Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-06, síða 39
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2014síða 39

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 16 · 7. februar 2014 15 VIKUSKIFTI Úr Hvítanes søgu: Kona Jákup, Súsanna, var eisini úr Kollafirði Jákup var tiltikin handamaður. Hann gjørdi byrsu av nýggjum. Onkur hevur undrast yvir, hvussu hann hevur fingið borað út úr hesi jarnstongini, men hon skuldi síggja so út sum ein byrsa komin niðri frá. So er byrsan liðug hjá honum, men hann lítur henni ikki rættiliga til. Fyrst hann skuldi skjóta við henni, bant hann hana at einum plógbonki og hevði band á stillipinninum, so um hon skrædn­aði, varð ikki skaði. Jú væl bar til, hon helt. Og hon bar ógvuliga langt, hon var so trongt borað. Jákup var ein av teimum á Hvítanesi, sum gjørdist katolikkur. Hetta var millum 1863 og 1869. Tað hevur verið sagt, at konan fór frá honum, tá ið hann skifti trúgv, men tey vóru so saman á Hvítanesi í 1873. Tað hevur í hvussu er kravt dirvi tá í tíðini at fara frá »fedranna trúgv«. Jákup doyði 25. apríl 1889 og varð jarðaður á Svínaryggi. Húskallur hjá presti Og so skalt tú vita, eg kendi ikki foreldur míni fyrr enn eg var 8 ára gamal, men eg var væl aldur upp. Morbróður mín lærdi meg eitt og annað, hann æt Símun Petur. Har varð eg so upplærdur til 20 ára aldur. Tá kom prestur ein dagin og vildi hitta henda unga mannin. Hann bað meg koma at vera húskallur hjá sær. Illa vildi omma ganga við til hetta, men eg var fúsur sjálvur at fara. Eg varð so húskallur hjá prestinum. Tað einasta eg óttaðist fyri var, at eg hevði hoyrt, at kona prest var so ógvuliga snarsint og donsk og ring at fata. Hetta segði eg við prestin. »Men Herregud Jacobsen. De forstaar jo mig« svaraði hann aftur. Lønin var 20 dálar um árið, og hetta var ein stórur peningur tá í tíðini. Dagurin, eg skuldi taka við, varð ásettur til 3. mai (flytidagin). Fór eg so til Kvívíkar. Men tá ið eg beint eri komin, ja, tá kemur prestakonan sjálv ímóti mær: »Goddag Jacobsen og velkommen!« sigur hon og er bæði blíð og týð. Komandi partur: Í komandi parti greiðir Sámal frá lívinum í prestagarðinum á Nesi. M.a. hitti hann T.F. Thomsen, sum gjørdist kendur reiðari á Tvøroyri. Købmand Samuel Jacobsen, Kollefjord (Sámal á Tanganum) fyldte den 1. april 100 Aar – efter hans eget Udsagn. Da hans Fader og Lamba Poul nedsatte sig paa Hvidenæs sammen med 3 udflyttere fra Kollefjord (Jacob Poulsen, Jógvan og Daniel Petersen) var Samuel 1½ Aar gammel. I 20 Aars alderen blev han Tjenestekarl hos Provst Prytz og boede der i 2 Aar. Derefter kom han til Miðgerðar som Medhjælp hos Simon Petersen. To Aar senere lod han opføre en Købmandsbygning á Tornestanga og da han ikke var fuldmyndig paa daværende Tidspunkt blev hans Morbroder Forretningsbestyrer. Denne Forretning blev drevet i ca. 25 Aar, hvorefter han blev Opsidder paa Præstegaarden Kjalnæs, hvilken Stilling han havde i 48 Aar, og som han først nedlagde for 3 Aar siden. En del af denne lange Tid har han ogsaa haft Forretning. Til Præsten i Kvivig har han betalt en aarlig Forpagtningsafgift af Kr. 500 eller tilsammen Kr. 24.000 kr., samt 60 Kr. for noget tilhørende Fæstegods, men denne sidste Leje blev de sidste Aar nedsat fra 60 Kr. til 45 Kr. Da en Kapital, der f.eks. indsættes i Sparekassen, fordobles i Løbet af 15 Aar, ville der her nu have været talen om et meget stort Beløb, hvis disse Penge var blevet indsat. Selvfølgelig har Samuel Jacobsen faaet Valuta for disse Penge, og det Gaarden har givet af sig. Samuel Jacobsen har været en god Samfunds­borger. Han har saaledes betalt en kommuneskat, der enkelte Aar er kommet op paa 300 Kroner. Medens de øvrige Opsiddere fik et Kofoder som Aftægt, og Kongsbønder ved deres afgang som bekendt faar henholdsvis efter de foreliggende forhold er Samuel Jacobsen ikke kommet i Betragtning, hvilket maa siges at være lidt mærkeligt, da han har været en meget dygtig Forpagter. Samuel Jacobsen er til trods for sin usædvanlig høje Alder endnu rask og rørig og driver endnu personlig en forholdsvis betydelig Forretning. Han rekvirerer selv sine Varer og fører selv sine Bøger og har været særdeles flink til Hovedregning, hvilket maa siges at være beundringsværdigt af en Mand i hans Alder. Da jeg forleden dag besøgte Kollefjord og saa en stor Varestabel inde ved Petroleumslageret, meddelte den derværende Opsynsmand, Niclas Niclasen, mig, at denne Varestabel tilhørte Købmand Samuel Jacobsen. Det maa ønskes, at denne sjældent dygtige og Aandsfriske Mand endnu i en Aarrække maa kunne fortsætte sin Forretning. Samuel Jacobsen 100 Aar Tann 10. apríl 1935 hevði Andreas Weihe av Selatrað hesa grein í Dimmalætting, sum lýsir Sámal eitt sindur nærri: Tá ið Andreas Weihe skrivar, at Sámal »efter eget Udsagn« verður 100 ár, er frágreiðingin tann, at eftir kirkjubókini skuldi Sámal fyrst fylla 100 ár 19. mars 1936, men sjálvur vildi hann vera við til tað seinasta, at hann fylti 100 ár 1. apríl 1935. Tað vildi soleiðis til, at kirkjubókin har Sámalsa navn á fyrsta sinni var skrivað, brendist eina ferð, meðan prestur var vesturi í Vágum og ferðaðist. Tøl og annað hjá teimum, ið vóru fødd áðrenn kirkjubókin varð skrivað um aftur av nýggjum vóru – eftir hvat ið er frágreitt – niðurskrivað eftir minninum. Sámal fór sum ungur til Kvívíkar at tæna hjá prestinum Pryts. Kirkja og prestagarður í Kvívík Sitandi: Jacob Poulsen t.h. og sonur hansara Sámal – Sámal á Tanganum. Standandi: Kona og dóttir Sámal Sámal hevur eina fyrsta honds frásøgn um bygdamenn, sum koma til kongaliga handilin at selja vørur »Søga okkara II« tekning: Edward Fuglø