hósdagur 6. februar 2014síða 21
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
21
Fríggjadagur 7. februar 2014 · Nr. 16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ítróttur
Skjúttin:
Simona Petersen
Hon er »the odd one out«. Hon kom til
felagið farna kappingarárið, men hevur
ikki heilt sligið til. Hon hevur sína styrki í
góða skotinum, sum kann skjóta avgerandi
málini. Veikleikin tykjast verða, at hon er
ikki ein liðspælari á sama hátt sum restin
av liðnum. Í seinnu hálvfinaluni tók hon
ábyrgdina á seg at skjóta alt avgerandi
brotskastið og skoraði.
Lyklaspælarin:
Anna Brimnes
Veksur við uppgávuni í hvørjum. Hevur
tikið ábyrgd á seg í hesum kappingarárinum
og skjýtur fleiri mál. Hon er saman við
øðrum ímyndin av uppalingini í Kyndli í
løtuni. Eitt lið við skjótum og orkuríkum
spælarum, sum spæla væl sína millum.
Sum lyklaspælarar kunnu eisini nevnast
Randi S. Wardum í verjuni og Anja
Heinadóttir, sum næstan altíð er góð fyri
fleiri mál upp á skjótálop.
Jokari/steypahetja:
Kristina Griksaite
Spældi ein minni góðan dyst móti VÍF í
seinnu hálvfinaluni. Kristina hevur nógvar
royndir og kann fáa ein avgerandi leiklut
fyri verjuspælið hjá Kyndli. Byrjar hon
fyrst at gera fleiri bjargingar, so kann tað
hava stóra týdning fyri restina av liðnum,
sum ikiki hevur nógvar royndir av at vinna
finalur.
Sermerkt fyri Kyndil er, at
liðið er homogent. Meðan
onnur lið hava spælarar
við sermerktum styrkjum,
so tykjast kyndlakvinnur
hava spælarar við fleiri egin
leikum.
Flestu á liðnum hava
spælt saman leingi, men tað
er ikki blivið til nakað gull
heiðursmerkið
enn,
men
í fjør bjóðaðu tær einum
sterkum Neistaliðið av í FM
finaluni.
trondur@sosialurin.fo
Í fjør tapti Neistin illa nokk
ein dyst, men í ár hevur
ikki gingið eins væl. Neistin
er á triðja plássið í lands
kappingini, tá teir um hetta
mundið í fjør at kalla longu
høvdu tryggja sær pláss í FM
finaluni.
Neistin og Kyndil hava
í ár spælt tríggjar dystir í
landskappingini. Tveir eru
endaðir við javnleiki og ein
við sigri til Kyndil.
trondur@sosialurin.fo
hondbóltur
Kyndil
Neistin
Kyndilskvinnur hava gjørt støðuga framgongd seinnu árini. Í ár hevur liðið nýggjan
venjara í Andreasi F. Hansen, eftir at Geir Wardum takkaði fyri seg. Geir hevur givið
liðnum nógv. Nú er tað upp til Andreas F. Hansen at fáa liðið um gáttina til gullið
Neistin hevur í Juliani Johansen fingið nýggjan venjara fyri Kára Horn,
sum valdi at takka fyri seg. Neistin hevur eisini mist Barbaru Brauer,
umframt at Marjun Falkvard Danberg er langtíðar skadd
Skjúttin:
Jacklin Durhuus
Royndi spælarin á neistaliðnum hevur
fingið meiri ábyrgd, nú ongin Barbara
Brauer er at skjóta málini. Jacklin hevur
eisini royndirnar, so hon veit hvat skal til
fyri at skjóta mál í eini steypafinalu.
Lyklaspælarin:
Bára Hansen
Hon hevur verið spælfordeilarin á liðnum
hjá Neistanum, men hevur í seinastu verið
nógv at sæð bakkinum, meðan Rakul
Augustinussen hevur verið á miðvøllinum.
Bára hevur gott eyga fyri spælinum og
týðandi lut í uppspælinum, sjálvt um
hon ikki altíð er millum toppskjúttarnar
á liðnum. Bára varð í fjør kosin til
dagsinsspælara í steypafinaluni.
Jokari/steypahetja:
Fríða Petersen og Marijana Lucic
Málverjarnir hjá Neistanum koma eins
og málverjarnir hjá Kyndli at spæla ein
avgerandi leiklut í steypafinaluni. Megna
Fríða og Marjana at taka skotini frá Simonu,
men verjan er tøtt, so kann Kyndil fáa
trupulleikar við at skjóta nóg nógv mál.