hósdagur 6. februar 2014síða 11
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Fríggjadagur 7. februar 2014 · Nr. 15
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Visti tú, at eitt mál, ið líkist óhugna
liga nógv einum stjórnarkvetti, er
inni í politisku skipan Føroya júst
í hesum døgum?
Nei, neyvan?
Flestu fjølmiðlar landsins eru,
sum vant, tannleysir og (tilvitað?)
líkasælir - eisini tá ið grundleggjandi
rættindi hjá okkum borgarum eru í
vanda.
Meginparturin velur bert at
útbasúnera
fullveldisboðskapin
á tíðindafundi uttan at seta teir
kritisku spurningarnar.
Tað hevur eftir øllum at døma
størri undirhaldsvirði at jagstra
persónsmál og smákonfliktir at
krydda dagsins tíðindaflutning
við.
Hetta skal tó ikki forða okkum,
í hesi tíðargrein, at hyggja nærri at
hesum álvarsliga máli.
Nærkast kvettstøðu
Orðið "stjórnarkvett" er í sjálvum
sær eitt sterkt orð í oyrunum hjá
teimum flestu, eisini hjá undir
ritaða.
Tó er í grundini talan um eitt
einfalt fyribrigdi.
Tað snýr seg um, at ein partur
vil taka sær valdið í samfelagnum
uttan um stýrisskipan ella grundlóg
landsins, men uttan at talan kortini
er um eina kollvelting í vanligum
forstandi.
Íðan, hava vit eina slíka støðu í
okkara politisku skipan í dag?
Mín pástandur er, at tað er líka
við.
Alt byggir á misnøgd
Undir tí sterka orðinum liggur
hetta, at mest víðgongdi politiski
flokkurin á tingi, Tjóðveldi, vil sleppa
at broyta og skeikla Stýrisskipan
Føroya og tingskipanina.
Tjóðveldi er týðiliga øst og
misnøgt við verandi løgmann
og landsstýri, og tí vil andstøðu
flokkurin broyta Stýrisskipanar
lógina, so lættari kann sleppast av
við verandi løgmann - men eisini
allar komandi løgmenn.
Her er beinanvegin at siga,
at ónøgd við ein ávísan persón -
líka mikið hvør hann er - er ein
ósaklig grundgeving fyri at broyta
Stýrisskipanina.
Helst eru mong ónøgd við verandi
løgmann av politiskum ávum, men
tað skapar ikki legitimitet til at
pilka við grundleggjandi stjórnar
viðurskifti Føroya.
Soleiðis hanga tingini ikki sam
an.
Man hevur hug at spyrja: hvat
verður tað næsta?
Ætlar Tjóðveldi sær eisini eftir
frælsisrættindum hjá tí eistaka, sum
eisini eru ásett í Stýrisskipanini?
Fjalir seg handan
"demokratisering"
Tann, sum roynir at kvetta seg til
valdið, vil helst tiga burtur síni
veruligu motiv.
Soleiðis er eisini við Tjóðveldi.
Almennu
grundgevingarnar
fyri at broyta Stýrisskipanarlógina
og tingskipanina, so tey kunnu
sleppa at avhøvda allar framtíðar
løgmenn, ið teimum ikki líkar, er, at
politiska skipanin skal gerast meira
"demokratisk".
Veruleikin er ein annar.
Fakta er, at Tjóðveldi - við egin
áhugamálum fremst - vil pilka við
valdsjavnvágina millum landsstýri
og løgting.
Býtið av valdi millum stjórn og
parlament er væl umhugsað og
neyvt stillað, so útinnandi og lóg
gevandi valdini halda hvørt annað
í skakk.
Hetta vil Tjóðveldi skeikla.
Eitt ítøkiligt uppskot frá víð
gongdum fullveldispolitikarum er
tí, at um eitt misálit verður reist - og
samtykt - so skal tað pr. automatikk
bera í sær nýval til Løgtingið.
Er hetta skilagott, og elvir tað til
politiskan stabilitet?
Neyvan - men tað stuðlar
støðugu royndunum hjá einum
ónøgdum
andstøðuflokki
(les:
Tjóðveldi) at koppa samgongum og
landsstýrum við at skapa øsing um
einkultmál.
Møguleiki eigur sjálvandi fram
vegis at vera fyri, at politiskir flokk
ar kunnu skipa nýtt landsstýri við
alternativum meiriluta - ella at
skipa minnilutastjórn - uttan at val
neyðturviliga skal útskrivast.
