Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2014síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 7. februar 2014 · Nr. 15 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ”Eitt barn, sum ber brek, er fyrst og fremst eitt barn og hevur, eins og øll onnur børn, viðføddar møgu­leikar at mennast og trívast, men tað hevur eisini onkra avmarkingar, eitt virkistarn annaðhvørt krops­liga ella sálarliga, stundum bæði, sum á onkran hátt ger lívið truplari at liva”. Soleiðis stendur at lesa í bókini “Brek í brennidepli”. Vakurt er ynski um, at hetta barn mennist og trívist eins og onnur børn. Men tú býrt í einum landi, sum ongan samanhangandi brekpolitikk hevur, og á nógvum økjum er tað langt frá, at tey, sum bera brek, hava somu rættindi, sum tú. Átti hetta ikki, serliga í hesum javnrættinda tíðum, at fingið teg, meg og mong onnur, upp úr stólinum. Umstøðurnar hjá fólki, sum bera brek, eru seinastu árini broyttar til tað betra og eigur m.a. MBF sín stóra leiklut í hesum og eisini í, at hugburðurin til fólk, ið bera brek, er broyttur. MBF hevur eisini í fleiri førum havt beinleiðis ávirkan á politiskar avgerðir t.d., tá ið ST-sáttmálin um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek, varð samtyktur á Føroya Løgtingi 13. mai 2009. Nú sáttmálin hevur verið í gildið í næstan fimm ár, verður úr ST spurt, hvussu støðan er í dag. Skugga­ frágreiðing, sum er eitt slag av eftirmeting, er síðani send ST. Hetta er eftirmeting av teimum økjum, har Før­oya Landsstýrið ikki hevur tikið nøktandi stig til at yvirhalda ST-sáttmálan um rættindi hjá einstaklingum, ið bera brek. Ert tú møguliga óvitandi um, at føroyska sam­felag­ið t.d. ikki hevur ein brekpolitikk við serligum atliti til samanhang og samstarv ímillum sektorarnar, einki forboð ímóti mismuni orsakað av brekið í øllum sektorum í samfelagnum og eingin møguleiki fyri revsing, um kunngerðin um atkomu ikki verður fylgd – bara fyri at nevna nøkur punkt. Føroya Landsstýrið hevur sent sína frágreiðing til ST, har víst verður á, hvussu Landsstýrið metir, at ST-sáttmálin fyri fólk, sum bera brek, verður hildin í Føroyum. Eftir tí, sum MBF hevur ummælt og mett um, hvussu Landsstýrið livir upp til tað, er ikki samsvar. Sóknast verður nevniliga eftir, sum víst verður á í skuggafrágreiðingini, at Landsstýrinum verður álagt at gera eina ætlan fyri, hvussu ST-sáttmálin ítøkiliga skal setast í verk í føroyska samfelagnum, og at eitt aðalráð hevur ábyrgdina av at samskipa leiðsluna av hesum arbeiði. Saman við teimum, har lívið gerst trupult at liva, eiga vit sum samfelag at standa saman. Stephen Hawking hevur sagt: “Eg havi klárað meg væl, hóast alt, tí eg havi fingið nógva hjálp frá teimum, eg havi verið saman við. Eg haldi, at fólk eru vanliga til reiðar at hjálpa, men tey áttu at verið eggjað at kenna virðið í at gera sær so stóran ómak í hjálpini sum gjørligt.” Meir verður ikki kravt. Nokti at trúgva, at skrivað varð undir sáttmálan fyri at vera politiskt korrek­t­ur. Nei, við undirskriftini eigur at fylgja, at tey, sum bera brek, fáa ein samanhangandi brekpolitikk, har eingin fær framíhjárætt, men øll fáa sama rætt. Tóra við Keldu lærari EYGA MÁLIÐ Ikki framíhjárætt – men sama rætt kjak kjak Viðmerkingar og lesarabrøv til Sosialin skulu sendast til teldupostadressuna: post@sosialurin.fo Skeiva leiðin á eldraøkinum Jógvan Arge býráðslimur fyri Tjóðveldi í Havn Tað kommunala orðaskiftið um at yvirtaka eldraøkið er so sum so. Vit í Tórshavnar býráð hava nóg illa havt nakra skipaða viðgerð av málinum og tíansheldur tikið støðu til nakað. Onkra kunning hava vit fingið frá KSF og tí nýggja Kommunufelagnum. Kommunufelagið og borg­ar­s­tjórarnir, sum har ráða, hava avgjørt at fara um­borð í eldraøkið við báð­um beinum. Teir hava nikk­að til fíggingarleistin, sum