hósdagur 6. februar 2014síða 32
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Blaðnr. 16 · 7. februar 2014
8
VIKUSKIFTI
LURTA LES & UPPLIV
lagt til rættis: Eyðun Klakstein
Vøkru
strendurnar
tróta ikki
í Uruguay
Tá flestu fólk skulu velja sær
eitt ferðamál, so vigar tað
ofta tungt hjá tí stóru fjøldini,
at landið, sum ferðast skal
til hevur góðar baðistrendur
Á ferð í Uruguay 4. partur
Eisini á tí økinum er Uruguay
væl fyri. Fólk úr teimum stóru
grannalondunum hjá Uruguay,
Argentina og Brasil, leita í hópatali
til lítla friðarliga grannalandið
at halda feriu, serliga í strandar
økjunum. Tá eg og Ivan Eginsson
Eysturland koyrdu runt Uruguay
í november í fjør, sum var seint
á vári á tí sunnaru jørðhálvuni,
so vóru alla tíðina bilar at
síggja, sum høvdu fremmand
nummarspjøldur. Eitt gott
tekin um, at Uruguay dregur.
Hugtakandi strondin
í Piriapolis
Nakað eystanfyri høvuðsstaðin,
Montevideo liggur strandarbýurin,
Piriapolis. Piriapolis hevur ikki
eina so drúgva søgu. Býurin
varð grundlagdur so seint, sum í
1890. Kortini hevur býurin, sum
bara hevur 124 ár á baki veruliga
gjørt ein vørr fyri ferðavinnuna í
Uruguay. Í býnum finst eitt hotel,
sum er eitt ógvuliga kent hotel í
Suðuramerika, nevnliga Argentino
Casino Hotel. Sum navnið boðar
frá, so koma nógvir gestir úr
Argentina, har tað ikki er loyvt at
hava casino-virksemið. Strondin
í Piriapolis er ein undirføgur sjón
fyri tey, sum eru strandarleyvur.
Ein lang strond við góðum sandi,
har øll spøl og aktivitetir, sum
henda á slíkum strondum hava ein
góðan møguleika at verða íðkaði.
Tað eru bara 8.500 fastbúgvandi
fólk í Piriapolis, men um summarið,
frá seinast í november til seinast
í februar er ofta rokandi fult við
fólki á tí vøkru, longu strondini.
Minniliga ørnin í Atlantida
Í Uruguay er nógvastaðni hug
takandi og øðrvísi list at síggja.
Í øðrum pørti greiddu vit frá
tí serliga listarverkinum við
fingrunum á strondini í Punta del
Este. Í býnum Atlantida finst ein
heilt serlig ørn, sum er dømi um
heilt serliga byggilist. Ørnin er
bygd upp av steinum og sandi, og
tað ber til hjá teimum ferðandi
at fara inn í hesa serligu ørnina,
har eyguni eru innrættaði, sum
vindeygu, har tey vitjandi so kunnu
Jákup Lützen er aftur útvaldur til heimsins
besta ungdómsorkestur
Grønlendska kringvarpið hevur sekkjað net
redaktørin eftir óheppið orðaval í telduposti
Teitur spælir seinni í mánaðinum
sjey konsertir í Danmark
Fleiri minnast óivað, tá ið
Sosialurin í fjør skrivaði um Jákup
Lützen, at hann hevði klárað
upptøkuroyndina at koma inn í
Gustav Mahler Jugendorchester,
sum av nógvum verður mett
at vera Heimsins besta ung
dómssymfoniorkestur.
Nú hevur hann aftur verið
til upptøkuroynd, og enn eina
ferð slapp hann ígjøgnum
nálareygað og verður sostatt
mettur at vera ein av bestu
ungu bratsjspælarum í Evropa.
Yvir tveytúsund tónleikarar
koma hvørt ár til upptøkuroyndir,
sum verða hildnar í størstu
býunum í øllum Evropa, men
bara einir 100 sleppa inn.
Tey, sum sleppa ígjøgnum
nálareygað, sleppa at spæla
saman við teimum bestu klassi
sku tónleikarunum undir 26
ár í teimum kendastu konsert
høllunum og hjá fremstu
dirigentunum í heiminum.
Gustav Mahler Jugendorchester
varð stovnað í 1986 í Wien av
Claudio Abbado sála, og er so við
og við blivið eitt satt elituorkestur.
Talan er vanliga um tvær
konsertferðir um árið har orkestrið
spælir kring allan heimin.
Tey luttakandi skulu til
upptøkuroynd hvørt ár um tey
ætla at vera við fleiri ferðir.
Hetta gjørdi Jákup Lützen
so aftur í ár við góðum úrsliti
og bleiv sostatt aftur mettur
at vera ein av bestu ungu
bratsjspælarunum í Evropa.
Í hesum sambandi er hann, eitt
nú, sloppin at royna seg í einum av
hemsins gitnastu konserthúsum,
Royal Albert Hall, har hann
spældi Jákup saman við Gustav
Mahler Jugendorchester, tað er
ein sending, sum BBC hevur gjørt
Peter Troelsen sendi mánadagin
ein teldupost til sínar starvs
felagar í grønlendska kring
varpinum KNR, men hetta
gjørdist samstundis punktum
fyri hansara starvstíð í KNR.
Av óvart sendi Troelsen teldu
postin til øll á sínum adressulista –
millum annað til politiskar flokkar
og aðrar miðlar. Blaðið Sermitsiaq
endurgevur brot úr mailinum:
– Nú er Adolf frammi við
nýggjari leiðslu. Vit mugu heldur
geva honum eitt sindur av
plássi, so fólk sjálvi kunnu finna
út av, hvussu tápuligur hann
og hansara flokkur er, skrivaði
redaktørurin í mailinum.
Við Adolf meinar Troelsen
við Adolf Hitler og sipar til
Nikku Olsen, sum í fjør stovn
aði flokkin Partii Inuit.
Peter Troelsen umbar seg
fyri óhepna orðavalið, men
leiðslan í KNR valdi at siga
hann úr starvi, tí tey hildu, at
mistakið var ófyrigeviligt.
Teitur Lassen fer 18. februar
á konsertferð í Danmark. Á
skránni standa sjey spæli
støð kring Danmark.
Teitur gav í september mánaði í
fjør út fløguna Story Music, og tað
er I kjalarvørrinum á hesari útgávu,
at hann nú fer á ferð í Danmark.
Teitur leggur fyri við framførslu
í Tobakken í esberg tann 18.
februar. Síðani gongur leiðin
til Aarhus, Holstebro, Odense,
Keypmannahavn, Hillerød og
aftur til Keypmannahavnar,
har seinasta konsertin verður
í Cinemateket tann 1. mars.
Seinasta konsertin verður
øðrvísi enn hinar, tí hetta kvøldið
hevur Teitur akustiska framførslu,
áðrenn filmurin Story Music, sum
snýr seg um framleiðsluna av
seinastu útgávuna hjá honum,
verður sýndur. Hetta er í sambandi
við MusikFilm Festivalin.
Jákup aftur í elituorkestri
Webredaktørur sekkjaður
eftir nazi-viðmerking
Teitur á konsertferð
Hetta er Nikku Olsen,
sum Peter Troelsen
kallaði Adolf
Jákup Lützen ytst høgrumegin, saman við Jonathan Siahaan, sum spælir
piano, Amalie Elmark, næstytst vinstrumegin, sum spælir violin og
Marie Louise Lind, sum spælir cello í kvartettini, nevnd Kammertonen