Eitt dømi kann vera, at um
misálit verður samtykt móti verandi
løgmanni ella samgongu, ja so
kunnu eitt nú Sambandsflokkurin
og Javnaðarflokkurin skipa nýggja
samgongu, evt. saman við øðrum
flokkum ella stuðulsflokkum.
Slíkt varðveitir stabilitet og er
samstundis fólkaræðisligt, tí velj
arin gevur mandatið í fýra ár.
Vil kvetta seg til vald
Verandi skipan passar sjálvandi ikki
í krammið hjá einum ørkymlaðum
fullveldisflokki, ið ikki enn er
stjórnarberandi og hevur sitið í
andstøðu í áravís.
Tí vil Tjóðveldi eisini taka onnur
stýringsamboð frá øllum komandi
føroyskum stjórnarleiðarum og
stjórnum og leggja tey nærri at
Tjóðveldinum sjálvum.
Flokkurin vil taka sær vald, sum
hann onki eigur í.
Vil skipa smáar dómstólar
Nú Tjóðveldi ynskir sær at sleppa
at broyta Stýrisskipanina, brúkar
flokkurin eisini eina aðra grund
geving - nevniliga, at sonevnda
"minnilutaverjan" á Løgtingi skal
styrkjast.
Fullveldiskreftirnar vilja hava
rætt til at elva til øsing við at
lata løgtingsnevndir virka sum
dómstólar, um bert smáir minni
lutar (les: Tjóðveldi) í nevndunum
vilja tað.
Hetta er enn ein roynd at skeikla
eitt væl stillað valdsbýtið í Stýris
skipanini og tingskipanini.
Demokratiskt?
Nei, tað er at máa støðið undan
skipanini.
Dupulti moralurin
Afturat hesum kemur ein óhugna
ligur dupultmoralur.
Man kundi spurt: hvar var
minnilutaverjan, tá ið Tjóðveldi í
fullveldissamgongu vildi skipa fyri
loysing og fullveldi?
Hvar var minnilutaverjan, tá ið
Tjóðveldi "overnight" skar Ríkis
veitingina við einum triðingi og
tók botnin undan føroyska væl
ferðarsamfelagnum?
Hvat var rættartrygdin fyri
borgarar og atlitið til demokratiska
stýrislagið í Føroyum, tá ið Tjóð
veldi skipaði fyri, at mál, sum
stríða ímóti Stýrisskipanini og
Grundlógini, skulu kunna leggjast
fyri Løgtingið?
Hvar er í grundini minniluta
verjan móti álopum, sum Tjóðveldi
støðugt ger á demokratiið í Før
oyum?
Hesir spurningar mugu ikki
setast.
Ongin má fáa fatan av, at virk
semið Tjóðveldis í hesum álvars
máli, er so langt úti, at tað kann ikki
takast fyri annað enn barnalótir.
Bolverkið er har
Lat okkum tó fegnast um, at vit
sum borgarar í Føroyum eru vard
ímóti politiskari ekstremismu og
protestflokkum, ið vilja taka sær
vald og skerja okkara borgarligu
rættindi.
Bolverk okkara eru Stýrisskip
anin og Grundlógin.
Har er m.a. ásett, hvussu valdið í
okkara samfelag er býtt, og har eru
okkara grundleggjandi rættindi -
eisini mannarættindi - tryggjað.
Við vilja eru hesar lógir inn
rættaðar soleiðis, at tað skal nógv
til fyri at broyta tær.
Fyri Stýrisskipanarlógina er t.d.
galdandi, at hon kann bert broytast,
um tvey løgting við løgtingsvali
ímillum
samtykkja
møguligar
broytingar.
Lat okkum fegnast um, at hesar
grundleggjandi lógir verja okkum
borgarar ímóti politikarum.
Politikarar og flokkar fara,
meðan Grundlóg og Stýrisskipan
varða.
tíðargrein
Edmund Joensen
fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
og fyrrverandi løgmaður
Tórbjørn
Jacobsen
Jóannes
Eidesgaard
Hans Pauli
Strøm
Hergeir
Nielsen
Jógvan
Sundstein
Edmund
Joensen
Stjórnarkvett ella barnalótir?
Tíbetur eru Stýrisskipanin og Grundlógin gjørdar við tí fyri eyga at verja okkum
borgarar ímóti víðgongdum føroyskum politikarum og flokkum, ið vilja broyta
grundleggjandi politiskar spælireglur í skundi og kvetta seg til valdið
Frá tíðindafundi hjá Tjóðveldi hósdagin 6. februar
Mynd: Àlvur Haraldsen