Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-06, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. februar 2014síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Blaðnr. 16 · 7. februar 2014 9 VIKUSKIFTI Robert M. Gates var verju­mála­ ráð­harri hjá bæði Bush yngra og Obama, og tá ið hann fyri nøkrum árum síðani gavst í starv­inum, var tað við nógvum rósandi orðum og stórari virðing. Nú hevur Gates skrivað endur­minningar, sum geva eitt eina­standandi innlit í, hvussu trygdar­politiskar avgerðir verða tiknar og førdar út í lívið. Gates er erligur og neyvur í sínum frágreiðingum um arbeiðið í verjumálaráðnum, og hann ger neyvar lýsingar av hendingum og persónum, sum hann hevði við at gera tey fimm árini, hann var verjumálaráðharri í USA. Bókin er áhugaverdur og spenn­andi lesnaður, og vilt tú hava eitt størri innlit í, hvussu ameriku­menn føra kríggj og taka polit­iskar avgerðir í tí sambandi, er hendan bókin ein góð innføring. Sakaris í Berlin Verjumálaráðharri gloppar dyrnar Fyrrverandi amerikanskur verjumálaráðharri hevur skrivað opinskáraða bók um at føra kríggj Hósdagin byrjaði risastóra film­ stevnan Die Berlinale í týska høvuðsstaðnum, har Sakaris Stóra sýnir stuttfilmin Vetrarmorgun í skránni Generation. Undir hesum heiti kappast 60 spælifilmar og stuttfilmar úr 35 londum í bólkunum Generation Kplus og Generation 14plus. Men enn størri heiður er, at Vetrarmorgun er tikin við í kappingina um heimsins fremstu LGBT filmsvirðisløn, Teddy­ virðis­lønina, sum týski leikstjórin Wieland Speck stovnaði í 1987. »Hetta er ein vakur stuttfilmur, beautiful«, sigur Wieland Speck úr Berlin, nú skráin er komin í fasta legu. »Sakaris er ein dugnaligur filmsleikstjóri. Og hvør veit, kanska vinnur hann Teddyvirðislønina«, sigur hann og grundar yvir Føroyar, sum hann vitjaði í 1989. »Eg haldi ikki, at eg sjálvur havi fatað tað fyrr enn í nátt, hvussu stórt tað er, at ein føroyskur filmur, ein føroysk søga, enntá úr Skopun, er nominerað til eina ta hægstu listavirðislønina í heiminum, tá tað snýr seg um at varpa ljós á umstøðurnar hjá teimum samkyndu«, sigur Sakaris Storá undan týsku films­stevnuni Die Berlinale. »Eina løtu bleiv eg faktiskt heilt rørdur av at hugsa um tað. Og tá eg hyggið aftur í tíðina, tá eg í 2006 stóð við avhøvdarin á Sandoy Seafood og rópti »konservativu mogghøvd«, meðan út­talilsini hjá ávísum fólkavaldum for­pestaðu radiobylgjurnar, má eg viðganga, at eg ikki hevði trúð, at eg skuldi fáa henda heiðurin. Eg havi ongantíð vilja ført filmin fram sum eina søgu um homosexualitet. Eg havi ongantíð vilja selt, ella tjent uppá, at Føroyar eru ein ándsligur eftirbátur, saman­ borðið við granna­londini, og at fólk hava havt tað óneyðuga ringt og torført vegna sín seksualitet«, sigur Sakaris. »Men eg eri øgiliga glaður fyri at eg valdi at fortelja Vetrar­morgun søguna, og eg eri eisini ótrúliga glaður fyri at bæði Summar­nátt og Vetrarmorgun eru ognaðir Rasmusi. Vetrarmorgun snýr seg í botn og grund um at vera sannur móti sær sjálvum, og at góð­taka seg sjálvan sum menn­ iskja. Og tann boðskapin eri eg øgiliga glaður fyri at borðreiða á heilum sjey sýningum á heimsins størstu films­stevnu«, sigur Sakaris Stórá fyri fráferðina til Berlin. Orð og mynd: Birkblog Sakaris Stórá er errin um sína luttøku á risastórari filmsstevnu