hósdagur 6. februar 2014síða 36
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 16 · 7. februar 2014
12
VIKUSKIFTI
Samrøða
Simona Weihe
simona@sosialurin.fo
Nólsoyingurin Leo Poulsen og eg hava
verið starvsfelagar í Miðlahúsinum í
sjey ár. Hóast tað visti eg ikki fyrr enn
fyri stuttum, at hann var saman við
Jógvan Jákupi Thomsen hansara sein
astu ferð um Nólsoyarfjørð í 1976.
Eg hitti Jógvan Jákup fyrstu ferð í
1973. Vinkona mín Laura av Strondum
er hálvur nólsoyingur, og hon og Jógvan
Jákup vóru í familju og vinir.
Jógvan Jákup var ein drongur, sum
tú legði merki til: eldreytt, vakurt hár,
ílatin seinasta 70-ára móta, smílandi og
vinarligur. Bert 19 ára gamal var hann
var hann útlærdur snikkari og arbeiddi
sum sveinur á Snikkaravirkinum í
Grønlandi í Havn, har hann eisini hevði
staðið í læru. So framtíð hansara sýntist
ljós. Men Jógvan Jákup druknaði bara
19 ára gamal í Nólsoyarfirði mánakvøld
í páskavikuni.
Leo Poulsen er stillførur og sinniligur
maður. Gamla orðið, at tað verða ikki
lagdar tyngri byrðar á teg, enn tú orkar
at bera, tykjast hóska honum. Tí 18 ára
gamal at missa sín barndómsvin og
systkinabarn í syrgiligari vanlukku, er
støða, sum er torfør at ímynda sær.
Vit bæði Leo hava so tosað um tíðina
tá. Millum annað um, at teir báðir
høvdu orkestur saman við tveimum
øðrum. Jógvan Jákup spældi bass og Leo
trummur. Og tað var júst stóri áhugin
hjá Jógvan Jákupi fyri tónleikinum,
sum var orsøkin til, at farið varð um
Nólsoyarfjørð henda feigdardag.
Gekk høgt upp í tónleikin
Leo fortelur um dagin í apríl 1976:
– Eg var í Nólsoy, hevði páskafrí
frá Hoydølum, har eg gekk í studenta
skúla. Jógvan Jákup var til arbeiðis í
Havn. Vit fýra dreingir, sum høvdu eitt
orkestur saman: Jógvan Jákup, Alex og
Hildibjartur. Vit vandu á Venjingar
skúlanum, og har stóðu eisini instru
mentini. Jógvan Jákup gekk ógvuliga
høgt upp í tónleikin og var uppsettur
uppá, at vit skuldu spæla til dans í
Nólsoy 2. páskakvøld. Jógvan Jákup
visti, at skúlin bleiv stongdur henda
mánadag vegna páskafrí, so nú var
seinasti møguleiki at fáa forsterkaran
og instrument úr skúlanum. Hann
hevði biðið um at læna vørubilin hjá
Snikkaravirkinum til instrumentini, og
so kundu tey standa í honum, til tað lá
fyri at fáa tey út til Nólsoyar.
– Um nátturðatíð ringdi Jógvan
Jákup út til mín. Tað vísti seg, at bil
urin hjá Snikkaravirkinum var læntur
øðrum. So hann mátti fáa instrumentini
úr skúlanum á annan hátt og bað meg
koma inn til Havnar við 10-manna
farinum eftir sær og instrument
unum.
– Veðrið var onki serligt. Pápi kom
við, tí hann vildi ikki lata meg fara
einsamallan. Tá vit løgdu at Konga
brúnni, stóð Jógvan Jákup fyri okkum.
Pápi hevði bil standandi í Havn. Vit
koyrdu so út á skúlan eftir forsterkara
og trummum, fingu alt umborð og
løgdu frá landi.
Út aftur til Nólsoyar
– Tað var landsynningur, og veðrið
var sum sagt onki serligt. Pápi sigldi
norðureftir, so forsterkarin, sum stóð
framman fyri húsið, ikki skuldi standa
undir í sjóroki. Jógvan Jákup stóð eisini
har og ansaði eftir. Tá vit komu norður
móti Boðanum, legði pápi uppí. Hann
bað Jógvan Jákup bara fara inn í húsið.
Eg sat í húsinum og síggi Jógvan Jákup
koma aftur um. Har var gott at halda
sær í. Men eg veit ikki. Tá hann skuldi
stíga inn um aftan fyri húsið, sá eg
hann fara fyri borð. Helst rullaði tað
akkurát tann vegin. Eg rópti á pápa,
sum ikki hevði sæð Jógvan Jákup fara
á sjógv. Hann steðgaði beinanvegin
bátinum.
– Jógvan Jákup lá aftan fyri bátin
og royndi at halda sær uppi. Eg royndi
við hakanum at fáa fatur í honum,
men hakin var akkurát ov stuttur. Tað
vildi eisini so illa til, at motorurin var
steðgaður. Tað var ein bensinmotorur,
har tú stillaði skrúvuna nokkso lágt,
meðan tú sigldi, og so skrúvaði upp, tá
tú skuldi manøvrera við t.d. at leggja at.
Í beinkinum lá ein endi, væl greiddur.
Pápi bant meg í og so leyp eg á sjógv.
Men so hendi tað, at endin fløktist og
eg rakk ikki eftir Jógvan Jákupi. Vit
mistu hann burtur í myrkinum.
alt vit
kundu
Vit gjørdu
12. apríl 1976 var sorgardagur í Nólsoy. Bygdin, sum hevur mist
so nógvar av sínum synum á havinum, varð aftur rakt av svárum
missi, tá 19 ára gamli Jógvan Jákup Thomsen druknaði. Her greiðir
Leo Poulsen frá hendingini, tá ið hann og pápi hansara royndu
at bjarga Jógvan Jákupi, sum datt fyri borð í Nólsoyarfirði