hósdagur 6. februar 2014síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. februar 2014 · Nr. 15
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
25. januar fingu Turið Arge Samuelsen og Høgni Heri
Mohr, Tórshavn, ein son á Landssjúkrahúsinum. Hann
vigaði 4150 gramm og var 55 cm langur. Á myndini sæst
lítli drongurin smílast væl nøgdur.
6. januar fingu Sanna og Knút Brandal, Klaksvík, eina
dóttur. Hon eitur Alexandra. Hon bleiv fødd á Hvidorve
hospitali og vigaði 3734 g og var 51 cm long.
28. januar fingu Kate Hammer og Martin Ziska Jacobsen,
Klaksvík, ein son. Hann var 53 cm langur og vigaði 4260
gr
31. januar 2014 fingu Maria Johansen og Mortan Borgarlíð,
Tórshavn ein son. Hann vigaði 3070 gr. og var 53 cm
langur.
31. januar fingu Durita og Jákup ein fittan lítlabeigga.
Hann var 54 cm. langur og vigaði 3725 gr. Foreldrini eru
Barbara Jákupsdóttir og Jón Gærdbo, Tórshavn.
Føðingar
85 ára føðingardagur
16. februar verður Julianna
Didriksen í Havn 85 ár.
Dagurin verður hildin leyg
ardagin 15. februar kl. 19 í
húsinum hjá Argja Róðrar
felag. Tey, ið ynskja at halda
dagin saman við Juliannu,
kunnu siga frá á tlf. 312552
ella 512552 seinast 11. febr.
80 ára føðingardagur
7. februar fyllir Asta Abra
hamsen, Klaksvík 80 ár, í
tí sambandi verður opið
hús leygardagin 8. februar
í hondarbeiðsskúlanum í
Klaksvík (gomlu Heygabúð
ini) frá kl. 11 til kl. 16, har øll
eru hjartaliga vælkomin.
60 ára føðingardagur
6. februar fylti Elisabeth
Pearce, Tvøroyri, 60 ár. Tey,
ið vilja gleða Elisabeth, eru
hjartaliga vælkomin í Fylk
ing leygardagin 8. februar
frá kl. 12-18.
50 ára føðingardagar
Týsdagin 11. februar verða
tvíburðarnir
Jórun
og
Marita Mortensen 50 ár.
Dagurin verður hildin í
Hovs skúla leygardagin 8.
februar frá kl. 11-17. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Prógv
Í januar 2014 hava Ingunn
Finnleifsdóttir
Norðberg
og Eirikur Norðberg lok
ið útbúgving. Hon sum
arkitektur frá Det Konglige
Kunstakademis Arkitekt
skole og hann sum sterk
streymsverkfrøðingur frá
Ingeniørhøjskolen i Køben
havn.
w
Ragna hevur starvast sum
skrivari
hjá
Tórshavnar
Kvøld- og Ungdómsskúla/
Listaskúla og Tórshavnar
Musikkskúla í 20 ár. Har
høvdu vit eitt sera gott sam
starv.
Í skúlanum kom Ragna at
hava samskifti við sera nógv
fólk – umleið 3.000 næmingar
og umleið 200 lærarar og
hjálparfólk um árið. Tað gav
nógv arbeiði. Hon gjørdi ar
beiði sítt sera væl. Var altíð
fyrikomandi og vildi, at øll
skuldu hava tað gott.
Teimum nógvu útlendsku
lærarum, sum høvdu sam
band við skúlan, tók Ragna
sær serstakliga væl av. Vildi
hava, at teir skuldu kenna seg
sum heima. Hon og skúlin
fingu nógv takkarskriv frá
teimum við rósandi orðum.
Ragna var skúlanum og Før
oyum eitt sera gott umboð.
Ragna var gift við Sámal
Jacobsen, skipara, og fingu
tey 3 døtur: Helena, Elspa og
Sólvá, sum aftur góvu teim
um ommu- og abbabørn,
sum tey vóru sera fegin um.
Rannvá var elst av teimum.
Hon var nógv hjá ommu og
abba sínum og tí tætt knýtt
at teimum eins og hini - tey
vóru sera góð við øll.
Ragna var eisini sera góð
við systrarnar og familjum
teirra, og var serliga tætt
knýt at tí yngstu systrini,
Jórun.
Um Ragna kann stutt
verða sagt, at hon var góð við
øll og vildi øllum tað besta –
ein sera góður eginleiki at
hava. Og hon var stak gesta
blíð.
Ragna fekk tey seinastu
árini herviliga sjúku at drag
ast við, sum nú gjørdi enda á
henni. Hon misti ikki mótið,
men stríddist við góðum
treysti og vildi gera skyldur
sínar til lítar, líka til hon ikki
orkaði meira.
Í Ebenezer vórðu góð orð
søgd og góður sangur og
m.a. tónleikarar úr musikk
skúlanum, sum spældu, og
á grøvini ljóðaði sangurin
“Nógv fagrari, friðari song
urin ljóðar hjá einglum í
himmalsku høll – tá lov
songur tónar um dalar og
fjøll”. Nú ert tú, Ragna, komin
upp í tað kórið.
Góði Sámal, døtur og
ommubørn. Eg veit, at tit
hava havt eitt gott lív saman
við
einari
góðari
konu,
mammu og ommu. Hann,
sum øllum valdar, styrki
tykkum í sorgini !
Skúlin, leiðsla fyrrverandi
og nú, lærarar og næmingar
bera Ragnu eina inniliga tøkk
fyri vinsælu, hjálp og blídni,
og vilja vit lýsa frið yvir
minnið um hana, sum altíð
fer at standa rist í hjørtum
okkara.
Poli
Minningarorð um
Ragnu Jacobsen
24.01.1942 – 19.01.2014
90 ára føðingardagur
Leygardagin
8.
februar
verður Símun Pauli Poulsen
Fuglafjørður 90 ár. Dagurin
verður hildin saman við
familjuni.