Sosialurinarkiv
Sosialurin 2014-02-10, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. februar 2014síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. februar 2014 · Nr. 17 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tíðindaleiðari Jón Brian Hvidtfeldt jonbrian@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Annika sølvará Kjak síða 25 Stilla upp fyri pengarnar Sjúrður skaale kjak síða 24 Brúk­ ar­in skal ráða í At­ lantsflogi Málið um Skálafjarðartunnilin og Sandoyartunnilin hevur verið nógv merkt av, at »målet helliger midlet«. Tað hevur havt størri týdning at fáa avgerðina um at gera tunlarnar tikna, heldur enn, hvussu skilagóð avgerðin er. Týðuligasta dømið um tað er, tá Kári P. Højgaard og løgmaður ætlaðu at trumfa privatu ætlanina í­gjøg­num uttan at leggja hana fyri ting­ið aftur, tí at eitt annað løg­ting einaferð hevði samtykt, at Skála­ fjarð­ar­tunnlin skuldi gerast á priv­ at­um grundarlag. Vit kunnu kanska siga, at ætl­ anin við nýggju semjuni millum all­ ar flokkar er fingin aftur á beintm tí nú byggir hon á politiska viljan í løg­ting­i­num. Men hava okkara kosnu fólk nú valt ta skilabestu ætlanina? Serfrøðin hjá okkara politisku skip­an, Landsverk, valdi frá ætl­an­ ina við rundkoyring á havsins botni og ein tunnil upp hvørju megin Skál­a­fjørðin. Kritikkurin hjá føroysku ser­frøð­ ini til frágreiðingarnar hjá Sintef og Rambøll eru millum annað, at har vanta fullfíggjaðar greiningar av, hvat hednir við roykinum, um eld­ur kemur í inni í tunlinum. Í eini rýmingar- og bjargingarætlan í sam­bandi við eld í tunlum er ein týdn­ingarmikil partur, hvussu ventilatiónin kann stýra roykinum í tunlinum. Stjórin í HMP, Hans Haraldsen, sum er brandserfrøðingur, skrivar í frá­greið­ing til Landsverk, at nett­ upp hesin parturin kann vera av­ ger­a­ndi fyri, um fólk sleppa livandi úr tunl­i­num. Umframt at ein rundkoyring í tunl­inum ­kann seta trygdina í vanda, so verður verkætlanin mun­ andi dýrari, enn um tunnilin var gjørd­ur beinleiðis til Toftir/Run­a­ vík­ar ella á Raktanga og so annað sam­band tvørtur um Skálafjørðin. Brúgv vilja tey á Skálafjørðinum ikki hoyra talan um, tí so fáa tey ong­ar oljuboripallar inn á fjørðin, verður sagt. Men tunnilsamband er so ein annar møguleiki. Vit skulu ikki á hesum stað gera okk­um til dómarar yvir, hvør ætlan er tann skilabesta. Men vit kundu hugs­að okkum svar uppá, um pol­it­ ik­ar­ar enn einaferð hava tikið støðu út frá tí, at »målet helliger midlet«, at fyr­ilit eru tikin fyri trygdini – og um tað er skilabest at brúka 200 mil­l­i­ónir eyka upp á júst hesa verk­ ætl­an­ina, sam­stundis sum ging­ ið verð­ur upp á kompromis upp á trygd­ina sambært Landsverki... Trygdin í aðru røð? Nú kemur tað innanífrá í Sam­bands­flokk­inum: At tað í veru­l­eik­anum er Jørg­ en Nicl­a­sen sum stýrir Sam­ bands­flokk­i­num. – Hetta vita øll, segði Lis­tbeth L. Petersen við út­ varp­ið í gjár, í sambandi við, at hon hevur meldað seg úr Sam­b­ands­flokk­inum. Tað er nú einki nýtt, at Fólk­a­flokkurin stýrir, har hann er. Soleiðis hev­ur hann havt takið á bæði Jav­ n­að­ar­flokk­ i­num og T j ó ð ­ v e l d ­ i nu m , ser­liga á fíggj­ ar- og fiski­vinnu­øki­num. Men ongantíð hevur tað ver­ið so týðuligt sum nú, hvussu Fólkaflokkurin bein­leið­is stýr­ir einum heil­um flokki, sum nú, tá Fólkaflokkuerin hev­ur so stórt vald á Sam­bands­ flokk­i­num. Jørgen Niclasen dugir bet­ur enn so nógvir aðrir pol­i­tik­arar politiskt snildi. Hann hevur politiskt tev sum fáur – og tí er hann tik­in úr leikum sum floks­ for­mað­ur, sum altíð hevur sum fremstu uppgávu at vinna Fólk­a­flokk­i­num á­ virk­an. Tað dugir hann bet­ ur enn nakar annar. Og tað dugir Jørgen Nicl­ a­sen so væl, at hann hevur tik­ið valdið á Kaj Leo Holm Jo­hann­esen, løgmanni, eisini. Hendan pástand hava vit ført fram so mang­an. Men eitt er, hvat miðlarnir siga. Tá nú fyrrverandi floks­for­kvinn­an í Sam­bands­flokk­i­ num sigur tað sama, so er tað kanska okk­ urt um snakkið... Jørgen stýrir Sambandinum – Eg eri ónøgd við politikkin hjá landsstýrinum, ónøgd við, at tað er Jørgen Niclasen sum stýrir Sambandsflokkinum og ónøgd við, at ein persónur, sum hevur snýtt í tolli kann sita sum landsstýrismaður. Tað sigur Lisbeth L. Pet­ er­s­en. Hon hevur tikið av­ leið­ing­arnar av síni ónøgd og hev­ur meldað seg úr Sam­ bands­flokkinum. Við útvarpið segði hon, at hon framvegis kennir seg sum sambandsfólk, men at hon ikki følir, at Sam­bands­ flokkurin rekur sam­bands­ politikk. Hon er ónøgd við sosiala politikkin hjá flokk­ i­num og í heila tikið við, at tað er Fólkaflokkurin sum stýr­ir. – Eg eri sambandsfólk og ikki fólkafloksfólk, segði hon. Lisbeth L. Petersen er ikki hvør sum helst í Sam­bands­ flokk­i­num. Hon hevur um­ boðað Sam­bands­flokkin í Tórs­havnar býráð í 16 ár frá 1984 til 2000. Hon var borg­ ar­stjóri í Havn frá 1993-1997. Hon hevur sitið á tingið fyri Sam­bands­flokkin frá 1990 til 2008 og á Fólk­a­tingi frá 2001 til 2005. Lisbeth L. Petersen er abb­a­dóttir fyrsta formann Sam­bands­floksins, Andras Sam­u­els­en, sum var til til at stovna flokkin í 1906, og sum var Føroya fyrsti løgmaður frá 1948-1950. Eftir løgtingsvalið í 1994 stóð tað Liebeth L. Pet­er­ sen í boði at gerast Føroya løg­maður, men hon bar seg undan. Hon var tá borg­ar­ stjóri í Havn. Spurd hvat kann fáa hana at melda seg innaftur í Sam­ band­s­flokkin segði hon, at hon ikki verður limur í flokk­ i­num aftur. Heldur ikki, um flokkurin fær nýggjan fo­r­ mann. Lisbeth meldað seg úr Sambandsflokkinum Føroyska serfrøðin mælir frá rundkoyring í tunlinum Lisbeth L. Petersen vendir nú Sambandsflokkinum, sum abbin stovnaði fyri 108 árum síðani, bakið