Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-06, síða 37
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2014síða 37

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 16 · 7. februar 2014 13 VIKUSKIFTI – Har gjørdist einki. Pápi hálaði meg inn. Vit fingu motorin í gongd aftur og sigldu og leitaðu. Men Jógvan Jákup var horvin. Vit fóru so til Nólsoyar og bátar og skip, m.a. Sævarenni, fóru beinan­ vegin at leita. Men Jógvan Jákup bleiv ongantíð funnin. Tá í tíðini fyri 38 árum síðan var ongin kreppuhjálp. Hvussu taklaði tú saknin eftir Jógvan Jákup? – Eg minnist, hvussu ringt tað var at fara til mammu Jógvan Jákup. Hon sat einkja. Jógvan Jákup átti tríggjar beiggjar, tveir eldri og ein yngri, sum bara var eini 14 ár. Tað gjørdi mær so gott, at mamma hansara segði, at eg ikki mátti brigsla mær sjálvum nakað. Tað hevði ómetaliga nógv at týða fyri meg og hjálpti mær so væl. – Tíðin aftaná var ógvuliga tung. Eg hugsaði nógv um tað í fleiri ár. Hugsaði eisini um, hvussu óheppið alt var henda dagin: Vørubilurin hjá Snikkara­virkinum, ið var útlæntur, sum hann annars næstan ongantíð var, skipshakin, sum var akkurát ov stuttur, motorurin, sum steðgaði, reipið, sum fløktist... – Sorgin og saknurin vóru nívandi. Eg hugsaði eisini nógv um, hvat man kundi havt gjørt øðrvísi, men tað er jú nyttuleyst at hugsa soleiðis. Vit gjørdu tað, sum vit kundu. Tað mást tú læra teg at góðtaka. – Eg átti nógv góð minni eftir Jógvan Jákup. Tey vóru ómetaliga virðismikil. Mynd: Álvur Haraldsen Í føðingardegi hjá Lauru Jacobsen í 1973. Vinstrumegin Katrin, systir Lauru, Jógvan Jákup og undirritaða Úr Sosialinum 14. apríl 1976: – Eg átti nógv góð minni eftir Jógvan Jákup. Tey vóru ómetaliga virðismikil, sigur Leo Poulsen