landsstýrið hevur lagt fram, og hetta nýta lands­ stýris­fólkini til fulnar í síni agita­tión fyri at sleppa frá eldra­økinum – tess fyrr, tess betur. Flestu spurningarnir í málinum eru slíkir, sum ikki eru loystir. Sumt er als ikki komið fram í ljósið enn, men kommunurnar skula verða ti reiðar við sínum mót­tøku­ apparati, áðrenn landið er komið á mál við kørmunum um økið. Tað er ein ring støða at vera í. Barnaansing kontra eldrøki Tað hevur verið jabbað upp í saman, at kommunurnar eru best førar fyri at røkja eldra­økið. Víst verður á dag­stovnaøkið, sum komm­ un­ur­nar tóku upp á seg. Barna­sansingin fekst í lag, men hon er ikki ókeypis. Hjá okkum kostar hon mill­ um fjórðing og triðing av árs­fíggjarætlanini og er nógv tann størsti posturin á henni. Dagstovnaøkið er lutfals­ liga einfalt. Tað snýr seg um at ansa børnum frá tí, tey eru ½ árs gomul til tey eru 6-7 ár. Tey eru øll í einum konsentreraðum aldurs­ flokki og í skjótari menning. Eldraøkið er nógv størri og tyngri. Her snýr tað seg um aldursbólkar í eldra end­an­ um, sum fevna um eini 30 ár, ið skula hava tilboð og røkt, ið illa kunnu latast á samlibandi, tí tørvurin er so ymiskur hjá so mongum einstaklingum. Sett er út í kortið, at komm­ unurnar skula taka sær av øllum eldraøkinum: heima­ tæn­astuni, heimavitjunar­ tæn­astuni, heimahjálpini, eldrabústøðum, ellisheimum, røktarheimum og ætlandi eisini øðrum tilboðum, sum fara at koma í ljósmála, eins og økisterapi við rehabili­ter­ ing. Uppi í hongur somuleiðis heimatænasta til fólk niðan fyri 67 ár, sum hava slíkan tørv. Ov stutt millum brúkara og myndugleika Eri framvegis ikki vísur í, at komm­unurnar eru best før­ar fyri at lyfta hetta alt. Nær­leikin verður há­ lov­aður í agitatiónini um før­leikarnar hjá komm­un­ un­um. Loyvi mær at seta fram ivaspurningin, um ikki fráleikin ella nær­leikin millum játtandi myndug­ leikan og brúkaran kann fara at vísa seg ov stuttur? Vit vita, at eldraøkið kost­ ar sítt í dag, og at tað fer at kosta meir. Vænti, at hetta verður landi og fólki dýrur kleppur. Og tí finst mær , at tað verður hugsað ov lítið um vandarnar í at leggja eldra­økið út til fleiri smá um­ sitingarveldi. Síggi fyri mær, at menn fara at koma ráhallir til ar­ beiðis við lummunum full­ um av áheitanum og um­ bønum um neyðugan styrk og skjóta játtan. Oftast fer kanska at verða játtað. Tað verður høgligasti mátin at prógva uppáhaldið um, at eldraøkið liggur best hjá kommununum! Landið eigur uppgávuna Upp í hesa søguna hoyrir, at tá eldraøkið rættiliga fer at rumstera inni í teim­um kommunalu fíggjar­ætl­an­un­ um, fara vit at uppliva, at tað verður so mangt annað, sum kommunurnar ikki megna longur. Sjálvt í dag knípur tað nógvastaðni við at hava bara eitt sindur til íløgur. Meginparturin av skattinum fer til afturvendandi rakstur, sum áhaldandi má trimmast og skerjast. Tá allar vaksandi útreiðsl­ urnar av eldraøkinum fara at melda seg, tí landið tilvitað hevur pínt tað inn at beini, verður upp aftur minni hjá kommununum at gera gott við á skúlaøkinum, dag­ stovna­økinum, ítrótta­øki­ num. samferðsluøkinum, ment­ana­r­økinum o.s.fr. Tá kem­ur av álvara stígur í. Og helst verður eitt elju­ stríð frá samstarvsøki til sam­starvsøki at fylgja við og kunna bjóða tað besta. Tey øki, sum ikki megna at halda tørn, fara at missa fólk – fyrst tey eldru og so teirra yngri avvarandi. Tí verður hetta saman um tikið tann skeiva leiðin. Landið eigur at taka sær av eldraøkinum burturav. Er tað nakað, sum er ein lands­ uppgáva, so er tað syrgja fyri, at tey gomlu hava sømilig og ikki minst javnbjóðis kor, hvar tey búgva í landinum. Tað gerst bara undir einum hatti og úr einum kassa. Við einum góðum vilja kann eldraøkið saktans yvirskoðast úr skrivstovunum hjá lands­ stýrinum. Føroyar eru ikki størri enn so.