Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2014síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Fríggjadagur 7. februar 2014 · Nr. 15 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Leo Poulsen Tað er ein víður týdningur um, hvat ein plantasja er. – Í hesum førunum er talan um plantasjur líka frá trimum plantum til yvir hundrað plantir, sigur Stefan Møller Jørgensen, ákæri. Fleiri av málunum um­ fata eisini hampfræ, sum í tali koma heilt upp móti 2000 frøum. – Í fyrsta umfari er talan um tíggju sakir, sum vit hava valt at koyra mest sum í einum. Hetta hevur einki við revsingina at gera, men er meira gjørt av praktiskum ávum. Tá talan er um hassj­ plantur, verða tær sendar niður til Danmarkar til nærri kanningar, og tí skulu rættarkemikarar til Føroya at vitna, og tað er tí av fíggj­ arligum ávum, at vit royna sakirnar saman, sigur Stefan Møller Jørgensen. 14. februar verða øll tey saksøktu savnað á ein­um rættarfundi, tá ein narko­ politistur, sum hevur verið við til at kanna øll málini, verður avhoyrdur. – Tað sama hendir tann 17. februar, tá rættarkemikarar úr Danmark verða avhoyrdir um ymsu hassjplanturnar. Og tað sigur seg sjálvt, at tað verður bíligari at fáa rætt­ arkemikararnar at koma til Føroya einaferð, heldur enn at fáa teir at koma 14 ferðir, sigur Stefan Møller Jørgensen. Hann sigur, at í út­gangs­ støðinum verður gingið út frá, at hvør hassjplanta gevur 36 gramm av hassji. – Men hetta er sjálvandi nakað, vit skulu hava staðfest. Tað kann jú vera, at summar plantur geva 20 gramm av hassj, og tí er tað nakað, ið vit fáa kannað nærri, sigur Stefan Møller Jørgensen. Stefan Møller Jørgensen, ákæri Lagt hald á 454 hassj­plantur Í hesum døgum førir ákæruvaldið 10 sakir móti sonevndum plantasjuánarum, har narkoløgreglan hevur lagt hald á tilsamans 454 hassjplantur Løgdu hald á 859 hampfræ Ein 56 ára gamal maður var fyri í Føroya Rætti mikudagin, har hann millum annað var ákærdur fyri 859 royndir at planta hassjplantur, umframt at hava dyrkað minst 34 plantur Leo Poulsen Ákæran ljóðaði upp á, at mað­urin »í lonrgi tíð fram til 21.11.11 at hava dyrkað í minsta lagi 34 hassjplantur« og 859 royndir at dyrka hassj­ plantur. Maðurin noktaði seg sek­ an í royndunum at dyrka 859 hassjplantur. Hann viðgekk tó, at hann hevði 17 fullvaksnar hassj­plantur umframt 17 stiklingar, sum hann hevði klipt av teimum fullvaksnum hassjplantunum. Hann greiddi frá, at hann hevði planturnar standandi uppi á loftinum, har hann hevði skermað rúmið av, har plant­urnar stóðu, við pappíri. Hann greiddi frá, at plant­ an veksur í fýra til seks vikur til tær eru so mikið stórar, og síðani verða tær settar undir sterkari ljós, har tær so standa í einar tíggju vikur. Hann hevði sett upp tvey 400W neonljós, um­framt ein timara, at stýra ljós­ ávirkanini. Somuleiðis hevði hann eisini sett nakrar smáar viftur upp. 56 ára gamli maðurin greiddi frá, at besti hitin var 25 stig. Ákærin, Stefan Møller Jørgensen, spurdi nakað inntil, hvussu syrgt var fyri at hitin var passaligur, men til tað svaraði tann ákærdi, at tað var ikki gjørt. Men hann segði, at ljósið sjálvandi gav nakað av hita. Ódýrt 56 ára gamli maðurin greiddi frá, at planturnar vóru filt vaksnar, tá tær vóru umleið 50 sentimetrar høgar. Tá verða tær skornar av heilt niðri við, og so hongdar upp at turka, greiddi ákærdi maðurin frá. 859 stykkir av hampfræ vórðu funnin inni hjá manninum, men har segði ákærdi maðurin seg vera samlara av hampfræ, og at hann ongar ætlanir hevði um at planta fræini. Hann segði eisini, at slík fræ eru bert haldbar í fimm ár, so nyttar einki meir at royna at planta tey, og at hesi fræini vóru væl eldri. Ákærdi maðurin segði eisini, at hann bert dyrkaði til egið brúk, og hóast hann hevði givið nakað av hassji burtur, hevði hann ongantíð selt nakað. Hann segði seg roykja um trý gramm av hassj um dagin, og tað krevur tríggjar plantur aðru hvørja viku. Hinvegin segði hann, at tað ikki var dýrt at gera eitt slíkt hassjlabratorium. – Eg havi altíð borið orð fyri at samla, og eg tveiti ongantíð nakað burtur. Tí hevur tað ikki kosta mær serliga nógv at fáa gjørt plantasjuna. Og eg meti, at tað kostar um 300-400 krónur um mánaðin at reka eitt slíkt laboratorium í streymi, segði ákærdi maðurin. Gott fyri heilsuna Síðani var komið inn á prísin fyri skunk og hassj í Føroyum, og har førdi ákærin fram, at hampfræini kundu ført til 15 kilo av hassj, sum fyri 250 krónur grammið hevði ført til eina upphædd á 3.750.000 krónur. Men ákærdi maðurin helt fast við, at hann ongantíð hevði selt hassj, og at tað einki hevði kostað honum at byrja upprunaligu plantasj­ una, tí fræini hevði hann funn­ið í einari bingju, har onkur hevði tveitt tey burt­ ur. Ákærdi maðurin greiddi eisini frá, at tað var heilsugott at roykja hassj, tí tað hjálpti upp á ov høgt blóðtrýt, eins og tað var gott fyri diabetis, sum hann eisini leið av.