hósdagur 6. februar 2014síða 35
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 16 · 7. februar 2014
11
VIKUSKIFTI
Eg haldi, mítt arbeiði helt onkursvegna
bara fram saman við Hamferð. Eg kom
at kenna teir, tá eg búði í húsi saman
við gittarleikaranum Theodor Kapnas
í seks vikur. Teir spurdu, um eg kom á
konsertferð við teimum, og tað gjørdi
eg so í 2011, tað var tann fyrsta »Ferðin
til Heljar« konsertferðin.
– Eg haldi, at har eru nógvar orsøkir
til, at mær dámar væl føroyskan tung
málm. Eg eri bergtikin av nøgdini av
talentfullum og eldhugaðum tónleik
arum í Føroyum. Men mær dámar
eisini væl tungmálmspallin sjálvan.
Hetta er eitt lítið afturlatið umhvørvi,
ið eg onkursvegna eri enda mitt inni
í. Tað var ikki við vilja, men eitt førdi
til annað, og mær dámar veruliga væl
at arbeiða saman við hesum fólkunum,
tey hava virðing fyri arbeiðinum hjá
øðrum.
– Sum myndafólk, upplivir tú ofta,
at títt arbeiði ikki verður virt, tú stríðist
og strevast ókeypis. Nógv fólk og bólkar
síggja ikki nakað virði í myndum. Á før
oyska tungmálmspallinum er virðingin
báðar vegir. Eitt dømi er, tá Hamferð
vunnu føroyska umfarið av Wacken
Metal Battle, tá lyfti Theodor meg upp,
og klemmaði meg, og segði: »Vit gjørdu
tað, Eija«. Eg bleiv íroknað toymið hjá
Hamferð. Øll hesi fólkini fáa meg at
kenna, at eg hoyri heima, og tað haldi
eg, at eri geri. Tað skapar eisini virðing
at síggja hvussu blíðir fyriskipararnir av
Wacken Metal Battle og hjálparfólkini
eru við útlendskar gestir. So eg haldi,
at orsøkin til, at mær dámar so væl
føroyska tungmálmspallin, er lutvíst, at
mær dámar tónleikin og lutvíst orsakað
av fólkunum, og hvussu tey fara við
hvør øðrum.
Hvussu ber tað til, at tú
luttektur í fyriskipanini av
Wacken Metal Battle Føroyar?
– Fyrst og fremst tí fyriskipararnir
bjóða mær aftur hvørt ár. Fróði, Marjun
og Teitur úr Upp Við Hornunum eru
høvuðsdrívmegin, og vit eru vorðin
væl. Vit brenna øll fyri føroyskum
tungmálmi og vilja arbeiða fyri at
menna hann. Eg elski at taka myndir
og at gera dokumentarfilmar, og mítt
arbeiði er í ikki bara journalistiskt, eg
meti nógv av tí sum list.
Í løtuni eri eg atknýtt nøkrum tón
leikamiðlum, so hví ikki skriva um
hetta.
– Tá eg nú eri í Føroyum alíkavæl, vil
eg fegin vera eitt sindur longri enn bara
eitt vikuskifti, og tá havi eg eisini tíð til
at hjálpa til við ymiskum praktiskum í
sambandi við Wacken Metal Battle. Eg
haldi, at tiltakið er sera týdningarmikið,
so tí hjálpi eg til. Tað er ikki verri, at eg
havi øll hesi fantastisku fólkini rundan
um meg, sum dáma mítt arbeiði.
Hvussu sært tú føroyska tung
málmspallin nú samanborið
við, tá tú kom til Føroyar?
– Eg haldi, at tungmálmspallurin er í
støðugari menning móti einum meira
altjóða palli, og alsamt fleiri bólkar fara
út í heim, og fara avstað á ein meira
professionellan hátt. Hetta krevur nógv
arbeiði og at skapa netverk, marknaðar
føring og PR, og at fáa samband við
røttu fólkini, fyri at fáa tín boðskap út.
Eg haldi, at í stóran mun snýr tað seg
um at byggja karmar, ið geva tónleik
arum møguleika at sleppa út í heim.
– Tað er ikki nógmikið at gera eina
frálíka fløgu, um fólk ikki vita av henni.
Sjálvandi er hetta ein lítil tónleikapallur,
so tað er lættari at gerast kendur í
egnum landi. Men skalt tú úteftir krevst
ein ætlan og fólk, ið arbeiða við hesum
so sum Tutl ger og Fróði Stenberg, ið
situr í Hamburg, ger.
