Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-06, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2014síða 34

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 16 · 7. februar 2014 10 VIKUSKIFTI Samrøða Niels Uni Dam nud@sosialurin.fo Finska myndakvinnan Eija Mäkivuoti hevur eitt hjarta, ið bukar fyri før­ oysk­um tungmálmi. Seinastu tvey árini hevur hon verið ein av teimum fýra høvuðsfyriskiparunum av Wacken Metal Battle Føroyar, og tá tung­málms­ kappingin 8. mars fer at buldra og braka í Sjónleikarhúsinum í Havn, verður Eija aftur á staðnum sum fyriskipari, men eis­ini sum myndakvinna og blaðfólk, tí Eija avmyndar allar konsertirnar og skriv­ar greinar um tiltakið til útlendskar miðlar. Vit hittu Eiju til eitt prát, um kær­ leikan til føroyskan tungmálm, hvussu hon fyrstu ferð endaði í Føroyum og mangt annað. Nær og hví vitjaði tú fyrstu ferð Føroyar? – Mín fyrsta vitjan í Føroyum var í ar­ beiðs­ørindum. Eg arbeiddi nøkur ár fyri Nordisk Kultur Punkt, og vit skuldu á fund í Tórshavn. Eg og Anna, starvs­ felagi mín, valdu at vera eitt vikuskifti í Havn, og sluppu at gista í Norður­landa­ hús­inum, orsakað blíðskapin hjá Urd Johannesen. Hetta var í apríl 2008. Men eg hevði havt samband við Føroyar áðrenn. Eg hevði hitt Urd, og hon setti meg í sam­band við tónleikabólkin SIC. Eg hevði so mailað saman við Eddie Jacobsen, ið er gittarleikari í SIC. Tá eg so kom til Føroyar fyrstu ferð, so hitti eg allar limirnar í SIC fyrstu ferð: Mikkjal, Magnus og Frans. Seinni sama ár, skipaði eg fyri einari konsert, við SIC í Finlandi. Vit gjørdust væl, og vildu tí fegin arbeiða meira saman. Tí skapti eg doku­mentar verkætlanina um SIC. Hvussu bar til, at tú kom aftur til Føroya? – Har vóru tvær orsøkir, at eg kom aftur. Eg kendi bara Urd, fyrstu ferð eg vitjaði, so eg fór ein gongutúr einsamøll í Havnini. Tá fekk eg eina kenslu av, at her hoyrdi eg heima, bæði kroppur og sinn søgdu, at eg var komin heim. Tað gav onga meining og er torført at greiða frá. Men eg føldi, at eg hoyrdi til í Føroy­um. Hin orsøkin vara tann, at SIC høvdu bjóðað mær á konsertferð við sær í Bret­landi. Hetta var seinna helvt av Pandemonium konsertferðini í 2009. Eg helt best mundi vera at kenna teir betur, áðrenn er skuldi á ferð við teim­um. So í februar 2009 kom eg til Før­oyar. Aftan á konsertferðina í Bretlandi var eg blivin ordiliga væl við SIC fólki. Onkran av teimum eri eg betri við enn við beiggja mín. Eg kom aftur fleiri ferðir í sambandi við dokumentarfilmin um SIC, ið eg varð liðug við í 2010. Eg endaði tað verk­ætlanina við at vísa úrslitið ein eksperi­menterandi film/multimedia, ið eg kallaði Fighters They Bleed. Hetta kulmineraði við, at SIC góvu fløguna Fighters They Bleed og spældu eina útgávu­konsert í Norðurlandahúsinum. Hetta var í august 2010. – Tá var tað ein, ið eg eftir tað eri farin at meta sum ein av mínum tættastu vinum, ið segði. At her vóru altso onnur fólk enn limirnir í SIC, ið fegin vildu hitta meg. Soleiðis hevði eg slett ikki hugsa áðrenn, tí eg var still og smæðin. Eg byrjaði at fáa aðrar vinir, og eg byrjaði eisini at gera meira um meg, væl hjálpt av Gudmari Hansen, Teiti Fossaberg og Martin Róa Vilhelmsen. – Í desember 2010 hevði eg eina fram­sýning í einum listasavni í Helsinki av mínum 3 ára langa arbeiði við SIC. Tað var strævið, og eg føldi meg móða. Tí tók eg ein steðg, og helt frí í Føroyum í seks vikur. Eg búði hjá vinum, og hitti upp­aftur fleiri vøkur og fitt fólk. Hetta varð eitt serligt samband, ið eg fekk við Føroyar. – Eg eri ikki longur fremmand. Sum ein kærur vinur segði mær í fjør: Tað eru bara nakrir fáir útlendingar, ið eru akkurát sum føroyingar, tað er tí, at vit hava ættleitt Eiju. Eg haldi, at tað er tann vakrasta kompli­mentin, ið eg havi fingið. So kenslan av at hoyra til, allir mínir vinir, frísk­liga havluftin og nógv annað, fáa meg at leingjast eftir Føroyum, og gera, at eg má vitja aftur minst einaferð um árið.  Tú tykist at hava serligar kenslur fyri føroyska tungmálmspallinum. Tey trý, ið skipa fyri Wacken Metal Battle Føroyar tosa um teg, sum tann fjórða í fyriskipanarbólkinum, Hvaðani kemur hesin áhugin? – Eg haldi, at tað stendst av arbeiðinum, ið eg gjørdi saman við SIC. Men eisini eftir á tað, so kom eg at kenna so nógvar aðrar gávuríkar føroyskar tónleikarar. Kroppur og sinn Eija Mäkivuot er finsk, men hon brennur fyri føroyskum tungmálmi og kennir seg heima, tá hon kemur til Havnar. Tað hevur hon gjørt líka síðan fyrstu ferð, hon gekk í Havnargøtum. Hon hevur avmyndað fremstu føroysku tungmálmsbólkarnar, og í sambandi við Wacken Metal Battle í mars, vitjar hon aftur í Føroyum søgdu eg var komin heim Eija and Fróði Steenberg á G! Festival, 2013