Eins og hinir ákærdu miku­dagin, ljóðaði eisini hendan ákæran upp á, at við­komandi í eitt longri tíðar­skeið og fram til 15. mars 2012 hevur havt eina hassj­ plantasju við í minsta lagi 92 plantum. Hartil ljóðaði ákæran eis­ini upp á, at vera tikin í toll­inum í juli 2011 við 4,9 gramm­um av amfetamin og tveim­um grammum av hassj. Eisini var ein minni ákæra um eitt gramm av skunk um­ framt onnur smáting, sum vórðu funnin heima hjá við­ komandi 14. desember 2010. Til fyrsta forholdið játtaði maðurin seg bert partvís sekan. Hann greiddi frá, at hann og búfelagin høvdu bygt eitt hassjlaboratorium í kjall­ aranum. Talan var í veru­ leikanum um tvey rúm, har annað var nær við oljufýrið, meðan hitt var eitt sindur longri frá. Í rúminum nærri olju­fýr­ in­um fann politiið 28 plantur við stiklingum, meðan teir í loyniliga rúminum funnu 40 plantur. Ákærdi greiddi frá, at í veruleikanum var talan um trý rúm, tí inni í loyniliga ruminum var enn eitt lítið rúm, sum tó ikki var nýtt og stóð tómt. Gjørdi tað mesta sjálvur Ákærdi greiddi frá, at tað ikki hevði kostað so nógv at gjørt hetta laboratoriið. Hann segði, at hann var útbúgvin elektrikari, og tí hevði hann kunna gjørt megin­partin sjálvur. Ljósarmaturir og annað kundi eg lættliga gera sjálvur, og upplýsingar vórðu lættir at finna á internetinum, eisini um onnur viðurskifti í tí sambandi segði ákærdi maðurin. Viftir vórðu eisini settar upp soleiðis, at tað bar til at sirkulera luftina. Sjálvt laboratoriið var eisini rímiliga lætt at gera, og teir høvdu fyri tað mesta brúkt við at byggja tað. Orsøkin til, at teir báðir fóru undir at gera egið labora­ torinum, var, at tað vóru ikki nógvir hættir, um tú vildi sleppa at roykja hassj. Tað var antin at keypa frá øðrum, og tá legði tú upp til at fremja nakað ólógligt, tí tað mesta verður smuglað inn í landið. Eisini var tað ógvu­liga dýrt at keypa hassj á gøtuni, segði ákærdi mað­ urin. Hin mátin at útvega hassj, var so at framleiða tað sjálvir. Og tað var so hátturin, ið teir báðir valdu. Noktaði amfetamin Ákærdi maðurin segði seg roykja javnan, og metti seg dagliga at roykja millum trý og fimm gramm av hassj. Hetta merkti so eisini, at planturnar so at siga ikki fingu loyvi til at vaksa seg fult út. Tað var skorið av teimum so hvørt, og tí komu tær ongantíð so væl fyri seg, at tær góvu meira enn eitt stað millum 20 og 25 gramm av hassj. Teir byrjaðu so smátt at rigga laboratoriumið til í desember 2011, og heystaðu so fyrsta hassjið seint í januar 2012. Seinni vísti tað seg, at hendan framleiðslan kostaði honumum 700 krónur um mánaðin í øktari elnýtslu. Men ákærdi maðurin var ivaleysur í, at hann var ósekur tá tað kom til at smugla amfetamin inn til Føroyar. Hann greiddi frá, at hann hevði verið á Roskilde festi­ valinum, og at hann hevði onga hóming av, hví hann hevði ein shampoo dunk uppi á sær, sum innihelt 4,9 gramm amfetamin. – Eg royki ikki hassj longur. Tað var hart, men tað eydnaðist. Og eg havi ongantíð roynt harðari evnir, so sum amfetamin, segði ákærdi maðurin í rættinum miku­dagin. Tað segði ein 38 ára gamal maður, sum í Føroya Rætti mikudagin stóð ákærdur fyri at hava plantað níggju hassjplantur í íbúð síni Bert tríggir møttu Ætlanin var, at seks mans skuldu møta til sakarmálsfundirnar mikudagin, men bert tríggir møttu Leo Poulsen Tað eina málið var heilt tikið av skrá mikudagin, meðan tvey bert kundu gerast hálv. Orsøkin var, at í tí eina førinum hevði tann ákærdi biðið um at fáa skift verja, meðan hinir báðir ikki møttu við neyð­ugari orsøk. Tað kom fram, at allir tríggir menninir vóru staddir í Danmark, men bert tann eini hevði lógligt forfall. Avgjørt var tí, at taka hesar við undir seinnu hálvu av sakarmálunum.