í Týsklandi Føroysk songkvinna sloppin við í donsku Karrierekanonen standa og hyggja út í havsbrúnna. Atlantida liggur bert 45 kilometrar eystan­fyri Montevideo. Býurin varð grundlagdur í 1911, og har eru 5.600 fastbúgvandi fólk. Eisini her síggjast mong vitjandi, tí Atlantida hevur eisini strend­urnar, sum »mainstream«- ferðafólkini ganga so høgt uppí. Vanliga fólkið ferðast til La Paloma Nakað vestanfyri markið til Brasil liggur enn ein strandarbýur, sum eisini er væl vitjaður av ferða­ fólki. Talan er um býin La Paloma í Rocha-økinum. Her hevur familjan hjá Føroya-vininum, Joaquin Memoli Suarez havt eitt summarhús gjøgnum trý ættarlið. La Paloma hevur heldur ikki eina so drúgva søgu. Býurin varð grundlagdur í 1874, og hevur 4.700 fast­ búgv­andi íbúgvar. Tað eru meira jarð­bundin og vanlig ferðafólk, sum ferðast til La Paloma, meðan tey ovur­honds múgvandi fólkini halda seg til Punta del Este. Men Uruguay hevur í sínum vísdómi syrgt fyri at verða eitt ferðaland til einhvønn pengapung. Vitin, Cabo Santa Maria Í La Paloma er ein vakur viti, sum hevði rørt hjarta á hvørjum før­oyskum sjómanni. Vitin, sum er frá 1874, og er javnaldri við býin nevnist Cabo Santa Maria. Sjáldan havi eg sæð ein so vakran vita. Nógv skipaferðsla er framvið suður­amerikonsku strondini, og tískil vóru nógvir vitar bygdir seinast í 19. øld, og fyrst í 20. øld. Saman við Ivani og Joaquin gekk eg tey hundraðtals trinini upp til ovasta partin av vitanum, har vit kundu njóta eitt sjáldsama vakurt útsýnið. Vitin er 42 metrar høgur, er hvíttkálkaður, og veruliga ein føgur sjón. Vit lógu nátt í summar­ húsinum hjá familjuni hjá Joaquin Memoli Suarez, sum unti okkum nógvan blíðskap. Í januar og februar hava Ivan og Kinga Eystur­ land leigað eitt vakurt summar­ hús í La Paloma, sum er teknað av einum byggifrøðingi. Og eftir tí, sum frættist frá teimum, sum nú halda summarferiu, meðan vit royna at hóra undan einum tí ringasta vetrinum nakran­ tíð, so kann tað viðmælast. Í næsta parti kemur lesarin at frætta ymiskt um høvuðsstaðin, Montevideo, sum var staðið vit koyrdu út frá, tá vit gjørdu okkara góðu ferðir kring Uruguay. Heri Simonsen Føroyska Franka í fínum selskapi Føroyska Franka roynir seg í Karrierekanonen hjá Danmarks Radio, ein kapping, ið hevur fostrað nøkur av stóru nøvnunum á danska tónleikapallinum. Nøvn sum Magtens Korridorer, Rasmus Nøhr, Marie Key og Tue West eru í dag í toppinum av donskum tónleiki, men tey byrjaðu sína ferð móti toppinum, tá tey luttóku í Karrierekanonen, ið verður mett sum størsta talentmenningarskipanin í donskum tónleiki. Av teimum tilmeldaðu skulu 12 nøvn veljast burturúr, at kappast í Karrierekanonen. Hon er ein av teimum, ið hevur meldað seg til Karrierekanonen, við tveimum løgum »Brace Positions« og »BBB«, ið bæði ferðast innan fyri modernaða elektroniska tónleikin. Franka er annars áður kend innan punk og grunge, og brúkti einaferð navnið Helena Mur Mur. Tað er Danmarks Radio, sum í samstarvi við tónleika­menningar­ felagið Bandakademiet og Smukfest festivalin í Skanderborg. Tey, ið kappast, fáa sín tónleik spældan í DR P3, og DR P6 Beat, umframt at tey fáa køna veg­leiðing í at menna seg frá Band­akademiet, so tey eru klár at framføra á ársins Smukfest. Robert M. Gates gevur fólki eitt neyvt innlit í ameri­ kanskan trygdarpolitikk