hósdagur 6. februar 2014síða 20
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 7. februar 2014 · Nr. 16
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Tað var annars sum reppið,
at Kyndil misti finaluplássið
til H71, men tá ringast stóð
megnaði teir grønu úr Havn
at venda gongdini. Tað hevði
Kyndil fyrr í hesum kapp
ingarárinum ikki klárað.
Kyndil hevur fyrr í ár
vunnið á KÍF, so teir hava
prógvað, at tað ber til.
Spælið hjá KÍF tóktist ikki
eins
sannførandi,
sum
tað millum annað gjørdi
í finaluni móti StÍF í fjør.
KÍF er framvegis besta liðið
í føroyskum hondbólti og
teir eru favorittar at vinna,
men favorittleikluturin er
ikki eins stórur og hann var
í fjør.
KÍF hevur Andrias Nielsen
tøkan aftur eftir leikbann.
Kollfirðingar hava nógvar
spælarar, sum kunnu bera
KÍF um málstrikuna. Tí er
tað torført at velja einstakar
spælarar burturúr.
trondur@sosialurin.fo
ítróttur hondbóltur
Kyndil
KÍF
Kyndil hevur havt eitt misjavnt ár í ár. So illa gekk, at Kyndil mátti fáa nýggjan venjara
í venjaratoymið, tí úrslitini vóru so vánalig. Tað hevur gjørt mun og nú líkist Kyndil
einum liðið, ið er meiri í javnvág. Avrikini eru javnt góð og spælið er á góðari leið
KÍF er aftur í finaluni, sum teir vunnu í fjør. Í hálvfinaluni stóð nógv
á og tað var ikki fyrr enn klokkan ýldi fyri seinastu ferð, at KÍF hevði
knúgva StÍF, sum er tiltikið steypalið í føroyskum hondbólti
Skjúttin:
Finnur Hansson
Finnur er ein av trimum venjarum hjá
Kyndli, men síðani Geir Wardum kom
í venjaratoymið tykist Finnur kunna
hugsa meiri um at spæla. Tað sæst aftur
á avrikunum. Hann hevur royndirnar og
kemur at spæla eina avgerandi leiklut fyri
Kyndil saman við David Edvardsen. Finnur
hevur evnini einsamallur at skjóta mál, men
tað kann eisini blíva ein veikleiki, um hann
spælir fyri seg sjálvan.
Lyklaspælari:
Hørður Sigtórsson
Hørður er aftur í Kyndli. Stóri
strikuspælarin úr Íslandi skal berjast við
helst bestu verjuna í landinum. Skal Kyndil
hava nakran kjans at koppa favorittunum
úr Kollafirði, so skal Hørður taka dystin
upp við verjuna hjá KÍF í álopsspælinum, og
fylla nógv í verjupartinum, tá KÍF leypur á.
Jokari og steypahetjan:
Mladen Mjerimacka og
Bárður Johannesen
Her eru fleiri um boðið, men vit hava valt
málverjan Mladen Mjerimacka, og roynda
Bárð Johannesen. Tá Mladen spælir væl, so
so spælir hann ótrúliga væl, men tíverri fyri
Kyndil, so eru avrikini ójøvn.
Bárður Johannesen átti týðandi leiklut, tá
Kyndil helt lív í finaluvónini, hóast H71 var
á odda og tríggir spælarar fleiri á vøllinum.
Fær KÍF ferð á spælið og skorar fleiri mál
upp á stutta tíð, so er týdningarmikið,
at onkur fær kyndlamenn at rakna við.
Tað kann Bárður, eins og hann gjørdi í
hálvfinaluini. Her kann eisini nevnast
Julian Johansen, sum er spælfordeilari og
tekur brotskøstini.
Skjúttin:
Nicklas Selvig
Hansara leiklutur tykist bara
veksa á liðnum hjá KÍF. Hann er
ein fjølbroyttur spælari við góðari
gjøgnumbrotsstyrki. Hann kann skjóta
úti frá, zig-zag seg gjøgnum verjuna, skora
frá vonginum og týðandi leiklut í tiltikna
skjótálopsspælinum. Aðrir, sum kunnu
nevnast eru Andrias Nielsen, sum var
dagsins spælari í finaluni í fjør, og Hans Eli
Sigurbjørnsson.
Lyklaspælarin:
Rógvi Weyhe
Stríðsmaðurin er grundsteinurin í sterku
KÍF verjuni, sum av fleiri verður mett
sum tann besta í landinum. Umframt at
stríðast sjálvur, so er hann eisini skipari,
sum tryggjar at restin av liðnum røkir
sínar verjuskyldir. Spælir Rógvi væl og
liðfelagirnir parrera ordrar, so er bara upp
til álopið at skjóta neyðugu málini.
Jokari/steypahetja:
Rúni Joensen og Rasmus Junker
Rúni Joensen kann á einum góðum degi
skjóta nógv mál fyri ein vong. Tað er trongt
frammanfyri Kyndlamálið. Tí kunnu
vengirnir og skjótálopini blíva avgerandi
fyri álopsspælið.
Rasmus Junker vísti í dystinum móti StÍF,
at hann kann koma inn og skjóta nøkur
avgerandi mál. Avrikini eru svingandi, men
handan dagin rakti hann málið. Kann blíva
hentur innskiftari móti endanum og torir
at skjóta. Ein fyrimunur og ein vansi. ein
fyrimunur tá hann skorar, men ein vansi tá
hann tekur óneyðugar kjansir.