hósdagur 6. februar 2014síða 38
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 16 · 7. februar 2014
14
VIKUSKIFTI Siðsøga
við Óla Jacobsen
Sámal á Tanganum
í Kollafirði gjørdist
100 – ella 99 ár
Vit høvdu í 2012 frásøgn úr Kollafirði frá tí tá 95 ára gamla Johan Hansen. Hesa ferð
hava vit frásøgn frá kollfirðingi, sum var føddur í 1835, eftir tí hann sjálvur segði
T
að er eingin ivi um, at tey gomlu
bløðini eru eitt gullnám, tá ið tað
snýr seg um Føroya søgu. Trupul
leikin er bert tann, at tey eru so illa
atkomilig. Tann einasti møguleiki
er mikrofilmarnir á Landsbókasavninum, har
bløðini kunnu lesast á einum skermi.
Hóast hetta er ein avoldað útgerð, so ber
væl til at detta niður á áhugavert tilfar, sam
stundis sum leitað verður eftir øðrum. Men nú
fer at henda nakað. Nógv hevur verið tosað
um digitalisering av bløðunum. Hetta merkir
fyri tað fyrsta, at bløðini kunnu lesast heima
við hús á teldu. Eisini merkir hetta, at leitast
kann eftir einum ávísum navni. Tann sum
hevur hug at leita t.d. eftir Jóannes Patursson
kann tá finna allar tær greinir, har hann er
nevndur. Tað ljóðaði í fjør, at 2013 var árið,
har hetta skuldi henda. Hetta kom í drag, men
nú siga tey á landsbókasavninum fyri vist, at
seinni í ár verður hetta klárt. Tey munnu vera
mong, sum gleða seg til tað.
Hesin og komandi tveir partar í hesi røð er
úrslit av leitan við teirri gomlu útgerðini.
Í fyrsta umfari er talan um ein spennandi
100 ára gamlan kollfirðing, Sámal Jacobsen.
Dimmalætting hevði tríggjar greinir um
hann. Fyrst eina samrøðu í 1931, síðan 100 ára
føðingardagsgrein í 1935 og so minningarorð,
tá ið hann doyði seinni sama ár. Sámal varð
føddur í 1835, ella fyri nærum 180 árum síðani.
Søgan byrjar í 1855 tá ið hann er um 20 árs
aldur. Hetta ger hana jú serliga áhugaverda,
tí tað tykist sum at skrivað er niður júst sum
Sámal hevur greitt frá.
Her partvís ein lýsing av tíðini tá. Eisini
er greitt frá hendingum, sum ikki hava verið
kendar fyrr.
Hetta verður so ein samanskriving av um
røddu greinum. Um onkur er, sum veit meira
enn hetta vil eg fegin frætta, so kann hetta
koma við í komandi parti. Greinin frá 1931
hevur hesa yvirskrift:
Samuel Jacobsen á Kjalnesi
Ein góður gamal føroyingur
Tað verður mangan sagt um føroyingar, at
tað er merkiligt, sum teir kunnu vera treystir
og áhaldandi bæði til fjals og fjøru, á landi
og sjógvi. Og vist er tað, at mangir eru teir,
ið koma høgt til árs, ja, tað hendir seg, at teir
verða 100 ár og meira.
Tó – veteranarnir, ið leggja so høgan aldur
aftur um bak, kunnu teljast, men teir finnast.
Ein av hesum góðu, gomlu føroyingunum er
Samuel Jacobsen, bóndi á Kjalnesi í Kollafirði
ella, sum vit betri kenna hann, Sámal á
Tanganum, ið er 97 ára gamal, og sum tó enn
ger alt arbeiði bæði úti og inni.
Vit hava havt eina samtalu við henda góða
gamla føroying og biðið hann sagt okkum
eitt sindur frá tí, hann kann minnast aftur í
tíðina. Rímiligt hevur hetta eydnast væl, tí
Sámal er ikki bert ein sera fittligur maður,
men hann er við sítt fulla vit og skil tann
dag í dag, ja, mær er sagt sum fyrsta dagin.