– Viðvíkjandi bólkum, so koma alla
tíðina nýggir bólkar. Vit eru er tikin av
bóli jaliga av bólkum sum Asyllex,
Earth Divide and Reduced to Ash fyri
at nevna nakrar av nýggjaru bólkunum.
Men eg haldi eisini, at fólk bíða eftir
nýggjum tilfari frá eldri bólkum sum
SIC and Synarchy. Hetta eru bólkar, ið
eiga eitt serligt pláss í mínum hjarta,
og altíð fara at eiga tað. Tá Gudmar og
Frans fóru úr SIC, gjørdist eg eitt sindur
kedd. Ikki tí, einki er galið við tí nýggja
SIC, men eg sakni hinar báðar á pall
inum. Men lívið hevur sína gongd, og
tað er bara gott. Hamferð eri eg kanska
eitt sindur litað um, men eg má siga, at
eg eri errin av teimum. Fyrsti føroyski
bólkur mær dámdi var Týr, og teir
dámar mær enn stak væl.
Eru nýggir føroyskir bólkar,
ið tú vilt viðmæla okkum?
– Sum eg segði, so haldi eg, at Asyllex
er ein sera spennandi bólkur, vónandi
halda teir fast við at gera sítt egna. Eg
haldi eisini at Also Reduced to Ash og
Earth Divide eru sera lovandi. Tað er av
týdningi, at tú hevur títt egna handa
lag, tá tú gert tónleik. Tað nyttar einki
at avrita stíl ella tónleikagrein. Men lat
okkum vita hvat poppar upp í ár. Eg
gleði meg at hoyr Incurse, við Jenus úr
Hamferð sum sangara. Eg má fara at
seta meg inn í, hvat er er hent í Føroy
um, síðan seinast eg var her.
Eru nakrar serliga minniligar
løtur, ið tú minnist
aftur á í Føroyum?
– Har eru so nógvar. Men um eg skal
velja eina, ið liggur mínum hjarta
nær, so eg tað farvæl veitslan, ið eg og
kæri »beiggi« mín Jákup Pauli Gaard
Oslen skipaðu fyri, tá eg hevði verið
í Føroyum í seks vikur. Vit høvdu eitt
finskt/føroyskt tema við finskum og
føroyskum mati, drykkivørðum og
tónleiki, næstan allir mínir bestu vinir
komu í veitsluna.
Men eg má eisini nevna G! 2011,tá
vit lurtaðu eftir Meshuggah í oysandi
regni, tað er serliga regnið eg minnist, tí
Meshuggah leggið eg ikki so nógv í.
SIC: Fighters They Bleed
Ein myndadokumentar um tann føroyska
tungmálmsbólkin SIC 2008-2010 av Eija Mäkivuoti
http://vimeo.com/eijamakivuoti/sicftb
Ferðin til Heljar:
Ein ferð við Hamferð av Eija Mäkivuoti
http://vimeo.com/eijamakivuoti/ferdintilheljar
Videoir hjá Eiju
– Hetta er ein av mínum yndismyndum frá mínum
ferðum í Føroyum. Eg tók hesa tann dagin, tá
eg er Gudmar gjørdust góðir vinir. Hann hevur
altíð sagt mær søgur úr og um Føroyar. Ein av
teimum mest hjartanemandi søgunum er, at
tá tú vitjar eitt Heljareyga, skalt tú kasta allar
tínar sorgir og trupulleikar í tað. Hetta gjørdi
eg, og eg haldi, at tað riggaði. Hvussu sonn
søgan er, veit eg ikki, men eg trúgvi honum
– Hetta er av Pandemonium-konsertferðini í Bretlandi. Hendan myndin
hevur serligan týdning fyri meg, tí hon minnir meg á, at eg í tríggjar og
eina hálva viku í vánaligum ljósi royndi at fanga Mikkjal meðan hann nam
við hjarta við knýtta nevanum. Í Southampton høvdu tey hesi spottljósini,
og bert tað einuferðina traðkaði hann inn í ljósglæmuna heilt fullkomið,
so eg fekk hesa myndina, ið er ein einaferð í lívinum mynd. Tað hevur
ikki eydnast aftur, og ja, teir hava nomið við mítt hjarta eisini.
– Hendan myndin merkir nógv fyri meg, tí eg taki ikki ofta promo myndir. Eg haldi meg ikki hava
førleikan at halda skil á seks monnum í senn…Tað var øgiliga kalt og nógvur vindur ein dag í Mjørkadali,
har vit tóku hasa myndina. Tá vit komu heim hildu vit eitt øgiligt ball, og myndin bleiv fín.
Myndir: Eija Mäkivuoti