Her eru nøkur hugskot, soleiðis sum hann
sjálvur greiðir frá:
Á handilsferð til Havnar
Ikki meira enn 22 ára gamal byrjaði eg at
handla á Tanganum í Kollafirði, her var eg í
29 ár. Tá kom prestur Dahl og gjørdi meg til
uppsitara á Kjalnesi. Áðrenn eg kom higar
hevði eg verið 2-3 ár húskallur hjá prestinum
á Nesi, eftir at hava verið hjá honum í Hvívík.
Her á Kjalnesi havi eg nú verið bóndi í 45 ár
og stíla og stýrt fyri øllum garðinum. Tvær
ferðir havi eg verið giftur. Við tí fyrru kon
uni átti eg seks gentubørn – við hesi seinnu
konuni einki barn.
Fyrr í tíðini var alt upp á annan máta, ja,
eg skal siga tær góði mín, fólkið var meira
fátækt, tá eg var ungur, enn hvat tað er nú.
Fólkið fekk tá alla føði av landinum.
Fyri Havnarfólk kundi tað ofta og títt
koma væl við í konguligu handilstíðini,
tá bygdabátarnir komu hagar við fiski og
troyggjum at avreiða og fáa kaffi, sukur,
korn og tílíkt afturfyri. Tá fingu tey pengar og
annað fyri at hýsa okkum. Serliga um jóltíðir
kundi tað koma væl við fyri Havnarfólk. Tá
var Havnin fátæk.
Tá ið vit komu til handilin, mátti hvør
bátsførari skriva bátsnavn og staðanavn upp
á fýrkantar i úthurðini – og tað ráddi um
at skunda sær, tí hann ið fyrst skrivaði við
kritinum, var fyrst ekspederaður. Kornið lá í
Vágsbotni, meðan hosnamaðurin hevði hosur
og troyggjur í Tinganesi.
Seinni kom Skibstedshandil. Hann dreiv
heimakrambúð og hjálpti nógv fólkinum við
at keypa vørur frá teimum og lata tey fáa
kornvørur í staðin fyri – serliga frá Suður
jutlandi, frálíkt korn var. Tá var korn turkað
í landinum. Raskir bøndur kappaðust um at
turka sum mest í sornhúsunum.
Eg havi havt korn og selt ikki lítið, nú er
tó givin uppat við tí. Tað var vanligt hjá mær
at fáa 8-9 tunnur um árið.
Nú á døgum royna einstakir menn at dyrka
korn, men ikki ber væl til. Eg veit, at Kald
baksmenn vóru óførir kornmenn fyrr, men so
doyr út so við og við har eisini. Útróðurin er
komin í staðin. Ungdómurin fer burtur og er
júst heimani frá í tí tíðini, hetta arbeiðið eigur
at fara fram, og nógv av teimum gomlu eru
ikki før fyri hesum. Og hvat er úrslitið? Ja,
eg skal siga tær, ov lítil dentur verður lagdur
á landið.
Tað gekst mær yvirhøvur væl sum út
róðrarmaður. Altíð fekk eg líka nógv, og allir
vildu koma við mær, teir vóru fleiri um boðið.
Tríggjar bátar havi eg átt og enn standa tveir
hjá mær í neystinum.
Pápin bygdi Hvítanes
Nú skal eg greiða eitt sindur frá, hvussu eg
eri aldur upp, og í hesum viðfangi skal eg
siga eitt sindur um Hvítanes, ið bygt varð í
mínari tíð.
Teir vóru fýra, menninir ið bygdu
Hvítanes, nevniliga Jákup Poulsen (faðir
mín), Dánjal Petersen og ein, sum æt Jógvan
Joensen, ættaður úr Jolluni og so Lamba Poul,
sum hann var nevndur. Hesir tríggir vóru allir
kollfirðingar.
Eg var føddur á Miðgerði. Mamma mín
var dóttir kongsbónda Samuel Peter Petersen.
Faðir mín hevði ikki nógv av hesum jarðar
ríkis góðsi. Foreldur míni áttu tveir synir,
beiggi mín æt Poul og var 2½ ár eldri enn eg.
Foreldrini skuldu nú til Hvítanesar við okk
um. Men tá heldur omma mín fyri: »Eg skal
hava tann yngra drongin eftir hjá mær.« So
varð, sum hon hevði sagt, og her vaks eg so
upp hjá ommuni á Miðgerði.
sámal á tanganum 1. partur
Kollafjørður um
ta tíðina Sámal
varð føddur